týsdagur 25. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 25. juli 2006
9
tíðindi
Bullguard við
føroyska Heina
Zachariassen
sum stjóra, hevur
gjørt sáttmála
við ein av størstu
telduframleiðarunum
í Europa. Frá í heyst
verða allar teldur
frá týska Medion
seldar við Bullguard
virusverju sum
standard
Kunningartøkni
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani stovnanina í 2002
er danska Bullguard vaksið
við rúkandi ferð. Somikið
nógvari, at føroyski stjórin
og medeigarin í fyritøkuni,
Heini Zachariassen, fyrr
í ár varð nomineraður
millum tey 100 evnaríkastu
ungu vinnulívsfólkini í
Danmark.
Upp í superliguna
Millum annað varð hetta
grundað í metskjóta vøk–
sturin hjá fyritøkuni, sum
ár um ár hevur tvífalda um–
setningin, og fyri stuttum
gjørdi fyritøkan enn eitt
skarvslop í so máta.
Tað er nevnliga eydnast
Bullguard at fáa í lag
sáttmála við týska Medion,
sum er ein av størstu teldu–
framleiðarunum í Europa.
Sáttmálin inniber, at frá
verksmiðjuni verða allar
teldur hjá Medion seldar við
Bullguard virus-verju, og
føroyski stjórin staðfestir,
at hetta er eitt risafet hjá
Bullguard.
- Hetta er eitt sera týðandi
fet fyri okkum. Medion
er ein fyritøka, sum fær
fatur á nógvum nýggjum
PC-brúkarum, og við hesi
avtaluni kunnu kundarnir
frá fyrsta degi venjast við at
nýta Bullguard-loysnir. Og
tað kemur vónandi at ávirka
komandi
preferansurnar
hjá kundunum, sigur Heini
Zachariassen, sum eisini
kallar fetið fyri eitt lop upp
í superliguna.
- Vit hava áður gjørt lík–
nandi avtalur við smærri
telduframleiðarar
so
sum Amitech og Zepto.
Men at fáa sáttmála við
Medion eru vit fluttir upp í
superliguna at kalla. Tað, at
vit megna at gera sáttmála
við ein av størstu fram–
leiðarunum í Europa er ein
verulig kvalitetsstempling
av okkara fyritøku. Bæði tí
hetta prógvar, at okkara vøra
er nóg góð, og tí Medion
ikki velur ein veitara, uttan
at tey eru 100% vís í, at
vit altíð megna at levera
vøruna
A-klassin
Men hvussu langt upp
flytur hetta tykkum á
marknaðinum,
har
eitt
nú Norton og onnur eru
teir dominerandi á mark–
naðinum?
- Hetta flytur okkum nógv
longur upp. Innan teldu–
framleiðarar verður ofta
tosað um A- og B-Brand,
har A-Brands eru tey heilt
stóru merkini. Vit hava
undan hesum havt avtalur
við nøkur B-Brands, men
hetta er so fyrsta A-merkið,
sum vit hava gjørt avtalu
við. Og tað í sjálvum sær er
ein blástempling av okkara
vørumerki. Og kunnu vit
fáa ein framleiðara, sum
telist millum teir tíggju
størstu í Evropa, so er
einki, sum forðar fyri, at vit
eisini kunnu fara í holt við
hinar níggju, sigur Heini
Zachariassen.
At gera sáttmálar um rit–
búna við telduframleiðarar
er nakað, sum seinasta
tíggju-ára skeiðið hevur
vundið alt meira upp á seg.
Hugskotið er aloftast, at
fyritøkur, sum selja ritbúna,
her hava møguleika at
bíta seg avgerandi fastar
á part av marknaðinum.
Bæði við atliti til at venja
nýggjar brúkarar at nýta
teirra ritbúna. Og tí hetta
í næsta ættarliðnum kann
viðføra stórar inntøkur til
fyritøkuna.
Heini Zachariassen vil
ikki siga nakað um avta–
luna, sum er gjørd við týska
Medion, men líkist hon
øðrum avtalum av líknandi
slag, so er tað ikki so, at
Bullguard selur hvørt ein–
stakt virus-forrit til fullan
handilsprís. Vinningurin
í fyrsta søluliðnum er
nevnliga ikki so stórur, men
eftir eina tíð skal lisensurin
hjá
ymsu
brúkarunum
endurnýggjast, og tá er tað,
at sølan veruliga kann taka
dik á seg. Og tað ger hon
somuleiðis, um brúkarin
er somikið væl nøgdur við
skipanina, at hann eisini
velur Bullguard, næstu ferð
virus-forrit skal keypast.
