Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 140 - 24. juli 2006 Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, hevur gjørt avtalu við stóru boripall fyritøkuna Stena Drilling um at leiga eitt sera framkomið oljuskip, sum er í gerð og ein boripall, sum serstakliga verða útgjørd til at bora í veðurbardum økjum og á djúpum vatni so sum á Atlantsmótinum og her m.a. á føroyska landgrunninum Oljuleiting á Atlantsmótinum Jan Müller jan@sosialurin.fo Hyggja vit eftir framtíðar íløgum og leitipolitikki hjá einum av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, so verður føroyski land­grunn­ urin høgt raðfestur. Nú um dagarnar gjørdi Chevron avtalu við Stena, sum eigur nógvar oljupallar og er í ferð við at byggja fleiri nýggjar. Hetta er sama Stena, sum hevur leigað bori­pall til Statoilsamtakið, sum í løtuni borar á land­ grunninum. Stena er í løtuni við at byggja eitt sera framkomið boriskip, sum burturav skal bora í veðurbardum økjum so sum tí føroyska. Boriskipið eitur Drillmax 2. Haraftrat er talan um sáttmála um leigu á boripallinum Stena Spey. Sáttmálin fyri boriskipið er fyri trý ár frá sumri í 2008 við møguleika at kunna víðka sáttmálan við fimm árum aftrat. Sáttmálin fyri Stena Spey er frá summarinum 2007 og er fyri tvey ár við møguleika at víðka sáttmálan við einum ári. Talan er um stórar upphædd ir, tilsamans einar 5-6 milliardir krónur og við víðkan av sáttmálanum verður upphædd in upp ímótti 10 milliardir krónur. Hví hevur hesin sáttmáli so áhuga fyri Føroyar! Sam­ bart Chevron skal boriskip og pallur brúkast í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland og á føroyska landgrunninum. Rick Cohagan, forseti og stjóri fyri leitivirkseminum hjá Chevron í Europa sigur, at teir eru sera væl nøgdir við henda sáttmála, sum fer at tryggja borivirksemið hjá felagnum, herundir bæði leiti- og uppfylgjandi avmarkingar- og metingar­ brunnar og menning av møguligum oljufundum. Hetta kemur serliga væl við í eini tíð, har tað er sera torført at fáa boriskip og pallar til vega. Dan Sten Olsson, stjóri hjá Stena sigur, at henda avtala er av alstórum týdningi fyri Stena, tí hon tryggjar felagnum ein langtíðarsáttmála fyri bæði boring og flutning. Drillmax 2 boriskipið verður bygt í Korea og verður heimsins mest fram­komna av sínum slag og verður tað gjørt út til burturav at arbeiða á sera stórum dýpi og í ringum veðri. Undangongufelag Chevron er eitt tað olju­ felagið, sum í dag ger størstu íløgurnar í leiting á bretska og føroyska landgrunninum. Felagið hevur borað fleiri brunnar á bretskum øki og hevur gjørt sera kostnaðarmiklar seismiskar kanningar bæði í føroyskum og bretskum øki. Um ein mánað fer Chevron undir at bora tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar beint við føroyska markið, á tí sokallaða Rosebank fund­in­um. Men Chevron hevur eisini stóran áhuga í føroyska landgrunninum og verður hetta eisini staðfest í tí nýggja sáttmálanum, sum felagið hevur gjørt við Stena, har Føroyaøkið er ein týðandi partur av framtíðar leitivirkseminum. At Chevron longu nú tryggjar sær leigu av boriskipi og boripalli í ávikavist 8 og 3 ár vísir, hvussu nógv felagið trýr uppá Atlants­ mótið. Vit kunnu út frá hes­ um sáttmálunum týðiliga síggja, hvussu stóran dent Chevron leggur á fram­ tíðar oljuframleiðslu frá Atlantsmótinum. At man tryggjar sær leigu av heim­ sins mest framkomna bori­ skipi í samfull 8 ár gevur okkum eina týðuliga ábend­ ing um, hvussu stórar vónir hetta oljufelagið hevur til leiðirnar við Hetland og Føroyar. Herfyri segði ein av stjórunum í Chevron við Sosialin, at Chevron um­hugsar