Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006  tíðindi Venja til ólavsøkukonsertina Ólavsøku­fyri­reik­i ng­arn­ar byrja av álvara at merkjast og sígg jast í høvuðs­ staðnum. Menn heingja ljósperur upp og ymsa­ staðni hoyrist tónleikur út ígjøgnum opnar glugg ar. Ein skal ikki ganga longi í býnum, áður enn ein rennur seg í ólavsøkufyri­reik­i ng­ ar. Í morgi n stukku vit inn á gólvið í Skansastovu yviri vi Strond í Havn. Har vandi Eyðun Nolsøe og manning hansara. Eyðun er eitt av nøvnunum á plakatini til ólavsøkukonsertina í ár. Tygara útsendi slapp innar at lurta og at taka nakrar myndir og lata sum um, at hann ikki var á staðnum, tí menn taka venjingarnar í álvara. Tað sást og hoyrdist. Hesa løtuna, vit stukku inn á gólvið (og lótu sum um vit ikki gjørdu tað fyri ikki at órógva), var tað nokk eitt nýtt lag, ið var á skránni. Men Eyðuni so líkt. so tók tað bert lítla løtu, til ein ivaðist, um ein hevði hoyrt lagi ð áður. Eitt lag, ið skjótt festir seg. Eyðun hevur savnað góða manning afturat sær. Leivur Thomsen á gui tar, Rógva á Rógvu, trummur, Arnold Ludvig á bass og Pætur við Keldu tangentar. Á loftinum hoyrdust eisini tónar og har vandi blás­ araparturin av bólkinum hjá Eyðuni. Tróndur Enni og Hans Petur í Brekkunum vóru í holt við at seta síðstu tónarnar á pláss, ið skulu blásast afturvið løgu num hjá Eyðuni, tá hann fer á pall á ólavsøkukonsertini, sum verður fyri 20. ferð í ár. Ein høvuðsfyrireikari av konsertini hevur í mong ár verið Kaj Johannesen. Eis­ ini hann hittu vit í morgu n, meðan hann reikaði Havn­ ina runt fyri at savna leysar endar í samband við kon­ sertina, sum í ár hevur 20 ár á baki. Júst strongdur var hann ikki, men heilt uttanfyri blaðmannaprátið duldi hann tó ikki, at tað er strævið starv at fáa so stórt tiltak at rigg a, so at alt í síðsta enda klappar. Eitt av nøvnunum á kon­ sertini í ár er Mezzoforte úr Íslandi. Teimum royndu vit í morgu n at fáa fatur í, men tað eydnaðist ikki reiðilig a. Tó so, tí eina lim­ inumí bólinum eydnaðist at fáa í telefonhornið, men hann var staddur í Spania, tá hann tók telefonina og vildi tí so fegi n at onkur annar í bólkinum skluldi svara. Ætlanin var tó bert at spyrja, hvat vit kunnu vænta okkum av Mezzo­ forte á Ólavsøku. Hesum bólki av íslendskum tón­ leikaúrmælingu m, sum í áttatiárunum hug tók allan heim og sum eisini løgdu leiðina fram við á Tórs­ havnar Jazz Fólka og Bluesfestival einaferð síðst í áttatiárunum. Tað størsta innan íslendska tónleika­ vinnu, innan Bjørk bygdi sær stórar tónleikavarðar. Men so mikið fingu vit tó burturúr telefonsam­ røðuni við íslendingi n í Spaniu , at Mezzoforte gleð­ ir seg at koma til Føroya og tað gera teir í morgi n, mikudag. Tað kann tykjast, sum vendir konsertin í ár sær til eina nakað eldri fjøld, enn ungu fjøldina, ið vanlig a hevur vitjað ólavsøku­ konsertina seinnu árini. Konsertin hevur eisini fingi ð skeinkiloyvi. Rundferðin í Havnini ein týsmorgi n ein dag, har alt er í ferð við at vakna , nú ólavsøkan nærkast, er av. Ólavsøkan nærkast og somuleiðis ólav­ søkukonsertin, sum í ár er fyri 20 ferð. Og bólkarnir eru byrjaðir at venja til koncertina hóskvøldið og fyri­ reikarin reikar Havn­ ina runt at savna síðstu endarnar, so alt at enda klappar. Ólavsøkukonsertin hevur fingið skeinki­ loyvi. Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinne@sosialurin.fo Rætting Í samrøðu við Gunnleiv Dalsgarð í blaðnum í gjár um sveisarar úr Póllandi, sum koma til landið at arbeiða fyri lægri løn enn føroyskir handverkarar, verður nævnt, at tað sum fær formannin í Starvs­ mannafelagnum at taka orðið er ein oddagrein, har ynskt verður tillukku. Í greinini verður sagt, at oddagreinin ynskir Skipasmiðjuni tillukku. Hetta er ikki rætt, tí oddagreinin ynskir fakfeløgu m tillukku og er tað m.a. hetta, ið fær Gunnleivur Dalsgarð at taka orðið. Vit biða lesaran orsaka villuna. -blðm- Eingin ólavsøka uttan Ævintýraferðina Sjónleika- og tónleikabólkurin Ævintýraferðin framførir sín nýggja leik ”Alt ber til” allar dagarnar á ólavsøku fyri børnum og vaksnum í tí nýggja gula kommunuskúlanum í Kongagøtu. Barnaleikur og útileikur er seinnu árini vorðin partur av ólavsøkuni og so er eisini í ár. Við sjónleiki og tónleiki og saman við børnunum fara Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum, Búi Sibbidibbidimdimdubadabadamog Sofía Sofía bingbangbong eina ferð inn í eitt ævintýraland. Eitt ævintýraland har alt ber til. Í tíðindaskrivi sig a leikararnir, at; tað stuttlig a við ævintýraferðini er, at har sleppur tú at spæla við, syngja við, hjálpa okkum at loysa gátuna og royna tey stuttligu ljóðførini eftir sýningi na. Eisini fær tú møgu leikan at ogna tær spildurnýgg ju fløgu na, ”Alt ber til”. Hetta er triðju ferð Ævintýraferðin er á ferð á ólavsøku og hesaferð verður ferðin sjálvandi nýgg j, bæði søgug ongdin og tónleikurin. Leikurin hevur ein kláran reyðan tráð og eitt greitt innihald. Tó er leikurin gjørdur broytiligu r og fleksibul við tí fyri eyga at draga børnini inn í leikin so nógv sum gjørlig t, uttan at reyði tráðurin verður kvettur. Sagt verður, at sjónleikur og serstaklig a tónleikur, sum børn sjálv eru við til at skapa, letur upp fyri loynikrókum hjá børnum og fær tey at mennast. Hví ikki royna tað á ólavsøku?, spyrja leikararnir. - Vit vóna at sleppa at framføra fyri øllum børnum og barnsligu m sálum á ólavsøku og gleða okkum at sígg ja tykkum, sig a leikararnir. Leikurin verður vístur hesar dagarnar: Hósdag 27. juli kl. 16.00 Ólavsøkuaftan kl.15.00 & kl.17.00 Ólavsøkudag kl.15.00 & kl.17.00 Sunnudag 30. juli kl.16.00 Ævintýraferðin – alt ber til. Tíðaærtlan til 20indu ólavskukonsertina 27. juli Kommunuskúlagarðinum 20:00-20:10 PoP-ToP Vinnarin 20:15-20:25 Beatboy 20:30-20:55 Crawling Blue 21:05-21:35 Maria & Gunnar Guttesen 21:40-22:00 Kristleif Zachariasen 22:10-22:40 Hgni Lisberg 22:45-23:00 Lena Anderssen 23:10-23:45 Eyun Nolse Band 23:50-00:00 Mariu s(solo) 00:00-00:20 TJALDI: “StórBandittarnir” 00:20-01:35 Mezzoforte 01:45-02:15 EGR2PLZ 02:25-02:50 Dreams 03:00-03:25 Side-Effect 03:25-04:00 Mc-Hr Tíðirnarnar eru vegleiðandi Tjaldinum spæla Brekku Brothers, Tórshavnar Big Band og Tima Seppala.