týsdagur 25. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 141 - 25. juli 2006
tíðindi
Í hesum døgum eru
120 luttakar úr 18
londum savnaðir til
eina stóra altjóða
ráðstevnu í Føroyum.
International
Society for Business
Education eitur
felagsskapurin
aftanfyri ráðstevnuna,
sum løgmaður setti
í dag, og er tað í
høvuðsheitum ein
felagsskapur fyri
handilsskúlalærarar
RÁÐSTEVNA
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, sum setti 78th
SIEC / ISBE International
Conference uppi í Norður–
landahúsinum. Talan er
um eina ráðstevnu fyri
handilsskúla lærarar kring
allan knøttin, sum nú um
dagarnar eru savnaðir í
Føroyum.
Jòannes
Eidesgaard
samanbar ráðstevnuna í dag
við Visjón 2015. Tí á ráð–
stevnuni í dag eru lærarar
allastaðni frá savnaðir fyri
at kjakast og tosa saman, við
tí fyri eyga at fáa eina betri
útbúgving. Sambært løg–
manni er Visjón 2015 ikki
ólík í so máta, at politiski
myndugleikin hevur sett
sær nøkur felags–mál og
síðani er farin at viðgera
og kjakast um, hvussu vit
røkka hesum málum.
- Útbúgving er eisini
ein av hornasteinunum í
visjónunum, og tit eru væl–
afturkomin aftur í 2015 at
síggja, hvussu tað nú hevur
gingið hjá okkum, segði
løgmaður millum annað í
setanarrøðu síni.
Forelskað í Føroyum
Forsetin
í
ISBE,
Peg
Saragina,
var
næst
á
røðarapallinum og eitt tað
fyrsta hon segði var, at hon
var vorðin forelskað í Før–
oyum.
- I'm so in love with
this country, segði hon og
gleddi seg til at uppliva
oyggjarnar næstu dagarnar.
Umframt fimm fyrilestrar,
workshops og aðrar fak–
ligar avbjóðingar, skulu
lærararnir sjálvandi eisini
út at síggja Føroyar.
- Tað fakliga er eitt, men
tit mugu ikki undirmeta
týdningin av tí sosiala. Tí
fari eg at heita á tykkum
um at práta við fólk, so
nógv sum gjørligt, tá vit
eru á ymsu túrunum, tí
tey bondini tit knýta her
kunnu vísa seg at vera
sera virðismikil, segði Peg
Saragina, sum er forsetin
í ISBE.
Aftan á fyrilestrarnar
í dag, sum vóru tríggir í
tali, skuldu luttakararnir
ganga ein túr í býnum. Í
morgin eru tveir fyrilestrar
aftrat, og tað sum síðani er
eftir at tí fakliga eru fleiri
workshops og námsskeið.
Annars skulu dagarnar
her brúkast til at uppliva
oyggjarnar. Luttakararnir
fara avstað aftur aftan á
ólavsøku.
Meiri um ráðstevnuna ke–
mur í blaðnum í morgin, tá
ein samrøða við forsetan í
ISBE, Peg Saragina, verður
við.
120 lærarar úr 18 londum
savnast í Føroyum
Heðin Samuelsen greiddi frá teimum praktisku viðurskiftunum, og Jóannes Eidesgaard setti ráðstevnuna í morgun
120 luttakarar úr hesum 18
londunum luttaka á ráðstevnuni í
Føroyum:
∙
Føroyar
∙
Hetland
∙
Ísland
∙
Svøríki
∙
Noreg
∙
Danmark
∙
Finnland
∙
Skotland
∙
Ongland
∙
Belgia
∙
Týskland
∙
Korea
∙
Eysturríki
∙
Italia
∙
Póland
∙
USA
∙
Kekkia
∙
Sveits
FAKTA