týsdagur 25. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 141 - 25. juli 2006
Á Summar–
festivalinum verður
eitt Silvaland
til børnini, har
gyklarar, klovnar,
Trøllapætur og
omman, festivaldjór,
geitalomb og Silvi
koma á vitjan
Summarfestivalur
Nógv spennandi og stutt–
ligt verður á skránni til
teir yngstu gestirnar á
Summarfestivalinum.
Í samstarvi við Norðoya
Sparikassa verður eitt stórt
Silvaland sett upp á økinum
við Akursmørk í Klaksvík,
har børnini fáa høvi at
síggja Silva, gyklarar, Trøl–
lapætur og ommuna og
mong onnur. Eisini verður
møguleiki at klatra, reiggja,
skreiða og hoppa.
Silvalandið kemur at
standa beint yvir av Vágs–
bøi, har stóri pallurin er,
so børnini kunnu stuttleika
sær, meðan tey vaksnu njóta
tónleikin.
Børnini fara at uppliva
livandi bamsur, sum spæla
tónleik og Poppkorn og
Dropar koma somuleiðis
at syngja og spæla. Har
verður
ein
yvirvaksin
gorilla handan klaverið,
ein gul bamsa spælir upp
á bass, ein haruvinur hjá
Silva spælir trummur og
ein høsnarungi syngur.
Harafturat verða eisini
geitarlomb á økinum, sum
børnini fáa loyvi til at kela
og klappa.
Ein serlig plakat er gjørd
í sambandi við tiltakið, sum
Edward Fuglø, listamaður,
hevur gjørt. Plakatin er
gjørd við íblástri frá gomlu
sirkusplakatunum
við
klovnum uppi í hornunum
og annars myndir av øllum
teimum serligu gestunum
og tilboðunum, ið verða í
Silvalandinum.
- Ætlanin var at gera
eina plakat, sum bæði er
summarslig og festlig, sigur
Edward Fuglø.
Øll børn, ið kundu hugsað
sær at átt eina tílíka plakat,
kunnu støkka inn á gólvið í
Norðoya Sparikassa og fáa
hana ókeypis.
Silvaland til børnini
Tíðindaskriv
Almannastovan søkir
sosialráðgevar
www.almannastovan.fo
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Á Almannastovuni
arbeiða umleið 100
fólk, harav 7 starvast á
Arbeiðsmarknaðar-
deildini í løtuni.
Hevur tú hug at royna teg
í einum spennandi
arbeiðsumhvørvi í
støðugari menning við
nógvum avbjóðingum?
Søkt verður eftir
sosialráðgevum til
Arbeiðsmarknaðardeildina
á Almannastovuni vegna
uppnormering av deildini.
Nærri fæst at vita um
størvini við at venda sær
til Marjun Berg,
deildarleiðara, á tlf.
353570 ella við at fara
inn á heimasíðu okkara:
www.almannastovan.fo
ella á www.portal.fo.
Umsóknarfreistin er 14.
aug. 2006 kl. 12.00
Listamaðurin, Edward
Fuglø, hevur gjørt serligu
plakatina til Silvalandið á
Summarfestivalinum
Upp undir
Ólavsøkuna er
altíð nógv stákan
av ymiskum slag.
Nógvur matur verður
gjørdur og oftast
verður okkurt serligt
gjørt burturúr. Í ár
fær ein møguleika at
keypa sær asiatiskar
smárættir í Niels
Finsens Gøtu, men
kjøtið er føroyskt
Ólavsøka
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Torfinnur Dalsgarð slaktaði
fyri nøkrum døgum síðan
eitt neyt til eina heldur
forkunnuga
fyritøku
– asiatiskar rættir. Tað er
Grækaris
Magnussen,
sum hevur bílagt. Í nakrar
dagar hevur kjøtið hingið
í kølirúmi og í løtuni eru
Grækaris í ferð við at skera
kjøtið í bitarnar, sum skulu
kryddast við asiatiskum
kryddaríum. Grækaris fer at
selja asiatiskar rættir í lítla
handlinum yvir av Auto,
sum eitur Bjalla – Krydd
& Krás.
Torfinnur
Dalsgarð
hevur 24 mjólkineyt og
50 neyt tilsamans í fjós–
inum úti í Havnadali. Tað
eru nøkur, sum brúka
hendan
møguleikan
at
keypa kjøt í staðin fyri at
keypa frá teimum vanligu
matvøruhandlunum.
– Tað er serliga út á heyst–
ið, at fólk bíleggja sær kjøt
at koyra í frystiboksir.
So tað gongur væl við tí.
Dygdin er góð, betri í mun
til tað innflutta kjøtið.
Kjøtið hevur hingið í
nakrar dagar nú og eftir
slaktið hevur Poul Muller
tikið sær av grovskeringini.
Og síðan er Grækaris
Magnussen sloppin framat
at skera í bitar og annað
sum skal brúkast til sjálvu
matgerðina. Í kvøld og
í
morgin
skal
kjøtið
kryddast og Grækaris vó–
nar, at hann kann bjóða
kundum asiatiskar rættir
mikukvøldið, og um ikki
hetta eydnast, so hósdagin.
Kryddaríið, sum verður
brúkt til hesar rættirnar
er upprunavøra og kemur
beinleiðis úr Asia, úr India,
Teiland, Kina og Vietnam
- og er ikki blandingsvøra
aðrastaðni frá. Grækaris
fortelur, at hetta er ikki
tað sama sum ein fær í
matvøruhandlum annars. –
Nei, hesar vørurnar sum vit
innflyta eru væl betri enn,
tað, sum ein fær aðrastaðni.
T.d. eru rísini 100% jasmin-
rís og ikki blandings-vøru,
sigur Grækaris.
Eftir fínskeringina av
kjøtinum fer hann í gongd
við
at
krydda
kjøtið,
soleiðis at Ólavsøkugestir
fáa møguleika at keypa sær
hesar forkunnugu rættir,
sum eru: Orientalsk karry-
rættur við kalkunkjøtið.
Paprika-rættur við føroysk–
um neytakjøti, og so ein
meksikanskur chilli con
carne-rættur
eisini
við
føroyskum neytakjøti. Til
allar rættirnar verður jas–
min-rísi serverað. Til chilli
con carni verður hakkikjøt
av føroyskum neytakjøtið
brúkt. Grækaris fortelur, at
tað ikki er umstøður at gera
meiri burturúr enn tríggjar
rættir. – Vit høvdu hugsað
okkum kanska at víst,
hvussu ein gjørdi rættirnar,
men tað fer helst at vera ov
trongligt nú á Ólavsøku.
Føroyskt neytakjøt og asiatiskt kryddarí á Ólavsøku
Grækaris skerir feitt burtur
Poul Müller, bóndi, og Grækaris Magnussen við neytakjøtinum