Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 7 tíðindi Fríggjakvøldið í síðstu viku vóru fimm ungdómar í einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum. Høvdu tey ikki verið í trygdarbelti, høvdu tey ikki komið so mikið væl frá óhappinum Ferðsluóhapp Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Tað er einki at ivast í, at trygdarbeltini eiga lívið í teimum ungu í bilinum. Dóttur mín hevði bara trygdarbeltið um búkin, og tískil hevur hon brotið ryggin. Hini í bilinum hava tíbetur einki brotið, men hava ilt í rygginum, knøunum og halabeininum. Men hvat hevði hent, um tey ikki vóru íbundin, tori eg næstan ikki at hugsa um, sigur Annika í Dali, mamma at 13 ára gomlu Bryndis í Dali, sum sat mitt aftanfyri í bilunum. Fríggjakvøldið klokkan hálvgum átta fóru fimm ungdómar biltúr til Kolla­ fjarðar. Tey keddu seg í Havn, tí flest øll hini vinfólkini vóru á G! festivali í Gøtu. Tey koyrdu eftir Oyggjar­ vegnum, tí tey hildu Kolla­ fjarðartunnilin var stongd­ur vegna vegarbeiði. Á Oyggjar­ vegnum var ógvuliga tjúkt í mjørka, og tí koyrdi 21 ára gamli bilførarin við varsemi, og øll í bilinum spentu trygdarbeltið um miðjuna. Tá tey komu niðan á fjall­ið og skuldu venda om­an móti Statoilstøðini í Kollafjarðardali, steðgaði bilf­ørarin fyri einum seyði á vegnum. Bilførarin, sum koyrdi aftanfyri, sá ikki, at bilurin frammanfyri steðgaði, og rendi við fullari ferð inn í bilin hjá ungdómunum. So fór bilurin við nógvari ferð inn í bilverjuna og síðani fleiri metrar niðanav: – Hevði bilurin flutt seg minni enn hálvan metur aft­ urat, hevði hann dottið niður í eina djúpa holu, sigur Árna Helmsdal, mamma at 13 ára gomlu Bjartu Helmsdal, sum sat aftanfyri í bilinum. Einki hendi við bilinum ella bilføraranum, sum rendi á, men ungdómarnir í árenda bilinum vórðu flutt við sjúkrabili á Lands­ sjúkrahúsið í skundi. Serliga var tann eina gentan, sum sat mitt aftanfyri í bilinum, illa fyri: – Vit fingu bara smáar bitar av søguni at vita í senn. So at byrja við helt eg bara, at eg skuldi út á skaðastovuna eftir dóttrini. Men tá eg so kom út á Landssjúkrahúsið, sá eg, at verri var statt, sigur Annika í Dali. – Í gjár fingu vit síðan at vita, at hon hevði fingið heilaskjálvta, brotið ryggin og noyðist at liggja í korsett í tríggjar mánaðir. Enn vita vit ikki, hvørja ávirkan hetta fer at hava á hana, men tíbetur hava vit fingið at vita, at hon ikki verður lamin, sigur Annika í Dali at enda. - Eg sá bilin aftanfyri koma nærri og nærri. Eg varð sera bangin, og at enda blundaði eg bara, greiðir Bjarta Helmsdal frá, sum saman við hinum í bilinum spenti trygdarbeltið tveir min­­ uttir áðrenn óhappið Ferðsluóhapp Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Vit plaga als ikki altíð at sita íbundin, og eg havi altíð bara hildið, at trygdarbeltið er nakað fjas. Og bert tveir minuttir áðrenn vit vórðu árend, segði eg til stuttleika við bilføraran. ‘Tú koyrir so skjótt, at vit noyðast øll at spenna okkum í trygdarbeltið’. Tað er løgi, men tá spentu vit øll trygdarbeltið, sigur 13 ára gamla Bjarta Helmsdal, sum sat aftanfyri í bilinum, tá óhappið hendi. Bjarta og hini, sum vóru í bilinum, eru sjálvandi fram­ vegis skelkað av hendingini. Men tey hava tó valt at greiða frá tilburðinum, fyri at onnur ung møguliga somuleiðis kunnu læra av honum: – Eg sá bilin aftanfyri koma nærri og nærri. Eg varð sera bangin, og at enda blundaði eg bara. Eftir hetta minnist eg einki, fyrr enn vit koyrdu við fullari ferð við einum ýlandi sjúkrabili, greiðir Bjarta frá. – Á sjúkrahúsinum vórðu vit øll koyrd inn á hvør sína stovu. Allir læknarnir, sum vóru á vakt, vórðu boðsendir. Eg sat á einari song, var ísa­ køld og púra í sjokk. Eg skuldi taka blóðroyndir og annað, men tað einasta, eg vildi, var at sleppa út til hini fyri at vita, hvussu tey høvdu tað, sigur hon og leggur afturat, at øll enn eru skelkað av hendingini: – Vit hava øll mist matar­ lystin. Í gjár vóru vit á Oyggjarvegnum og sóu stað­ ið, vit koyrdu niðanav. Tað var ótespiligt at síggja, og eg var alla tíð bangin fyri, at pápi mín skuldi koyra ov skjótt, hóast hann koyrdi spakuliga, sigur hon og legg­ ur dent á, at tey hava verið ótrúliga heppin: – Vit hava veruliga lært av hesari hending. Eg fari í øllum førum ongantíð aftur at koyra uttan at spenna trygdarbeltið. Og tað áttu øll at gjørt, sigur Bjarta at enda. Fimm ung í ferðsluóhappi: Trygdarbeltið bjargaði lívinum Bilurin hjá ungdómunum gjørdist vrak, tá hann við fullari ferð fór niðan av vegnum. Ungdómarnir, sum eru 13, 16 og 21 ára gamlir, vórðu við skundi fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar Allir læknarnir, sum vóru á vakt, vórðu boðsendir. Eg sat á einari song, var ísakøld og púra í sjokk. Tað einasta, eg vildi, var at sleppa út til hini fyri at vita, hvussu tey høvdu tað - 13 ára gamla Bjarta Helmsdal ” Spentu trygdarbeltið tveir minuttir áðrenn óhappið