Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 141 - 25. juli 2006 Tíðin er komin, har stovnanin av einum reinum Suðuroyarflokkið er lívsneyðug, bæði í Løgtinginum og á tí kommunala økinum? Tíðin hevur víst og hagtøl vísa, at tað gongur ov striltið í Suðuroy, at fáa nakað upp at standa, ið skapar arbeiðspláss og kastar nakað av sær fíggjarliga. Hagtøl siga, at arbeiðsloysi minkar, men er tað ikki tí at fólkatali minkar, tí tað vísa hagtølini eisini. Nú hevur onkur helst hug til at siga, tit hava fingið so nógv: Nýggjan Smyril, men hann siglir ikki títtari enn gamli Smyril, so har er ikki størri broyting. Nýggja kei til Smyril, sjálvsagt. Tunnil millum Øravík og Hov, sjálvsagt, eitt øki sum er forsømt í 30 ár. Nýggjan miðnáms og heilsuskúla, hann er ikki bygdur enn, men alt annað er burturvið. Ellis og røktarheim í Vági, lagalig fígging ja, men alt skal gjaldast kortini. So samanum er einki komi av infrastrukturi, skúlum, ið hin parturin av Føroyum ikki hevur fingið og altíð áðrenn Suðuroyggin, so suðuroyingar hava alla orsøk til at gera vart við seg og tað gert tú fragast við at stovna ein reinan, ópoli– tiskan Suðuroyarflokk , sum stillar upp, bæði til Løgtings og kommunuval, tí verandi flokkar í Suðuroy megna einki, uttan mun til politiskan lit. Løgtingslimirnir Fyri at siga tað pent, so eru løgtings og lands– stýrislimirnir úr Suðuroy nakrar vatnissur, tað er ta bera kjaftaslit og einki annað. Besta dømi er “Visjón Suðuroy”, ið var lítið ítøkilig, og eftir verandi gongd, kanska liðugtgjørd í ár 2050. Teir vísa á omanfyri nevndu dømir, um hvussu nógv Suðuroy hevur fingið, men hava ikki rygg og dirvi til at fáa nakað ítøkiligt ígjøgnum, sum skapar framgongd, til frama fyri Suðuroy. Tað skuldi næstan verði straffbart, at valt somu fólk aftur á løgting. Kommunustýrislimir Har er sama skili sum við løgtingslimum, kjaftaslit, hugsa bert um egnan dunnuhyl og einki kemur burturúr. Um tað var nakað skil í løgtingslimum norðanfyri Suðuroy, so skóru teir ígjøgnum, og løgdu Suðuroynna saman í eina kommunu, við lóg, 1.januar 2009. Tí tey, ið sita við valdinum í Suðuroy, tora einki at gera. Tey fólkavaldu í Suðuroy, tað verði seg løgtings, landsstýris og kommunu– stýrislimir, hava ikki dirvi, viljan ella hugflogi til at skapa framgongd í Suðuroy, tíverri. Nú er nóg mikið bumbað Ì tvær vikur hava ísraelar og Hizbollah sent rakettir í høvdið á hvørjum øðrum. Mong ósek fólk hava latið lív. Libanon er bumbað aftur í miðøldina. Vegir og brýr, íbúðarbygningar og undirstøðukervið sum heild eru sundursorlað. Sjálvt lívsgrundarlagið hjá milliónum av libanesarum er oyðilagt ella hótt. So áhaldandi og oyðileggjandi hevur ísraelska bumbingin av Libanon verið, at tað nú av álvara verður rópt varkskó frá fleiri síðum. Frá ovasta stað í ST verður tosað um fólkadráp. Hetta er eingin einføld støða, og tí eru heldur eingi einføld svar. Her er nevniliga ikki talan um bara svart ella hvítt. Her er eisini ein grásona, har sivil í bæði Ísrael og í Libanon eru vorðin offur fyri einum nærum ultimativum kríggi millum ein ísraelskan her og ein muslimskan uppreistrarbólk. Ísaraelar siga, at teir eru noyddir at gera av við Hizbollahfólkini fyri at verja síni egnu sivilfólk. Hizbollah ger greitt, at tað hevur fulla undirtøku í stórum parti av libanesiska fólkinum og rættvísger tøkuna av tveimum ísraelskum hermonnum við, at ísraelar vilja ikki lata Hizbollahlimir, sum hava verið fonglaðir í upp til 20 ár, leysar. Eingin ivi er um, at Ísrael hevur nógv góð argument fyri at bumba Hizbollahstøðir. Hinvegin hevur Ísrael ongan rætt til at oyðileggja libanesiska sam– felagsbygnaðin og drepa hundraðtals sivilfólk, sum ikki eru komin sær til rýmingar. Altjóða eygleiðarar vísa á, at ísraelski herurin er farin alt ov langt og misbrúkar sína megi. Eitt er dagsins støða. Annað er grundleggjandi spurningurin um ísraelska hertøku og búseting á landi hjá øðrum nú í mong mong ár. Tað er tann støðan, sum hevur verið við