Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 25. juli 2006 tíðindi Kári Petersen, búskaparfrøðingur, heldur ikki, at grundgevingarnar hjá samgonguni um ikki at seta uppboðssølu av fiskidøgum, halda. Hann metir hinvegin, at núverandi skipan førir til sentralisering og at bert fá fólk koma at sita á føroyska vinnulívinum BÚSKAPUR Theodor E.D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Okkara politikarar verja eina skipan, sum er sam­ felagsskaðilig. So bersøgin er bú­skap­ arfrøðingurin Kári Peter­ sen, tá Sosialurin spyr hann um hansara metingar um uppboðssølu av fiski­ loyvum. – Einasti skilagóði mát­in at taka vinning fyri veiði­ rættin er uppboðssøla, sig­ ur ein avgjørdur Kári Peter­ sen. Eins og Hermann Oskars­ son vísir hann aftur, at upp­ boðssøla vil føra til mið­ savnan. Tvørturímóti, sig­ ur hann. – Núverandi skipan førir til sentralisering. Tað, at t.d. ein persónur kann fáa 350 mió. fyri síni veiðirættindi, ger, at hann kann keypa ein stóran part av tí føroyska vinnulívinum, sigur Kári Petersen, og heldur, at støð­ an í Føroyum líkist gongdini í fiskivinnuni í Íslandi. Hann metir tað vera lætt at síggja, hvussu gongdin er og fer at verða í Føroyum, tí vit kunnu eygleiða, hvussu leikur longu er farin fram í Íslandi. Fiskidagabarónar Ført hevur verið fram, at Ísland og Føroyar ikki kunnu samanberast, tí íslendingar hava kvotuskipanir. Hesum er Kári Petersen ikki samdur við, tí bú­skap­ arfrøðiliga ger tað tað sama, um tú hevur fiskidagar ella kvotur, sigur hann. Kári Petersen metir, at teir sokallaðu “kvotubarónarnir í Íslandi kunnu samanberast við “fiskidagabarónar” í Føroyum. Kári Petersen vísir á, at í Íslandi eiga einar 14 familjur alt vinnulívið. Ungir menn fara inn í fiski­ vinnuna og seta seg í stóra skuld, meðan teir sum selja kvoturnar fara ríkir inn í aðrar vinnur. Teir, sum koma nýggir inn í fiskivinnuna, eru undirdíktir í skuld, og tað er ikki gott fyri hana, sigur Kári Petersen. – Tað er longu hálvegna blivið soleiðis í Føroyum við vælsignilsi frá politik­ arunum. – Tað er púra burturvið, at teir siga, at teir eru keddir av hesum, tí teir hava fingið hetta at vita seinastu fimm árini, sigur Kári Petersen, og sipar til metingar frá búskaparfrøðingum. Syðri partur av Suðuroy avtoftaður av núverandi skipan Í blaðnum í gjár vísti Henrik Old á, at ein skipan við uppboðssølu fór at taka støðið undan teimum smáu virkjunum. Hesi sjónarmið skilir Kári Petersen als ikki. – Syðra helvtin av Suð­ uroynni er næstan avtoftað, og tað er tað núverandi systemið, sum eigur skyld­ ina fyri tað, sigur Kári Petersen og vísir á, at ein stórur partur av loyvunum í Sandoynni eisini eru seld av oynni. Hann er heldur ikki samdur við Anfinn Kallsberg, tá hesin segði í blaðnum í gjár, at uppboðssøla er ein sosialistisk skipan. Kári Petersen sigur, uppboðssøla ikki er sosialistisk, men nettupp liberalistisk. Hin­ vegin hevur tað at geva ein­um persóni 350 mió. krón­ur – tvs. 250 mió. um virðið av skipinum er roknað frá – um bert 18 % verða goldin í skatti, einki við liberalismu at gera. – Føroyskir politikarar siga, at bert tú leggur skatt á vinningin av søluni, so er talan um eina fullgóða skipan. Sostatt skal ein per­ sónur gjalda 18 % í skatti av 250 mió. krónum, men framvegis er talan um, at landsstýrið gevur einum persóni 250 mió. krónur av ogn Føroya fólks fyri einki. Og tað hevur einki við liberalismu at gera. – Liberalisma er, um ein persónur kann blíva ríkur av at gera ella uppfinna okkurt snilt, sum nógv fólk ynskja at keypa, sigur Kári Petersen, og nevnir Bill Gates sum eitt kent dømi. – Í Føroyum harafturímóti kanst tú verða ríkur, um tú hevur nøkur framí­hjá­ rættindi, sigur Kári Petersen, og heldur, at skipanin í dag er ótryggari fyri vinnuna, enn um selt varð á uppboði. Í dag keypir ein reiðari fiski­dagar 10 ár fram í tíðina uttan at vita, hvussu fiskaprísir o.a. síggja út tá, og vísir aftur á, at hesum hava fleiri í Íslandi brent seg av. Týdningarmesti trupulleikin Spurdur, um tað ikki gongur væl í Íslandi, sigur Kári Petersen, at hesum eiga aðrar vinnur heiðurin fyri, tí í fiskivinnuni gongur minni væl, tí hon er sera skuldarbundin, og tí er neyð­ugt, at vit ikki gera somu mistøk sum í Íslandi. – Hetta er tann týdn­ing­ armiklasti trupulleikin at loysa í føroyskum politikki í dag, sigur Kári Petersen, og vísir á tríggjar fyrimunir við eini uppboðssølu: Fleiri pengar koma í landskassan, flotin verður effektivari og ójavnin í pengamaktini – kapitalkonsentratiónin – verður nógv minni. – Sum nú er, er skipanin sum í gomlum døgum, har tey høvdu feudalsamfelag, og nøkur fá áttu jørðina. Í ringasta føri metir Kári Petersen eisini, at talan kann verða um eitt demokratiskt problem, um allir pengar í Føroyum enda á fáum hond­ um, tí longu í dag kann ein “fiskidagabarónur” keypa allar fjølmiðlar, uttan at onnur sleppa framat. – So kann eingin, sum kritiserar, sleppa til orðanna, sigur Kári Petersen. Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, sigur, at uppboðssøla av fiskiloyvum ikki elvir til sentralisering, og at hon ger skip­ anina einfaldari. – Tað finnast bara góð argu­ment fyri hesum, men tað er trupult, tá valdselitan er ímóti, sigur hann BÚSKAPUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Um vikuskiftið segði Tór­ bjørn Jacobsen við Sosialin, at Tjóðveldisflokkurin ætl­ ar at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku um at broyta fiskiveiðilóggávuna. Uppskotið var tá ikki liðugt orðað, men í høvuðsheitum snúði tað seg um at selja fiskiloyvi á uppboði, so at núverandi skipan, har fiski­ dagar kunnu seljast millum privat vinnulívsfólk, verður avtikin. Í Sosialinum í gjár søgdu umboð fyri allar tríggjar samgonguflokkar seg vera ímóti einum upp­ skoti um uppboðssølu. An­finn Kallsberg úr Fólka­ flokkinum kallaði uppskotið sosialistiskt og metti, at tað fór at skapa ótryggleika í vinnuni. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum stúrdi fyri miðsavnan og helt, at tað fór at taka grundarlagið undan teimum smáu. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin var meira varin, men metti tað vera trupult at broyta skipanina frá degi til dags. Samgongan stóð altso saman um ikki at taka undir við uppboðssølu, men ser­ kunnleikin sigur nakað ann­að. Hermann Oskarsson, bú­skaparfrøðingur, sigur í viðtali við Sosialin, at í 2000 skeyt Búskaparráðið upp, at taka fiskiloyvini inn, og síðan byrja at selja loyvi á uppboði. Hermann Oskarsson met­ir ikki, at argumentini hjá samgonguumboðunum halda. – Tað finnast bara góð argument fyri hesum, men tað er trupult, tá valdselitan er ímóti, sigur hann, men leggur tó afturat, at tað verð­ur torført at sleppa und­an eini skipan við upp­ boðssølu. – Hon er nógv einklari, sigur Hermann Oskarsson og vísir á, at tað verður ikki neyðugt at eiga skip, fyri at sleppa at fiska, tí tá ber til at leiga skip. Uppboðssøla førir ikki til sentralisering Hermann Oskarsson vísir sostatt aftur, at ein skipan við uppboðssølu fer at elva til miðsavnan. – Hetta fer ikki at føra til sentralisering, tí loyv­ ini verða sett á null hvønn ársfjórðing, sigur Her­ mann Oskarsson, sum enn av góðum grundum ikki hevur sæð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum, men sipar til uppskotið frá Búskaparráðnum í 2000. Hermann Oskarsson vís­ ir á, at um fiskiloyvi ella –dagar verða seldir t.d. hvønn ársfjórðing, so verður lættari hjá øðrum fólki at koma inn í vinnuna. – Í dag skalt tú av við kanska 10 til 50 milliónir ella meira fyri eitt fiskiloyvi, men tá verður talan um nakrar túsund krónur. Hetta setur tey verri fyri, sum eru inni í skipanini í dag, men ongan verrri fyri, sum er uttanfyri. Spurdur, um hetta ikki fer at skapa ótryggleika í vinnuni, eins og Anfinn Kallsberg vísti á, sigur Her­ mann Oskarsson, at tað fer tað gera. – Jú, tíbetur, men ikki kaos, tí vinnan mennist av harðari kapping, og ein og hvør sølumaður veit, at um onkur andar teg í nakkan, so verður tú betri, sigur Hermann Oskarsson. Hann velur tí heldur at kalla hetta “skipaðan ótryggleika”, tí eitt nú verður meira skil í veð­ haldsviðurskiftum mótvegis bankunum. Hermann Oskarsson sigur, at í dag ber til at keypa “rustikustar” fyri ovurprís, men hetta kann ikki halda fram. Bankin kann ikki seta tey í veð, men ger tað kortini av neyð, sum hann tekur til. Veðhaldið er ikki til Í blaðnum í gjár varð m.a. argumenterað ímóti uppboðssølu av fiski­loyv­ um, tí so vildi eingin fíggj­að skipið. Hesum er búskaparfrøðingurin ikki samdur við. – Skip eru vinnutól, sigur Hermann Oskarsson, og vísir á, at tað ber til at fíggja skip eins og tað ber til at fíggja eina brøyt, eina matstovu o.a.l. Hermann Oskarsson vil vera við, at sum nú er, er talan um eitt slag ólógligum planbúskapi, tí veðhaldselement eru írok­ nað, sum ikki eru ogn hjá tí, sum eigur tey. Hermann Oskarsson held­ ur tað vera gott, at politikarar nú fara at kjakast um hetta, tí sum nevnt heldur hann øll argument tala fyri hesum. – Øll búskaparráð og bú­­skaparfrøðingar siga tað sama, sigur Hermann Oskars­son. – Tað finnast bara góð argument fyri uppboðssølu Fiskidagaskipanin: – Størsti trupulleikin í føroyskum politikki í dag Búskaparfrøðingarnir Hermann Oskarsson og Kári Petersen eru báðir samdir um, at uppboðssøla av fiskiloyvum er tað einasta rætta. Samgongan er tó ímóti hesum