mánadagur 24. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
The Holmes Brothers
spældu eina
framúrskarandi konsert
á spæliplássinum í
Syðrugøtu
G!FESTIVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Amazing Grace! So greitt kann tað
sigast um framførsluna hjá The
Holmes Brothers á G!. Bólkurin,
sum hevur framført fyri forsetum
og øðrum góðum fólki, vísti, at
hann er ein av heimsins bestu
blues- og gospelbólkum, og enn
einaferð varð tað staðfest, at
tað at spæla á spæliplássinum á
G! als ikki er nøkur degradering,
men eitt val, hvar tónleikurin
riggar best. Spæliplássið var eitt
fantastiskt stað at vera á, ta
løtuna Holmesbrøðurnir spældu.
Løtan var intim, og kortini
rokkut. Vøkur, men kortini fes-
tlig. Røturnar aftur til Robert
Johnson og aðrar blues-undangongu-
menn hómaðust, men spæligleðin var
egin, og hon ávirkaði áhoyrarnar á
tí stúgvandi fulla spæliplássinum,
sum dansaðu framman fyri pallin.
Umframt at spæla væl á ljóðførini,
so var tað eisini ein fragd fyri
oyra at hoyra tann tríraddaða san-
gin. Røddin hjá trummuspælararanum,
Popsy Dixon, er verd at taka fram,
men bluesrøddin og bassrøddin hjá
ávikavist Wendell og Sherman Holmes
fóru beint inn í hjørtuni.
Holmes Brothers góvu okkum ta
ektaðu vøruna, og bæði feeling og
spæl gingu upp í eina hægri eind.
The
Holmes
Brothers
spældu
annars í Føroyum í 1991, tá
Jazz-, fólka- og bluesfestivalurin
bjóðaði føroyingum góðan tónleik í
Norðurlandahúsinum. Vónandi ganga
ikki aftur hesaferð 15 ár, til
vit hoyra teir í
Føroyum, tí kon-
sertin á spælip-
lássinum við The
Holmes Brothers
var uttan iva
ein av teimum
bestu á G! í
ár.
Well,
kanska
hendan
umrøðan
er ein lovprísan
frá einum gomlum
blueselskara.
Men
sum
teir
sjálvir sungu,
so
er
náðin
stór.
Amazing
Grace! Feitt!
Lama Sea spældi eina
feita konsert á
Gøtusandi leygardagin.
Ikki vóru tey so mong,
sum høvdu leitað sær
oman á sandin, men tey
sum vóru til staðar
hoyrdu ein sannførandi
bólk framføra
veitslukendan popp/rokk
tónleik.
G!FESTIVAL
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Lama Sea hevur í langa tíð verið
mettur
sum
ein
spennandi
og
evnaríkur bólkur við eini bjartari
framtíð. Men nú tykist sum um
bólkurin ikki longur er lovandi
– hann er dugnaligur og etableraður
á tí føroyska tónleikapallinum,
og konsertin á G! var júst ein
staðfesting av hesum.
Bólkurin spælir betur og betur,
og teir skriva eisini betur og
betur tónleik. Fleiri av løgunum
sita ordiliga væl, og tað er eyðsæð
at ungir føroyingar taka tey til
sín. Áhoyrarar sleppa at hoppa og
dansa saman við Lama Sea, og tá
ið tónleikurin svingar allarmest,
kanst tú bara nikka váttandi og
geyla “Yeah”!
Hóast tað ikki vóru serliga nógv
fólk til staðar, so er tað eyðsæð
at bólkurin hevur fjepparar, sum
kenna løgini hjá bólkinum.
Serliga er tað sangarin, Janus
Rasmussen, sum dugur væl at føra seg
fram sum oddamaður. Hóast Janus far
harða kapping frá bassleikarinum,
so er tað Janus, sum er veruligi
oddamaðurin í bólkinum. Hetta er
eitt gott tekin, tí at hetta, at
fleiri í bólkinum halda seg framat
á pallinum, er ein mangulvøra hjá
føroyskum tónleikabólkum.
Janus hevur eisini ein rættiliga
egnan sangstíl, og tað ger bara
tónleikin enn meiri spennandi.
Bólkurin spælir eitt slag av nútí-
mans rokk/popp tónleiki, og teir
hava helst funnið íblástur frá
fleiri av teimum bólkum, sum eru
frammi í dag.
