Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sangløtan á G! minti nógv um felagssangin á ólavsøku G!FESTIVAL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tann stóra felagsløtan á G! var fínasta slag! Ein hugnalig løta á sandinum í Syðrugøtu við eini stórari mannamúgvu. Trio’irnar hava verið væl umboðaðar á G! 200 og The Holmes Brothers eru tvinni dømi. Men á stóru sangøtuni vóru heili 3x3 ella níggju av teimum størstu sangskrivarunum í føroyskari poppsøgu. Martin Joensen, Simme, Annika Hoydal og Nikolina av Kamarinum vóru nøkur teirra. Løtan var sera hugnalig, og tú sást mangt eitt parið spáka sær úr Norðragøtu til Syðrugøtu til felagssang. Hinvegin er spurningurin, um hetta ikki lá eitt sindur ov tætt upp at felagssanginum á ólavsøku um eina viku. Í eini listabók um Ingálv av Reyni verður spurt, um samanhangur var ímillum hansara villu listaverk og hansara stillføra persón. Á G! kann verða spurt, um samanhangur er millum fólkaognir og upphavs- fólk teirra. Tí sangløtan á G! var hugnalig. Eingin ivi um tað. Hinvegin er spurningurin, um hendan afturlítandi løtandi riggar inn í tað annars frálíka og progres- siva G!-konseptið. Ja, orsaka slík fremmandaorð, men tað finnast tvey sløg at vera bygdasligur uppá. Bygdasligur er tað fyrra, og tað inniheldur ein farra av alheims- gerð, sum G! eisini virkar fyri, nevniliga at síggja tað stóra í tí smáa. Bygdarsligur er tað seinna, og tað er, tá hugnin og sjónarrin- guriin avmarkast í egnari bygd. Upplivilsi á sangløtuni var gott saman við legendum úr føroyskum poppi, men kundi nokk flokkast í tí seinnu kategoriini. Tí hvar vóru kári p, Frændur og Terji? Eivør er ófør, tað vita øll, og hon eigur rós fyri at hava skipað fyri, og sangløtan var stak góð. Men nøkur serstøk festivaluppliv- ing var hendan løtan ikki. Tað var ein veitsluskrýdd Eivør, ið helt 23 ára føðingardagin á Gøtusandi saman við nøkrum túsund áskoðarum, og her gjørdist talan um eina hugnaliga føðingardags– veitslu, har Eivør og vinfólki á pallinum undirhelt og varð undirhildið av áskoðarunum. G!FESTIVAL Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eivør kom á pallin til fagran føðingardagssang, tá nógvar túsund røddir sungu tillukku til tín fyri føðingardags– barninum. Edvard Fuglø hevði skrýtt Eivør til konsertina, og her var veruliga talan um stórsligin pløgg, hon var í mannfólkavesti til føroysk klæði og í einum reyðum risastórum skjúrti, ið listamaðurin hevði gjørt burtur úr málaraplastikki. Á konsertini hevði Eivør stóran bólk og tríggjar kórsongkvinnur, Rúnu á Heygum, Unn Patursson og Kristinu Elisabeth Mørkøre. Bólkurin, ið taldi Magnus Johannesen á tangentum, Rógva á Rógvu á trum- mum, cymbalis og ymiskum slagverki, Edvard Nyholm Debess á bassi og dananum Troels Skovgård á gittara, umframt gestatónleikaran afrikanska Bass, ið spældi ymiskar trummir. Hesin gav konsertini veruligt flog í løgum sum Brostnar Borgir og Nú brennir tú í mær. Eivør sang væl, tað ger hon jú altíð. Tó tykjast øll skríggini, ið hon kroystir inn í nærum hvørt lag eitt sindur óneyðug, serliga týðil- igt gjørdist hetta, tá hon sang Mær leingist og næstan í krampa mátti enda