mánadagur 24. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Tað var ein væluppløgd
Beth Hart sum trein á
pallin á sandinum í
Syðrugøtu. Hon var eitt
av høvuðsnøvnunum, og
tað sást eisini aftur
á áskoðarunum, at tey
høvdu glett seg at
hoyra hesa songkvinnu.
Og hennara partur lá
ikki eftir.
G!FESTIVAL
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Tað er ófatiligt at síggja Beth
Hart. Hvussu kann eitt menniskja
hava eina so kraftiga rødd? Hennara
rødd darrar enn í mínum oyrum. Og
hon er ikki bara kraftig. Hon er
rá og ópolerað. Talan er um eina
kvinnu, sum hevur livað eitt hart
lív, og tónleikurin ber eisini brá
av hesum. Tónleikurin er erligur og
harður, og hesum tóku føroyingar
væl ímóti.
Tað er ongin ivi um, at Beth
er stjørnan í bólkinum. Hon er
faktiskt tað einasta sum ger
bólkin áhugaverdan. Tónleikararnir
sum hon hevði afturat sær, vóru
rættiliga vanligir, um ein kann
siga so. Eftir mínum tykki, spældu
teir rættiliga óáhugavert, og vóru
ógviliga vanligir uppá tann keðiliga
mátan. Um hon hevði havt meiri
spennandi tónleikarar afturat sær,
hevði konsertin verið lyft fleiri
klassar longur upp. Men tó megnaði
Beth Hart at bera alla framførsluna
væl og virðiliga.
Bersøgin
Hon so sanniliga eisini bersøgin.
Hon nýtti fleiri ferðir høvi at siga
sína hugsan um sitandi forsetan í
USA. “Bush is on my shit-list”,
segði hon so rámandi. Og tvey
løg vóru eisini beinleiðis ognað
honum. Hetta dámdi áhoyrarunum
heilt væl. Sostatt kann ein roknað
við, at demokratarnir í USA eru
vælumtóktir í Føroyum. Tí har var
øðiligur rómur, hvørja ferð Beth
Hart segði eitthvørt ókvæmisorð um
Bush-leiðsluna.
Eisini greiddi hon frá søguni
aftanfyri “LA Song”, sum er eitt av
hennara heilt stóru hittum. Lagið
snýr seg um hennara parlag við ein
drong úr Alabama, sum var henni
ótrúgvur. Sum hon greiddi frá,
so valdi hon at skriva ein sang
til hansara heldur enn at: “buka
damuna og brenna hansara hús til
grundar”.
Tað var ikki fyrr móti endanum, at
Beth Hart treiv í hennara kendasti
løg. “LA Song”, “Leave The Light
On” og “I´m Learning To Live” vórðu
spæld út í eitt. Endiliga sluppu
áhoyrararnir at syngja við, og tað
dámdi teimum eisini væl. Hesi trý
løg vóru eisini hæddarpunktið á
konsertini.
Beth Hart gav okkum eina stóra
uppliving. Hon dugdi sera væl at
framføra, og serliga gjørdist fólk
vill, tá hon knappliga leyp av
pallinum og sang, meðan hon rann
millum fjøldina.
Beth Hart vann nógv hjørtu hetta
leygarkvøld í Syðrugøtu.
Ein bersøgin Beth Hart
var nakað av tí, ið henni dámdi
verst við tónleikaídnaðinum.
Hetta breyt mestsum ísin, og res-
tin av tíðindafundinum, gjørdist
eitt slag av hugnaligum túnatosi,
har hon spurdi eins nógv okkum
tíðindafólk um ymiskt, sum vit
spurdu hana. Sjálvt tá hennara
pressutalsmaður
endaði
fundin,
helt Beth Hart fram við at spyrja
um ymiskt, hendurnar, ið ris-
tust heldur nógv í byrjanini av
fundinum, vóru nú heilt róligar,
og tað tyktist sum um, Beth Hart
hevði funnið frið við føroyska
tíðindaheimin. Meðan henni vanliga
ikki dámdi tíðindafundir, so vóru
konsertir harafturímóti tað, ið
henni dámdi allar best. “Konsertir
er tað einasta erliga, ið er eftir
í tónleikaídnaðinum, tá eg fari
í upptøkuhølið, kann eg spæla
okkurt umaftur og umaftur, til
tað situr heilt rætt, hetta er
fínt, einki galið við tí. Men tá
eg spæli konsertir, so fær fólk
tað, sum tað er. Onkuntíð er tað
gott, onkuntíð ræðandi, onkuntíð
ræðuligt og onkuntíð undurfult, men
tað er altíð erligt.” greiddi Beth
Hart frá.
Beth Hart segði, at hóast hon
hevur ferðast kring allan heim,
so hevur hon ongantíð vitja eitt
stað sum Føroyar, so grønt, klet-
tarnir og tann nógvi seyðurin, eitt
tílíkt stað hevði hon ongantíð sætt
áður.
Hon greiddi frá, at henni dámdi
so serliga væl at spæla á festi-
valum. Har er møguleiki, at hoyra
so nógvan ymiskan tónleik, og hitta
so nógv ymisk fólk. Eitt nú vóru
konsertirnar við Animal Alpha og
Kaizers Orchestra góðar, helt hon.
Aftan á konsertina við Animal Alpha
hevði Beth Hart kent seg sum ein
veruligan fjeppara, tá hon hevði
bønað Agnetu Kjølsrud songkvinnuna
í bólkinum um at koma til USA
og vísa fólki, hvussu tað skal
gerast.
Beth Hart er eitt munandi størri
navn í norðurlondum enn hon er í
heimlandinum, vit spurdu hana, um
hon hevur hóming av hví so er? Hetta
visti hon ikki, og helt tað
vera trupult at siga ella spáa um,
hvat riggar í hvørjum landi og hví,
men helt, at her var møguliga bert
talan um hepni.
tað einasta erliga, ið er eftir í tónleikaídnaðinum
Mynd: Ólavur Frederiksen