Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sum fleiri onnur listafólk hetta vikuskiftið – tónleikarar og eisini kendir rithøvundar - hekk Outlandish í leysari luft yvir okkara mjørkaklædda oyggjalandi í tímavís. – Giv en hånd til vores teknikere, de har ikke sovet i 17 timer! Eftir eina langa bíðitíð fingu vit á sandinum endiliga Outlandish- hittini at hoyra. Guantanamo, Aisha, Look Into My Eyes og I Only Ask Of God vóru øll á skránni. G!FESTIVAL Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Við eini rúgvu av “Oh!” og “Yeah!” – sum jú er eitt krav, tá ið talan er um hetta tónleikaslagið – rappaðu og sungu teir tríggir Bachiri, Martinez og Qadri seg gjøgnum sína sangskrá. Afturat sær høvdu teir bólkin Gypsies, ið taldi 8 mans. Eftir at hava bíðað í fleiri tímar og eftir at hava ivast í um tað yvirhøvur nakað bleiv av teimum, tyktist tað, sum fólk vóru brynjaði við toli og góðum lag. Uttan iva hevur tað verið ein sonn frøði hjá Outlandish-fjepparunum at fáa boðini um, at flogfarið hjá teimum hevði sett seg har vesturi. Og teir fingu ein góða móttøku eisini undir framførsluni. Gott lív var í fólkinum, og armarnir veittraðu í heilum í takt við teimum á pallinum. Upprunaliga skuldi bólkurin á pallin kl. 21.00. Ikki fyrr enn klokkan 04.00 streymaði heimshit- tið, Aisha, út gjøgnum hátalara- rnar. Teir í Outlandish hava uttan iva verið sera troyttir, fleiri í teirra ferðaliði høvdu ferðast frá morgunstundini av. Tá ið síðsti tónin varð sligin, var klokkan blivin so mikið nógv, at vit á sandinum ikki kundu vænta okkum nakað eykalag. Teir vóru skjótir av pallinum og inn í eini av sethúsu- num nærhendis í bygdini, har teir uttan iva hava fingið sær ein væl til trongdan blund. Teir tríggir í Outlandish eru uppvaksnir í Pakistan, Marokko og Honuras. Tónleikurin fellur í hiphop-sjangruna og er kryddaður av teirra fleirmentaða uppruna. Tekstirnir er spanskir, danskir, enskir, urdu og á arabiskum. Teir smæðast ikki við at fáast við tung evnir sum heimspolitikk og líknandi. “Vit liva í tíðum har politiskar støður polariserast og mentanir verða mettar fyri at verða innheg- naðar, sum um tær ikki kunnu sameinast. Heimurin verður ofta sæddur í gjøgnum eina avskeplandi glaskúlu, ið leggur eina gjógv ímillum “okkum” og “tykkum”.” Hesi orð innleiða teigin “Biography” á heimasíðuni. Men hóast teir siga seg leggja sál í orð og tónleik, so kendist hetta ikki sum ein av teimum heilt stóru tónleikaløtunum fyri yvirritaða. Tónleikurin hjá Outlandish er væl smurdur og fellur til tíðir væl í oyra. Hetta fekk ein at kenna hendan morgunin. At síggja alla mongdina veipa og klappa við var stuttligt. Rapp og hip-hop-mentanin fangar væl úttrykkið hjá Outlandish. Sjangran tiltalar yvirritaða einki serliga, so lesarin er vælkomin at taka hædd fyri hesum. Men – enn einaferð – stak frískir tónar av sandinum í Syðrugøtu, hóast tað til tíðir minti um ein avgreiðsluspurning hjá tí troytta bólkinum. 