at bora ein brunn á føroyska landgrunninum, beint við markið og tætt upp á Rosebankfundinum í bretskum øki, í 2007 ella 2008. Sosialurin skilur frá væl­vitandi keldum, at um­rødd i sáttmáli við Stena er m.a. gjørdur við hesum fyri eygað og at tað er rættiliga sannlíkt, at Chevron fer at bora ein brunn á sínum føroyska loyvi í 2008. Útbygging báðumegin markið Um so er at teir tríggir avmarkingarbrunnarnir, sum verða boraðir í heyst á Rosebankfundinum geva eitt postivt úrslit, hvat okkurt longu nú bendir á, so gevur tað meining at fara undir eina leitiboring føroysku megin markið í 2008. Skuldi man so troffið við olju her eisini, so blívur alt hetta økið báðumegin markið brádd liga ógvuliga áhugavert, tí tess størri og fleiri fund talan verður um í einum avmarkaðum øki, tess bíligari verður at byggja tey út og hartil hoyrandi infrastruktur. Hetta senario minnir ikki sørt um tað, sum BP sá fyri sær í landssynnings horninum á føroyska landgrunninum nøkur ár herfyri. Tá boraði BP báðumegin markið og hevði eina skjóta út­bygg­ingarætlan klára á skriva­borðinum. Men hetta skuldi ikki ganga, sum serfrøðingarnir hjá felagnum høvdu mett. Har var eingin olja. Munurin nú vit eru longur norðari á landgrunninum, har Chevron helst arbeiðir við eini líknandi ætlan, er tann, at felagið longu hevur gjørt eitt fund á bretska landgrunninum. Chevron telist millum heimsins størstu oljufeløg og hevur 53.000 fólk í ar­beiði í 180 londum. Felagið fekk í 2. útbjóðing tillutað leitiloyvi við mark­ ið saman við Statoil, Dong og OMV. Tað er hetta loyvið (eisini kent undir navninum Súlan), sum nýggi sáttmálin við Stena helst fer at fevna um. Oljurisin Chevron ger milliarda­ íløgur í m.a. Føroyaøkið Chevron hevur nú gjørt avtalu við Stena Drilling, sum í løtuni leigar út henda pallin til Statoil. Her síggja vit Stena Don á Nólsoyarfirði, í erva tyrluna hjá Atlantsflogi Mynd Jan Müller Kortið vísir okkum loyvi hjá Chevron báðumegin markið. Tað eru m.a. hesi loyvini, sum sáttmálin við Stena skal brúkast til. Stutt sagt Skálaberg setir met Flakatrolarin Skálaberg landaði 1.000 tons av kongafiski á Havnar­ fjørðinum í Íslandi. Tað er størsta botnfiskalast, sum er komin upp á land har. Arbeiðið at landa Skálaberg byrjaði í fríggjadagin, og tað fer at taka fýra dagar at fáa øll tey umleið 1.000 tons upp úr lastini, skrivar íslendska heimasíðan skip.is. Hjá Eimskipum á Havn­arfjørðinum siga tey, at veiðan hjá Skála­ bergi fyllir 43 ella 44 av teimum størstu frysti­ bingjunum. Meginparturin av lastini er avhøvdaður kongafiskur til asiatiska marknaðin, men nakað er flak. -árni Mótmælisfólk við Norrønu Nógv fólk eru farin til Íslands at mótmæla einari ætlan um at byggja eina risasóra byrg­ing, sum skal veita elorku til eitt virki, ið skal bræða aluminium. Fleiri hava valt at ferðast við Norrønu. Íslendska stjórnin og amerikanska fyritøkan Alcoa ætla at byggja byrgingina í einum dali á Norðurlandinum, har ein av teimum stóru jøkulsáunum rennur. Byrgingin skal brúkast til eitt orkuverk, sum skal veita elorku til eitt bræðingarvirki, sum ameri­kanska alu­ miniums­fyri­tøkan ætlar at byggja. Umhvørvisfólk eru í øðini inn á ætlanina, og tey hava sett sær fyri at steðga henni. Millum annað verður skipað fyri einari stórari tónleikalegu í dalinum. Nógvir útlendingar eru farnir til Íslands at taka lut í mótmælinum, og Shetland Times skrivar, at fleiri av mót­ mælisfólkunum hava valt at ferðast til Íslands við Norrønu. Skristovan hjá Smyril Line í Lerwick sigur við hetlendska blaðið, at tey hava avgreitt minst 50 fólk, sum eru farin við Norrønu til Íslands at mótmæla. -árni