mánadagur 24. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast mjørka og
regn gjørdist
G!Festivalurin í ár ein
sólskinssøga við nógvum
tónleikaupplivingum, ið
verða seint gloymdar.
G!FESTIVAL
Niels Uni Dam og Johan Jacobsen
Fimti G!Festivalurin gjørdist ein
sera jalig uppliving, fleiri av
tónlistarligu upplivingunum vóru
sera góðar. Her kunnu vit nevna
framførslurnar
hjá
útlendsku
bólkunum: Kaizers Orchestra, Animal
Alpha, Mugison, Holmes Brothers,
Beth Hart og Infernal. Tær vóru
allar minniligar á hvør sín hátt.
Eins og framførslurnar hjá føroysku
bólkunum Budam, Páll Finnur Páll,
Petur Pólson, 200, Lama Sea og
Marius, kki smæddust burtur ímillum
heimsnøvnini,
men
harafturímóti
vístu, at føroyskur tónleikur er á
einum sera høgum støði.
Ikki færri enn 9.000 fólk vóru
sambært fyrireikarunum komin saman
í Syðrugøtu hesar dagarnar, og
hetta er ein sólskinssøga av teimum
størru.
Tað er eisini vert at bíta merki
í allar atfinningarnar, ið festi-
valurin hevur verið fyri seinastu
vikurnar, um manglandi høvuðsnøvn
og ókendar bólkar. Nú festivalurin
er farin aftur um, vóru nógv av
hesum ókendu nøvnum millum bestu
upplivingarnar, og hetta staðfe-
stir enn einaferð støðuna hjá G!,
sum tónlistarligt kumpass.
Hóast veðrið ongantíð gjørdist
tropiskt, og mjørki og dropar
heldur enn sól og hiti merktu
G!Festivalin, so var ongantíð kalt
og veðrið var sum so fínt. Fólk hevði
latið seg í til føroyska summarið,
so veðrið merkti ikki festivalin
á tann hátt. Tó gjørdi mjørkin
í Vágunum sítt fyri at forstýra
festivalupplivingina. Framførslan
hjá Outlandish varð flutt til seint
um náttina, og framførslurnar hjá
Sundiver og Lampshade vórðu avlý-
star, tá flogførini ikki settu seg
í Vágunum. Hetta eru treytirnar, ið
fyrireikarar í Føroyum virka undir,
og tað kann G! sum so ikki lastast
fyri. Haraftur ímóti kunnu fyri-
reikararnir lastast fyri óvanliga
nógvu
seinkingar.
Pallstýringin
var heilt útav lagi. Sjálvt við
tveimum avlýsingum fríggjadag var
skráin seinka við einum heilum
tíma, áðrenn Outlandish fóru í
gongd við sína útskotnu framførslu.
Hetta hevði við sær, at Finvasion
dansináttin varð avlýst.
Øgiliga sigandi fyri óskilið var,
at indarin Murari, ið skuldi fram-
føra sítt dansi og eldblásingarshow
í eitt korter slapp at vera út
við 50 minuttir á pallinum, áðrenn
onkur tók eina avger um at steðga
honum. Hetta meðan nógv túsund
fólk stóðu og bíðaðu eftir at 200
slapp á pallin. Aftur leygardagin
var skráin merkt av seinkingum.
Heili tveir tímar gleið skráin,
áðrenn Infernal fór á pall kl.
3 og ikki kl. 1, sum skráin
segði. Aftur gekk hetta útyvir
Finvasion dansináttina, ið bleiv
stytt niður í eitt lítið bil.
Hetta er stutt sagt ikki nóg gott!
Tað er eitt fornermilsi móti bæði
finsku tónleikarunum og DJ’unum
og ímóti teimum áskoðarunum, ið
hava goldið fyri upplivingina.
G! hevur vanliga duga sera væl at
halda skránna, og tí er tað óhep-
pið, at festivalurin hevur fingið
sær henda óskikk. Jón Tyril
fyriskipari, sigur við planet.fo,
at hann er greiður yvir trupul-
leikan og heldur, hetta vera sera
óheppið. Hann sigur somuleiðis, at
hann ætlar at tryggja sær, at hetta
ikki endurtekur seg.
Fyrireikararnir
kunnu
eisini
lastast fyri manglandi kunningina
um, at eindagsatgongumerki fóru
at vera til sølu leygardag. Í
lýsing í útvarpinum kunngjørdi
G!Festivalurin leygardag, at nú
vóru atgongumerki til tann dagin til
sølu, hetta hóast almenna kunningin
einans tosaði um vikuskiftispass.
Jón Tyril fyriskipari sigur, at
avgerðin um at selja eindagsat-
gongumerki varð tikin leygardagin,
tí ikki heilt útselt var, men
at hetta hevði alla tíðina verið
ætlanin, um festivalurin ikki var
útseldur. Hann sigur, at hetta
hevur festivalurin kunnað øll um,
ið hava spurt um tað. Men tílík
kunning átti at verið í G!blaðnum
og á heimasíðuni, har kunningin
beinleiðis sigur, at tað finnast
tvey sløg av atgongumerkjum og
bæði eru vikuskiftispass. Tað er
tí skilligt, at fleiri ilskaðust
inn á hetta.
2
G!óður
G!Festivalur
“Tá eg spæli konsertir,
so fær fólk tað, sum
tað er. Onkuntíð er tað
gott, onkuntíð ræðandi,
onkuntíð ræðuligt og
onkuntíð undurfult, men
tað er altíð erligt.”
sigur Beth Hart við
planet.fo
G!FESTIVAL
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var ein sera fryntligt og
blíð Beth Hart, ið tók ímóti
fjølmiðlunum í túninum uttanfyri
húsini mitt í Syðrugøtu, ið onkur
hevði latið til backstagehøli.
Amerikanska songkvinnan við tí
stóru røddini viðgekk, at hon var
heldur fjálturstungin fyri at hitta
fjølmiðlarnar og segði, at hetta
Konsertir eru
Mynd: Ólavur Frederiksen
Mynd: Ólavur Frederiksen