Tað var tann nú so
múgvandi Bill Gates, sum
var fyrstur at gera sær
dælt av hesum handilshátti
innan telduheimin. Hann
var skjótur at síggja, at
IBM var í holt við at skapa
ein nýggjan standard innan
heimateldur. Og skjótari enn
nakar annar dugdi tann un–
gi Bill at síggja, hvussu stór
útbreiðslan av teldum fór
at vera. Ikki bara frá IBM
men frá øllum møguligum
øðrum framleiðarum, sum
fóru at gera teldur eftir
IBM-standardinum.
Um tað mundi kappaðust
tríggjar stýrisskipanir á
marknaðinum, men Gates
gav tó IBM besta tilboðið.
Hann vildi nevnliga lata
MS-Dos ókeypis til allar
heimateldur,
sum
IBM
seldi.
Fyrstu
tíðina
kundu
fólk so velja millum trí–
ggjar ymsar útgávur av
IBM, men tá útgávan við
MS-Dos var væl bíligari
enn hinar, gjørdist hon
skjótt
altdominerandi
á marknaðinum. Eisini
hóast Gates sjálvur hevur
viðgingið, at skipanirnar
hjá kappingarneytunum í
nógvar mátar vóru betri.
Vinningurin hjá Micro–
soft og Bill Gates var, at
MS-Dos nú setti standardin
á
marknaðinum.
Mest
sum øll forrit vórðu nú
gjørd til MS-Dos Og tá
HP, Compaq, Olivetti og
aðrir
framleiðarar
nú
fóru í holt við at yvirtaka
PC-marknaðin,
máttu
hesi keypa rættindini til
skipanina frá Microsoft. Og
somuleiðis mátti brúkarin
keypa uppgraderingar av
Dos, so hvørt sum hesar
komu.
Í dag finst valla ein
heimatelda, sum ikki nýtir
skipanir frá Microsoft…
-mørk
Bullguard í
evropisku elituna
Heini Zachariassen, stjóri,
sigur, at málið nú er at
fara eftir næsta risanum á
marknaðinum
Gates-way
Sleppið
undan
gloppum
Fyri KT-trygdina hjá
einstaka brúkaranum
er tað ein veldugur
fyrimunur, um virus-
verja er á telduni, longu
tá hon verður latin frá
verksmiðjuni.
- Fyri trygdina hevur
tað sera stóran týdning,
at tað ikki íkoma nøkur
tíðarglopp millum keyp
av teldu og virusverju.
Tað er eisini fremsta
orsøkin
til,
at
vit
aktivt hava leitað eftir
samstarvsfeløgum in–
nan framleiðarar, sigur
Heini Zachariassen.
Við
hesum
sipar
hann til, at tað onkra
tíð kann vera so, at
brúkarar ikki keypa sær
virus-verju, fyrr enn
skaðin er hendir. Altso
eftir at brúkarin hevur
verið fyri virus-álopi.
Tá kann tað eisini vera
ov seint, tí dáta kunnu
tá vera mist, og so skal
óneyðug tíð og orka
nýtast til at endurskapa
tað, sum mist er.
-mørk
Á fundi í gjárkvøldið
varð bygdaráðið í Gøtu
umskipað. Nýggjur borgar–
stjóri fyri Páll Isholm er
Hans Mourits Foldbo.
Tað var eftir egnum
ynski, at Páll Isholm valdi
at gevast sum borgarstjóri.
Fyrst og fremst, tí hann
eisini er skúlastjóri á
Handilsskúlanum
á
Kambsdali, og tí ikki hevði
stundir at røkja starvið sum
borgarstjóri.
Serstakliga
ikki, nú starvið - sum ætlað
- varð uppnormerað til fulla
tíð.
Nýggjur maður í heil–
tíðarstarvið sum borgarstjóri
er Hans Mourits Foldbo.
Hans Mourits, sum er út–
búgvin lærari við sergrein
innan barnasálarfrøði, er
upprunaliga leirvíkingur,
men seinnu árini hevur
hann bú í Gøtu.
Og
eitt
av
fyrstu
geramálum hansara sum
borgarstjóri
verður
at
leiða kommununa í ætlaða
samanlegging
við
júst
Leirvík.
-mørk
Hans Mourits gjørdist borgarstjóri
Brúkaratalið av antivirus-
loysnunum hjá Bullguard
varð í vár mett til 15 mió.
Nýggja avtalan gevur
felagnum møguleika
at taka lopið heilt upp
móti teimum størstu á
marknaðinum