mánadagur 24. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eg havi fingið
ein nýggjan vin.
Hann veit bara
ikki av tí enn.
Mugison var so
sera fittur og
líkatil, at ein
kundi ikki annað
enn at elska
hann. Framførslan
hjá Mugison
bar brá av, at
alt ber til.
Tónleikararnir
vóru
lógleysingar á
pallinum, og
hetta var ein
feit og øðrvísi
konsert.
G!FESTIVAL
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Mugison hevði ein trummuleikara
og ein bassleikara afturat sær á
pallinum. Vanliga hevur hann eina
teldu við sær. Hesa nýtur hann til
alskyns rútmur, sum fylla væl út
í tónleikinum. Men í gjár brendi
teldan hjá honum saman, og tískil
bleiv tónleikurin “Less pussy-
stuff, more rock n´ roll”.
Teir
stóðu
fyri
eini
megnar
framførslu,
sum
prógvaði
at
tónleikur ikki noyðist at vera
kroystur inn í nakrar spælireglur.
Mugison skrivar ymiskan tónleik
– okkurt var blueskent, okkurt var
rokkkent, okkurt var punkkent og
okkurt var singer/songwriter-kent.
Teir góvu sær góðar stundir á palli.
Mugison prátaði óført, og greiddi
okkum frá hvat ið fyrifórst. Millum
løgini var nógvur óskipaður gangur
á pallinum. Onkur klimpraði alla
tíð uppá okkurt ljóðføri, og hetta
tóktist eitt sindur løgi at byrja
við, men skjótt skilti tú, at hetta
bara var ein partur av tí róliga
hýrinum hjá bólkinum.
Daman slapp eisini uppí part
Mugison royndi eisini at fáa
áhoyrararnar við í framførsluna.
Einaferð bað hann ein føroying um
at koma uppá pallin, at syngja
okkurt fólkakært fyri føroyingunum.
Føroyingurin treiv í
tvinni løg hjá Páll
Finnur
Páll,
men
hetta riggaði ikki
heilt.
Eina
aðru
ferð ringdi hann til
sína damu, sum er
stødd í Íslandi, og
bað fólkið heilsa
uppá hana. Hetta var
heilt stuttligt.
Tað er júst hesin
róligi
hýrur,
sum
gjørdi konsertina so
góða og øðrvísi. Tað
var ein frígerandi
kensla, at konsertin
ikki var so tilevnað
og tøtt.
Fyri mítt viðkomandi,
vóru tvey løg serliga
góð. Tað fyrra “Jesus
is a good name to
mone”, var eitt feitt
vælsvingandi
lag,
meðan
tað
síðsta
lagið, sum snýr seg
um gott vinalag, var
ein serstakliga vøkur
balada.
Hóast
alt
kendist
óskipað og ófyrireikað,
so spældi Mugisin & Co.
eina feita konsert.
5
Infernal
broyttu gøtusand
til eina stóra
dansiveitslu, har
fleiri túsund fólk
hoppaðu og dansaðu
í takt við glaða
diskotónleikin.
G!FESTIVAL
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Talan var um eina seksutta og
stuttliga konsert við nógvari
orku og á tremur við fangandi
poppløgum, tá Infernal fór á
pallin á G! góðar tveir tímar
eftir,
at
bólkurin
skuldi
havt spælt. Serliga løgini 10
miles, Kalinka og From Paris To
Berlin fingu sandin at lyfta
seg. Her var ikki talan um
nakra stórsligna tónlistarliga
uppliving, men um eina veitslu
- eitt satt Beach Party.
Infernal hevur nógv ár á
bakið og leveraðu eina sera kekkaða
og vælsmurda framførslu. Lina og
Paw stýrdu framførsluni og høvdu
stóran part av áskoðarafjøldini
rúndarbundnan. Tann sera seksutta
og framúr gjøgnumførda koreografiin
var á einum støði, ið neyvan er
sædd á okkara leiðum áður. Her
var talan um eina væl umhugsaða
framførslu, ið gav eygunum eins
nógv og oyrunum. Bæði Lina, Paw
og báðar dansarinnurnar framførdu
koreografiina sera væl, og skaptu
ein heildarshow.
Bólkurin vísti í fleiri løgum, at
tey eisini dugdu annað enn bukandi
diskorútmir,
her
var
serliga
hálvfúla lagið Dressed In Blue
frálíkt, eitt sera funky og feitt
lag, sum tó ikki á sama hátt legði upp
til dansiveitslu, hetta var eisini
galdandi í nøkrum øðrum løgum, og
í hesum løtum misti bólkurin takið
á áskoðarum, og fleiri fóru avstað,
hetta var ivaleyst orsakað av, at
tað var vorðið
so
seint,
og
at kuldin hesin
løtuna var eitt
vet meira bítandi
enn restina av
festivalinum.
Ongar spælireglur
Kaizers fekk blóðið at kóka
Jan Lamhauge var til arbeiðis á G!
festivalinum sum ummælari fyri Dimmalætting.
Tá vit hittu hann niðri á sandinum og
spurdu, hvør høvuðsupplivingin higartil
var, ivaðist Jan ikki.
- Kaizers Orchestra setti veruliga blóðið
í kók. Eg kendi teir væl frammanundan og
visti, at teirra tónleikur er spennandi
og góður, men at hoyra teir beinleiðis
var kortini ein stór uppliving, tí teir
leveraðu eina dygdargóða framførslu, sigur
Jan Lamhauge.
Umframt Kaizers Orchestra nevnir Jan bæði
200 og Holmes Brothers sum persónligar
favorittar, men hann er skuffaður av einum
øðrum høvuðsnavni á ársins G!-skrá.
- Animal Alpha skuffaði. Eg væntaði – sum
ivaleyst mong onnur gjørdu við mær – eina
nakað stórt frá teimum, men eg meti ikki,
at bólkurin livdi upp til tað, vit væntaðu,
sigur Jan Lamhauge, áðrenn hann aftur fer
til arbeiðis við penni og blokki niðri á
sandinum.
HíS
Keisarans vinur
Kaj Johannesen, formaður í FUT, segði
seg vera bergtiknan av Kaizers Orchestra,
tá vit fingu orðið á hann fríggjadagin
seinnapartin beint innanfyri hegnið til
sjálvt G!-økið.
- Keisararnir vóru fantastiskir. Teir
spældu út av pallkantinum og fangaðu
áskoðarafjøldina, sigur Kaj Johannesen. Men
formaðurin í FUT leggur afturat, at tað
er sjálvur G!-stemningurin fram um nakran
ávísan bólk, sum er høvuðsupplivingin í
Syðrugøtu hetta vikuskiftið.
- Tað feitasta við G! er heilt avgjørt
stemningurin, sum tú sansar allastaðni, har
tú kemur. Hesin serligi stemningurin er
heilt avgjørt høvuðsupplivingin við G!-fes-
tivalinum, sigur Kaj, sum júst hevur vitjað
Kafe Katrin við sandin.
Eftir at hava hoyrt Kaizers Orchestra
gleðir Kaj seg serliga til Beth Hart, Teit
Lassen og Holmes Brothers.
- Hetta eru øll nøvn, eg havi glett meg
til at hoyra, líka síðani eg sá skránna.
Eftir mínum tykki hevur skráin eina høga
tónlistarliga dygd, og tí vil eg fegin
ynskja G! Festivalinum góðan byr, sigur Kaj
at enda.
HíS
Myndir: Ólavur Frederiksen
Mynd: Jens Kr. Vang