til at halda lív í bæði Hamas og Hizbollah. Hvat vit enn halda um hesar felags–skapir, so eru teir sprotnir av eitt nú ísraelskum hersetingum. Og nú Ísrael hevur sett sær sum mál heilt og fult av rudda teir av landakortinum, elvir tað sjálvandi til móttrýst. Og tað móttrýst kemur so ikki bara frá millitantu fólkunum í hesum felagsskapum, men frá tí vanliga fólkinum eisini, sum hevur notið so nógv gott av teirra sosiala politikki. Harvið hevur Ísrael ein nógv størri trupulleika, um endamálið er at útsletta alt, sum hevur við Hamas og Hizbollah at gera. Gongur ísraelski herurin ov vítt kann hetta koma Ísrael og tess stuðlum alvorliga aftur um brekku. Hizbollah og Hamas kunnu at enda kenna seg so nógv trýst upp í ein krók, at hesi vilja taka øll hugsandi vápn í brúk. Tað kann so aftur tvinga Ísrael at fara enn víðari. Fyri at forða hesum má ein politisk loysn fáast ongantíð ov skjótt. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. »sjálvandi kundi eg væl skriva, at eg stuðli lønarhækkan (fyri arbeiðaran), fyri at vísa mínar sannførandi kenslur, men tað hevði verið uttan fyri alla ávirkan« Jógvan við Keldu, "endurtøka frá Raymond Aron" SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Ein Suðuroyarflokk burturav Borgarliga linjan er, at bæði vinnulívsfólk, arbeiðarin, reiðarin og fiskimaðurin eru í dyggari samvinnu, uttan almenna uppíblanding Rolf Guttesen hevur helst verið nakað bragdligur og í so knappur at svara mær í bløðunum, tí sum hann sjálvur sigur, “kanska havi eg bara ikki lisið bløðini nóg væl”. Hetta fara øll at geva honum rætt í, tí hann hevur fylgt betri við í føroyskum politikki í mong ár, enn hann her gevur til kennar. Hevur havt mong innlegg, sum eg tey flestu við áhuga havi lisið, hóast heilt nátúr– liga ósamdur við honum í mongum førum. Hann veit, hvat ein borgarligur politikari hevur sum fremsta mál, at bæði vinnulívsfólk, arbeiðarin, reiðarin og fiskimaðurin eru í dyggari samvinnu, og at hesir soleiðis fáa sum best burtur úr tí, teir í felag skaptu. Hesir hava brúk hvør fyri øðrum. Linjan hjá sosialistinum er harafturímóti, at lands– kassin eigur tað, sum liggur omanfyri tað, teir kalla “eina vanliga løn”, so landkassin kann vera “tann skapandi”, gevandi og hin alfaðirligi. Hetta sum søgan hevur prógvað, ongantíð gjørdist, ella fer at gerast veruleiki, men er skramblað saman. Nú talan er um økta gransking, víðfevnda vit– anarsamfelagið og visjón 2015 ræður um, at privati luturin leggur so nógv eftir sær sum gjørligt, uttan at politiska systemið leggur seg á tað. So fæst framburður og betri úrslit fyri eini breiðari menning. Her eigur Fólkaflokkurin at hava ein nógv greiðari boðskap. Ávirkan krevur heimild Eg fari ikki at endurtaka nakað serligt av greinini, nú hann ikki hevur lisið hana nóg væl, men tá hann er ivasamur um, hvør Kári Petersen er, um hann er telvari, róðararmaður, ein chauførur ella annar, gav eg Kára greiða heitið í greinini, fíggjarfrøðingur, men lat meg kalla hann búskarfrøðing, sum tó ikki ger tann ovurstóra munin, men fyri rættleikans skuld. Um greinin var betur lisin, hevði hetta ikki verið ivamál, og tað er nokk so hugstoytt, at Rolf nú ikki kennist við “kammeratarnar”. Til seinast fari eg tó at endurtaka samfelags– frøðingin og fyrrverdandi sosialistin - sum tó tíðliga bakkaði út - sum var fyrimynd hjá flestu ný- filosoffunum í Fraklandi, ein av fremstu politisku viðmerkjarum í Evropu, Raymond Aron, at “sjálv– andi kundi eg væl skriva, at eg stuðli lønar–hækkan (fyri arbeiðaran), fyri at vísa mínar sannførandi kenslur, men tað hevði verið uttan fyri alla ávirkan”. Hetta kom eg at hugsa um, tá eg las fyrru og nú kanska serliga seinnu greinina hjá Rolfi, har tann fyrra var svar til Jógvan Sundsstein. Tí neyðugt er, at heimild og ávirkan fylgjast. Nei Rolf, tú mást lesa greinina betri. Vinarliga Jógvan við Keldu Tingmaður Fólkafloksins Nei Rolf, les greinina betri Tingmaður Fólkafloksins: jógvan við keldu finnleif guttesen