Spruttandi tónlistarlig uppliving
Lama Sea eru eisini stuttligir at
hyggja eftir. Teir liva og dansa
við tónleikinum, og tú verður sum
áhoyrari mintur á, at tónleikurin
er ein stór veitsla. Teir síggja
eisini gott út á pallinum. Tá ið
teir eru á palli leggur
tú beinanvegin merki
til eina spruttandi
tónlistarliga
orku.
Teir drøna avstað, og
áhoyrarin sleppur at
liva við framførsluni,
tí at limirnir eru
so lívligir, at tað
verður endurspeglað í
okkum sum lýða á.
Í einum lagið spæl-
di Tróndur uppá eitt
ljómborð sum gjørdi,
at hann ljóðaði sum
ein robottur. Hetta
riggaði heilt væl,
og minnir okkum enn
einaferð á, at Lama
Sea er ein bólkur sum
er á tremur við góðum
hugskotum. Og hetta
er eisini við til,
at gera bólkin til
ein hin mest spen-
nandi í landinum.
Bólkurin er at meta
sum eitt frískt lot
í einum tónlistar-
ligum
landslagið,
sum í langa tíð
hevur verið merkt
av myrkari tónleiki.
Meiri veitslu rokk/
popp til fólkið!
Samanumtikið
var
tað ein feit konsert
við Lama Sea.
7
Lama Sea í hopla
Døkkur seinnapartur á
Spæliplássinum
Seinkaðir 15 min. og við
eini heldur stirvnari
byrjan, fekk Pólson tó
borið sítt tónlistarliga
úttryk væl fram. Konsertin
var fríggjadag, men sum ein
lurtaði fekk ein eina kenslu
av tað aftnaði. Huglagið
á framførda tilfarinum var
nevnliga rættiliga myrkt,
men eisini vakurt
G!FESTIVAL
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Tilfarið, sum Pólson hevur at arbeiða við
er gott og hevur eina sterka kenslu í sær.
Hetta tilfar er annars upplagt sum ljóðspor
á einum filmi, ið snýr seg um eitthvørt
dramatiskt, melankolskt og, ikki at gloyma,
um vakurleika.
Tilfarið, sum Pólson leveraði, var av
útgávuni Koma. Ein kensla av melankoli er í
hesi útgávuni, og hendan kenslan var eisini
listarliga væl framborin, hetta hóast tað
var á alljósum fríggjadegi. Tó Ikki so dapur,
at Pólson ikki hevði yvirskot til at skemta
eitt sindur undir hesum ofta so tungu og
álvarasomu sangunum.
Vøllurin við spæliplássið var langt frá
fyltur av fólki hesa løtuna, men ein varð
avgjørt hugtikin av framførsluni. At hoyra
hesar frálíku sangir framførdar av bólkinum
sjálvum var gevandi.
Konsertin var seinkað 15 minuttir, sum
er rættiliga nógv, tá ið ein hugsar um
strømmu festival-skránna. Seinkingin gjørdi
tað, at tá ið Petur Pólson vóru komnir í
helvt, byrjaðu Makrel niðri á sandinum.
Hetta fekk nøkur at fara oman á sandin at
lurta eftir Makrel og kanska onnur at standa
í iva. Men framførslan varð sannførandi.
Byrjað var við einum lagið við triphop-
íblástri og Kára Sverrisyni á eitt bulgarskt
fiól-ljóðføri. Serliga væl framborin varð
lagið Einsemi, sum hevði eina ráða og
tunga útseting. Síðsti sangurin á fløguút-
gávuni, Koma, við sama navni, rundaði
framførsluna av. Hetta er eitt stórsligið lag
- ein vøkur symfoni við strúkarum, sum er
sjálvsama væl eydna. Bogi á Lakjuni, sum
spældi gittar á konsertini, var prodúsari á
Koma. Hann hevur helst havt ein leiklut í
útsetingini av hesum lagi. Eyðkenda gittarl-
jóðið hjá honum er ofta at hóma í ljóðmyn-
dini á Koma og eisini á hesi konsertini.
Petur Pólson hevur eitt framúr gott
sangtilfar at arbeiða við. Huglagið
konsertini var rættiliga myrkt. Men
serliga endin var stórsligin og
vakur við lagnum, rock-symfoniini,
Koma
Mynd: JJ
Gomlu gubbarnir groovaðu, guitarin græt
– Gøta gleddist!
Mynd: Ólavur Frederiksen
Mynd: Ólavur Frederiksen