mánadagur 24. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Lønin er ein fríbilett
Við eina inngongd til sjálvt G!-økið stendur
18 ára gamla Birita í Dali úr Havn á varðhaldi.
Øll, sum koma inn á økið, skulu vísa sítt
armband, og summi mótmæla, tá Birita noktar
teimum at taka rúsdrekka við inn á økið.
- Jú jú, tað kann vera nakað ”ótakknem-
meligt“ at vera vaktur, tí allir gestirnir
hava ikki eins lætt við at góðtaka reglurnar,
sigur Birita. Hetta er triðja árið, at Birita
er hjálparfólk á festivalinum, og í ár
arbeiðir hon fýra tímar hósdag og fríggjadag
og tveir tímar leygardag. Men hví velur hon
at hjálpa til?
- Lønin er ein fríbilett, men umframt
at spara eitt sindur av peningi vil eg fegin
stuðla tiltakinum við at arbeiða, tí eg meti,
at G! festivalurin er eitt sera gott tiltak.
So eg standi gleðiliga og taki ímóti eitt
sindur av hvørjum frá ymsu gestunum, sigur
Birita við einum smíli.
HíS
Hestar til børn
og fullar menn
21 ára gamla Turid
Poulsen skipaði fyri
hestaríðing
fyri
børnini á ársins G!
Festivali. Hetta er
annað árið á rað, at Turid tekur sær av
ríðing á G! Festivalinum, og millum hestar og
spent børn forstýraðu vit hana eina løtu.
- Eg havi verið til arbeiðis frá klokkan
trý og skal arbeiða til klokkan seks í dag,
og í morgin arbeiða vit frá tvey til seks,
segði Turid fríggjadagin um fýra-tíðina.
Seks hestar eru til taks fyri mongu og
spentu børnini, og sjálv eigur Turid fýra av
teimum seks, sum hon hevur tikið við sær til
Syðrugøtu úr Havn.
- Áhugin tykist vera sera stórur. Tað er so
at siga eingin løta uttan kundar, og millum
mongu børnini vilja summir fullir menn eisini
sleppa ein túr, sigur Turid flennandi.
HíS
Ov vánaligt telesamband
Millum mongu G!-gestirnar funnu vit Høgna
Reistrup, sum tók sær av løttum uttanfyri
eitt tjald. Høgni hevur fyrr gjørt um seg sum
forsangari í populera Prix-bólkinum Lawetz,
og sum so mong onnur var Høgni avgjørdur, tá
vit spurdu um ymsu bólkarnar á festivalinum.
- Kaizers Orchestra vóru størsta og besta
navnið á ársins festivali, eingin ivi um tað.
Teir er mangan trupult at liva upp vil tað,
fólk vænta av einum so stórum bólki, men teir
livdu 100% upp til allar vónir, slær Høgni
fast.
Sjálvur var Høgni til arbeiðis saman við
parti av SvF-manningini onkran av døgunum, so
hann fekk ikki møguleikan til at hoyra alt,
sum hann fegin vildi. Men umframt Kaizers
Orchestra var tað serliga ein bólkur, sum
fangaði fyrrverandi forsangaran.
Íslendsku Valravn vóru góðir og yvirraskaðu
meg positivt. Stuttligt, at slíkir heldur
ókendir bólkar eisini kunnu ríka um upplivin-
gina, sigur Høgni, sum metir skránna á ársins
G! festivali vera góða.
- Men her er altso ov vánaligt telesamband.
Tað er nakað, fyrireikararnir kundu rættað
uppá til næsta festival, sigur Høgni við
einum smíli.
HíS
Beach Party á
Gøtusandi
Mynd: Ólavur Frederiksen