lagið við einum skríggi, nú pláss ikki hevði verið fyri tí aðrastaðni. Í lagnum Brostnar borgir, skríggjaði hon eisini heilt óneyðugt í friðarligara partinum av lagnum, meðan skríggini í villa endanum riggaðu sera væl. Eingin ivi um, at skríggini eru fantas- tisk, men hendan ovurnýtslan telur niður fyri heildarupplivingina. Hetta var hennara besta G! kon- sert higartil, tí júst hesin pallur hevur ikki verið tann, ið hevur verið karmur um tær bestu konsertirnar hjá songkvinnuni. Hæddarpunktini vóru fleiri, men serliga Mær leingist, Nú brennur tú í mær og vakra lagið um systrarnar Elinborg og Elisabeth Mariu vóru góð og fingu áskoðararnar við. Eivør spældi eina fína konsert, men langt var til upplivingar sum tí á DMA Folk, har hon spældi eina av bestu framførslunum, ið eg havi upplivað. 8 Hartsláandi britpoppur 22. jul 2006, 23:59 Bretsku Social Hatcham sungu fyri fjepparum og nøkrum áhugaðum á G!. Eitt fríkst og ungdómligt innslag frá bretum íklæddum jogging-jakkum og strømmum buksum fóru teir við ljósferð eftir britpop-motorvegnum Fyri eitt tíggjutal av fjepparunum fram- manfyri pallinum tyktist hetta at vera ársins upplivilsi. Tá ungu bretarnir, Finn Kidd og Dave Javu, fóru av pallinum fingu fjeppararnir teir aftur á pallin at spæla eitt eykalag. Teir spældu seg annars so lúkst inn í britpop-sjangruna. Ikki bara tónleikurin var britpop, eisini klædnastílurin – strammar cowboybuksur, joggingjakkar og ikki at gloyma grýtuklipt hársnið. Enn eitt frísktligt tón- leikainnslag úr Syðrugøtu. JJ Ungu spælimenninir á G! 22. jul 2006, 18:03 Talan var um bæði lættan, leikandi spælimanstónleik og still vøkur løg, tá ið Ungu Spælimenninir fyri løtu síðan stóðu á lítla pallinum. Eitt nýtt ættarlið av spælimonnum sær út til at verða á veg, hetta hóast vit skriva 2006! Um hetta er satt ella ikki, er ringt at siga, men undir øllum umstøðum, so komu hesi ungu væl frá uppgávuni. Tey spældu eisini á G! í fjør, tá spældu tey saman við hetlendingum. Tey ungu høvdu m.a. valt sær eitt lag av Jens Chr. Svabo úr 1700-talinum á skránna. Hetta var eitt sera vakurt og stilt spælimanslag. Í bólkinum vóru 6 ung, øll undir 20 ár. Hesi fingu tónleikin at svinga, hóast tað tónleikurin frá pallinum við spæliplássið órógvaði, tá ið tey stillu løgini vórðu spæld. JJ Aftur í 1400-talið við Valravn 22. jul 2006, 05:50 Valravn ganga vegin hjá donsku Sorten Muld og øðrum. Við spæliplássið spældu tey siðbundin løg, m.a. fólkatónleik, ið leitaði heilt aftur í 1400-talið. Føroyska Anna Kartin Egilstrøð sang í bólkinum, sum er mannaður við dønum. Hon sang á bæði á føroyskum, íslendskum og donskum. Ljóðførini vóru eitt sindur serligari enn vanlig. Tað eina ljóðførið, ein snúðurlig, sum á enskum kallast “hurdy gurdy”, varð brúkt í tí eina umleið 600 ára gamla franska dansilagnum. Hóast tónleikaslagið ikki er so væl umboðað í tónleiki annars, so var tónleikurin ikki nakað serliga slóðbrótandi. Undirritaði var ikki líka hugtikin av tónleikinum eins og tey 20-30 á fremstu røð, sum sungu, klappaðu og dansaðu við. Stórsligin føðingardagur Tann stóra sangløtan á G!: Ein lítil ólavsøka Mynd: Ólavur Frederiksen Mynd: Ólavur Frederiksen