mánadagur 24. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aftur í ár megnaði 200
at liva upp til at vera
eitt av bestu nøvnunum
á G! í ár.
G!FESTIVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
200 vóru aftur í ár í toppformi,
tá teir spældu á G!Festivalinum.
Einki G! uttan 200! Tað søgdu teir
í øllum førum sjálvir. Og kanska er
okkurt um tað.
Løtan við 200 í fjør var min-
nilig. Hesaferð høvdu teir nakað
at liva upp til, og tað er ikki
altíð so lætt. Men tað meistraðu
teir til UG!
200 kundu valt ta løttu loys-
nina og havt eina framførslu,
ið líktist henni í fjør, við
pappmasje-longutong og øðrum 200-
merchandise. Ístaðin høvdu teir
eina kula útgávukonsert uttan roks
og hóvasták, har teir komu við
gomlum tilfari og nýggjum løgum frá
Graceland.
200 kom stak væl frá uppgávuni.
Hóast tað frættist, at teirra fasti
ljóðmaður ikki var komin fram vegna
mjørka í Vágum, og ein avloysari
røkti hesa uppgávuna, so var ljóðið
í topp. Ljósið var eisini ein fragd
fyri eyga, og myndirnar aftan
fyri av bólkinum riggaðu væl til
framførsluna.
Kjak úr Løgtinginum
Tá 200 millum løgini spældi eitt
samanklipt ljóðbrot úr frá kjakinum
í Løgtinginum seinasta heyst, um
samkynd skulu vera vard av anti-
diskriminatiónsparagraffini,
var
paradoksið fullkomið: Kjakið úr
tinginum vísti, hvussu pínligt
tað
viðhvørt
kann
vera
at
kallast føroyingur, meðan løtan
í góðveðrinum á sandinum prógvaði
tað øvugta. Tað var ikki sørt, at
fjøldin varð eitt sindur kløkk,
tá røddirnir hjá monnum – og bara
monnum - sum Karsten Hansen, Óla
Breckmann og Gunnari Nattestad
ávaraðu um, at tað fór at gangast
Føroyum sum Sódomu og Gómorru, um
hendan paragraff bleiv samtykt.
At definera list, sum nakað, ið
skal flyta mørk, er eftir mínum
tykki ein heldur smøl meting, tí
góðska skal eisini til. Tónleikurin
hjá 200 klárar tó bæði, tí hann er
bæði væl skrivaður og spældur, og
roynir at prika eitt sindur í ta
føroysku moralballónina, ið stundum
kann tykjast bara at víðkast heldur
enn at bresta. Av tí sama kemur
leikluturin hjá 200 í Føroyum at
virka sum eitt slag av ventili, har
satiran ger upp við alla misnýtslu
av
Halgubók
og
heimastýri.
Um 200 ár verða
fløgurnar
hjá
bólkinum at finna á
Landsskjalasavninum
sum søguligt prógv
um, hvussu tað var
at búgva í Føroyum
2006. Hvussu nógv
vit
væntaðu
av
visjón 2015, hvat
presturin í Hvalvík
segði um 200 - og
hvussu ótrúliga væl
200 spældi.
9
Poppkorn endaðu stóru
barnaskránna á G!
22. jul 2006, 17:39
Sum altíð var tað Lillian Dalsgaard sum
gjørdi framførsluna hjá Poppkorn verda at
uppliva. Hon er sera glað og nærverandi á
pallinum. Trygg, livandi og alla tíðina í
sambandi við tey sum lurta.
Og so megnar hon tað sum hinar stóru gentu-
fyrimyndirnar, t.d. Britney Spears og Ashley
Simpson, ofta ikki gera: hon syngur live!
Útskifting hevur verið millum hinar limirnar
í vældámda gentubólkinum, men hetta ger ikki
so stóran mun fyri konsertupplivingina, av
tí at tað bara er Lillian sum syngur. Hinar
dansa. Og so spæla tær at tær syngja viðh-
vørt, og tað sær løgið út. Tað hoyrist væl,
at tónleikurin og kórsangurin eru “playback”
- tað er onki loyndarmál – so tað hevði
kanska verið líka gott bara at hildið seg til
dansin. Ella enn betri; hvussu við live sangi
allan vegin ígjøgnum?
Um tað er tí manningin er nýggj ella ei,
so eru dansarinnurnar ikki líka glaðar og
tryggar á pallinum sum stjørnan í bólkinum.
Spell.
G! konsertin var annars góð. Bara løg av
fløguni vóru spæld og fólk tóku væl ímóti.
Børn, foreldur og eisini tey mitt ímillum.
bc
G! fyri børnini
22. jul 2006, 16:31
Klokkan 14 byrjaði stóra barnaskráin á G!
og Angela skipaði fyri. Sera nógv børn – og
vaksin – vóru møtt upp á spæliplássinum. Á
skránni vóru m.a. undirhald við Ludvík og
ommu hansara, skattajakt við Kaptajn Reyðkál
og Angelu sum sjórænara-Sally, ponyríðing og
hárflætting.
Skatturin var sjálvandi funnin niðri á
sandinum har tveir aðrir sjórænarar ansaðu
honum. Áðrenn hann kundi gravast upp noyddust
børnini at gera ymiskt fyri at fáa spakan
frá eina sjórænaranum. Tey grulvaðu, lakkaðu
og at enda kitlaðu tey sjórænaran til hann
noyddist at geva teimum spakan. Og so fóru
øll at grava. Skatturin, sum var ein kista
á tremur av bommum, var skjótt funnin og
øll børnini (og onkrar mammur eisini) fingu
burturav.
Síðan gekk leiðin niðanaftur á spælip-
lássið, men har hendi onki og nógv børn
ótolnaðust og rýmdu, áðrenn næsti parturin
av tiltakinum byrjaði. Bárður Persson og Elin
á Rógvu saman við dansigentum, undirhildu og
spældu hittlagið Lort í býin og nýggja lagið
Upp á tá, og hetta endaði barnatiltakið og
gjørdi pallin kláran til Popkorn.
bc/nud
80ara rokkur við Sign
22. jul 2006, 19:28
Íslendsku tónleikarirnir í Sign hava leitað
sær íblástur frá teimum góðu, gomlu legendunum
úr 80unum. Teir nýttu allar spælireglur
sum hoyra 80unum til – teir vóru smurdir,
sangarin sang í falsett og niðurløgini vóru
fangandi.
Tað sum gjørdi framførsluna hjá Sign feita
var, at teir gera tað sum elska – og teir
gjørdu tað 100%. Teir livdu veruliga við
framførsluni, og hetta smittaði á teir fáu
áhoyrararnar, sum høvdu leitað sær á spæli-
plássi í Syðrugøtu at lurta eftir íslendskum
80ara rokki.
200: Undirgrundin
náddi hæddirnar
Mynd: Ólavur Frederiksen
Mynd: Ólavur Frederiksen