mánadagur 24. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Tað var ein perlurøð
av tónlistarligum
tilfari, sum
streymaði út gjøgnum
hátalararnar á sandinum
í Syðrugøtu, men
sum tónleikaáhugaður
føroyingur saknaði eg
tað óvæntaða
G!FESTIVAL
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
- Hendan sangin skrivaði eg stutt
eftir Tsunami-vanlukkuna og so var
Bush eisini akkurát afturvaldur til
forseta, so stemningurin millum
fólk var eitt sindur dapur. Nakað
soleiðis presenteraði Teitur sangin
“Louis, Louis” á G! ´06. Sangurin
er ein kvøða til Louis
Armstrong og biðir hann
Armstrong koma aftur og
syngja fyri heiminum, tí
heimurin hevur brúk fyri
honum – Louis Armstrong
sang sangin “What a
Wonderful World”.
Men leygarkvøldið á
G! var tað Teitur, sum
sang fyri fólkinum. Og
eftir øllum at døma
hava vit brúk fyri tí
– vit gjalda jú fyri
atgongumerkið.
Teitur verður ofta set-
tur í samband við Sing
and Songwriter-sjangru-
na, har tónlistafólkið
gjarna er ein, sum ger
egin løg, syngur og
spælir tey, oftast á
gittar. At fella í eina
sjangru
slepst
ikki
undan, hugtakið stílur
er yvir øllum listarl-
igum úttrykkum. Eisini
skal ein tílíkur “sing
and
Songwriter”
hava
eitthvørt uppá hjarta,
sum fólk kunnu kenna seg
aftur í – har skal vera
eitt
ávíst
samskifti
millum áhoyraran og san-
gin. Hetta tóktist ein at merkja
undir konsertini, har bæði yngri
og eldri á enskum sungu við Teiti
og hansara monnum.
Fiólleikarin,
Andreas
Birk,
passaði sera væl inn í fleiri av
løgunum hjá Teiti. Av fremstu røð
var hesin serliga væl móttikin
av kvinnuligu áhoyrarunum. Til
lætta og leikandi lagið “My Baby”
hóskaði fiólin sera væl til og
kryddaði lagið.
Flestu løgini á skránni hjá
Teiti á G! vóru av tí seinastu
útgávuni “Stay under the Stars”.
Eitt lag snýr seg um ein innbrot-
stjóv, sum er í ferð við at gera
sín gerning; eitt um ein tumlara
og so er tað Louis Louis, sum er
ein perla av eini útseting. Fleiri
av løgunum hjá Teiti hava ein klas-
sikara-dám yvir sær, ið ber boð um
langa livitíð – hetta síðst nevnda
er avgjørt tað mest framúrskarandi.
Av seinastu útgávuni er lagið um
tjóvin “Thief about to break in”
og eisini “Hitchhiker” eitt tílíkt
klassiskt lag.
Sama skráin
Hóast allar hesar perlurnar og eina
stak hugnaligu tónleikaløtu, so
saknaði eg fleiri óvæntaði innsløg
– t.d. aðrar sangir, sum ikki eru á
hansara útgávum. Hetta kann kanska
tykjast vera órímiligt at krevja,
tí Teitur hevur jú ikki framført í
Føroyum eftir, at hansara seinasta
fløga kom út. Men, tá ið ein
hevur verið á nøkrum konsertum
hjá Teiti, so líkjast hesar nógv,
um ein hugsar um val av sangum
og útsetingum av sangum. Teir
somu sangirnir ganga aftur á
tónleikaskránni og útsetingarnar
víkja í sera lítlan mun
frá teimum á fløguútgávuni.
Men tilfarið, sum maðurin hevur at
bjóða føroyingum er framúr gott og
hevur sent Teit á eina spennandi
tónleikaferð út í heim. Og, tað
er gleðiligt, at Teitur velur at
steðga á G! og vónandi hoyra vit
hann syngja okkum ein sang á næsta
G!.
Perlur og fiól
Rundstykki,
franskbreyð, rugbreyð
og viðskeri í langar
banar. Kaffi, te, djús
og frukt. Morgunmaturin
var framúr góður og
eini 250 fólk ótu har
dagliga
G!FESTIVAL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av G! siga, at teir
allatíðina arbeiða við at gera
heildarupplivingin av festivalinum
betri fyri hvørt ár. Ein partur av
tí er sjálvandi at fáa umstøðurnar
hjá teimum, ið tjalda eru so góðar
sum gjørligt. Hóast tað enn er
langt eftir á mál har, so kunnu
vit eftir ársins útgávu av G!
staðfesta, at morgunmaturin nú er
framúr.
Undanfarin ár hevur tað eisini
verið so, at tey á tjaldingarøkinum
høvdu møguleika at fáa sær morgun-
mat, men tá ert tú ikki sloppin
at sita inni og eta á høllini.
Ei heldur hevur tá verið talan um
sjálvtøkuborð, men eina pakkaloysn
har tú fekk ein posa við øllum í,
og tá var góðskan eisini so sum
so.
Men í ár var øðrvísi. Hvønn mor-
gun var stórt sjálvtøkuborð uppi í
skúlanum. Gaman í, so kostaði tað 50
krónur, men tá fekst tú eisini alt
tú kundi ynskja tær til morgunmat
eftir eina langa nátt. Rundstykki,
franskbreyð og rugbreyð. Smør,
ost, súltutoy, sjokolátu, hunang,
spejpylsu og rullupylsu. Súrepli,
banin og appilsin. Djús, kaffi, te
og kakao. Og tey, sum ynsktu eina
øl aftur við morgunmatinum sluppu
eisini at hava tað inn við.
Og fólk vóru glað fyri morgun-
matin. Hvønn morgun frá klokkan
nýggju og til tað stongdi
klokkan eitt var fult av fólki og
át. Damurnar, sum ansaðu eftir at
ov mikið var til av øllum, lótu
bara væl at og søgdu, at sum heild
høvdu fólkini bara verið fitt.
- Eini 250 fólk hava vitjað her
og etið, og bara einaferð bleiv tað
óneyðuga rokaligt, so tað er bara
óført, vistu damurnar, sum hildu
skil á matinum at siga.
Jú, morgunmaturin á ársins útgávu
av G! var framúr og tær hálvthun-
drað krónurnar, maturin kostar eru
væl givnar út.
Morgunmatur við manér
Mynd: Ólavur Frederiksen
Mynd: Ólavur Frederiksen