6 Marius: Flottur rokkur 22. jul 2006, 22:35 Tað var ein vælupplagdur Marius, ið spældi eina fína konsert á spæliplássinum á G!. Fitt av fólki var komið saman til hesa útgávukonsertina, og Marius komu væl frá uppgávuni. Teir spældu flottan, sveimandi rokk, sum lá skamt frá markinum til tað symfoniska. Tað, sum er serliga áhugavert við Mariusi er, at tú merkir, at har liggja væl gjøgnumhugsað hugskot aftanfyri, ið virka sum barlast fyri sjálva framførsluna. Allir eru teir góðir tónleikarar, men fyri tað er eingin sjálvfylgja, at tú fært ein væl samanspældan bólk. Tað er Marius hinvegin í so stóran mun, at forsangarin hevur alla ta orkuna og evnini, ið skulu til, fyri eisini at vera ein góður entertainari, ið byggir brýr millum pall og áhoyrarar. Sum heild kann sigast, at løgini eisini vóru rættiliga melodiøs, hóast tað kann vera torført at meta, um nakað veruligt hitt-potentiali er í teimum. Tað er tó eingin treyt fyri, at tónleikurin ikki kann fáa eitt væl uppiborið góðskustempul. Tað skuldi verið løgið, um teir ikki verða bidnir aftur á G! TEO Brandur Enni er ein rættur poppari 22. jul 2006, 19:00 Anytime spældi enn eina góða poppkonsert. Oddamaðurin, Brandur Enni, er ikki longur tann lítli sjarmerandi drongurin, sum vit einaferð kendu. Hann er ein sjarmerandi ungur maður, sum sanniliga hevur ment seg til ein klassasangari. Hóast teir sum mannað bólkin eru ungir, so er hetta ein bólkur í støðugari menning. Bara teir seinastu mánaðirnir hevur bólkurin spælt nógvar stórar konsertir, og hetta er slíkt sum gevur “hár á bringuna”. Tað var ein fragd at hoyra Anytime á spæliplássinum fyrr í dag. Tað var eyðsæð, at Brandur er vælumtóktur millum genturnar. Tær flokkaðust frammanfyri pallin, og hetta gav konsertini eitt meiri altjóða snið. Eg hoyrdi tíanverri ikki alla konsertina, men tað sum eg fekk við var heilt gott. Anytime hevði fingið Jens Marna Hansen at spæla við sær á G!, og hetta gjørdi eisini mun. Hann fylti væl út, og tónleikurin fall væl saman millum Anytime og Jens Marna Hansen. Hetta var helst tann besta framførslan hjá bólkinum nakrantíð. Flott! RJJ Side Effect - ungir og evnaríkir 22. jul 2006, 03:53 Side Effect vísti í kvøld á G!, at bólkurin er ein av teimum mest spennadni í Føroyum, um enn framførslan kundi verið betri Eftir at 200 hevði verið á pallinum á sandinum í Syðrugøtu, átti Side Effect tørn. Tú varnaðist beinanvegin ta serligu ljóðmyn- dina og teir freku tónarnar, sum Side Effect megnar at ganda úr ljómborðinum. Side Effect er nevniliga – sum teir sjálvir undirstrikaðu – ein elektroniskur bólkur um ein háls. Løgini vóru góð og væl spæld, og teir nógvu áhoyraraarmarnir, sum peikaðu beint upp í loft í ta ljósu summarlýkkuna, vóru eitt greitt prógv um, at Side Effect undirhelt og rokkaði. Eisini var tað stut- tligt at síggja myndirnar av bæði Bush og Lenin aftur við tónleikinum. Hinvegin kundi tað í støðum tykjast, sum forsangarin hevði trupult at røkka út um pallin, hóast hann einaferð leyp av pallinum og út til áhoyrararnar. Men fyrst og fremst er vert at leggja til merkis, tá tú hoyrir Side Effect, at í bólki- num eru knasandi dugnaligur tónleikarar, og spennandi verður at frætta, hvat bólkurin hevur at bjóða í framtíðini. TEO Outlandish lendu og avgreiddu á sandinum í Syðrugøtu ”Guantanamo” á Gøtusandi: Mi casa y su casa – Guantanamo / The grass is greener on my side - eh eh eh / And I got all my moros here – Guantanamo / Just me y my familia - eh eh eh Mynd: Ólavur Frederiksen Gott lív var í fólkinum, og armarnir veittraðu í heilum, í takt við teimum á pallinum. Mynd: Ólavur Frederiksen