Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 141 - 25. juli 2006 nøvn SAMBAND Maggi Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 Dagurin í morgin 26. juli. Anna. Hon var móðir Mariu Moy og var gift við Jójakimi. Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í árini eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni. Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað honum, at tey skuldu fáa barn. Og tá bar til. Hebráiskt navn, ið merkir hin náðaða ella yndi. Hele Europa glæder sig over det smukke og varme vejr der forefindes denne sommer, Men læser man de færøske medier får man et indtryk af at det er livsfarligt at bo i Europa pga. af vejret, folk de dør som fluer. Dette er jo en lodret fejlinformation, idet folk (gamle mennesker) altid dør pga. af vejret. Enkelte dør pga. af varme enkelt pga. af kulde og mange dør pga. af tåge og deraf følgende usund luft. Så hvis de færøske tåge­ banker havde ligget over Europa ville dette sand­syn­ ligvis have medført mange flere dødsfald end den nu­vær­ende varmebølge. Men det er jo dejligt at der ikke forefindes statestik på Færøerne over betydningen af det elendige vejr der for øjeblikket rammer øerne. Det er helt sikkert at Europa glæder sig over det smukke og varme vejr. Vejret I Europa Sverre mortensen VIÐMERKING Nordiska Folkhøg­ skolan er ein norður­ lendskur há­skúli í Kungelv. Kungelv liggur stutt norðan fyri Gøte­borg. Í ár hava tey aðal­fund í Føroyum. Elberg Klett­heyggj hevur í hesum sambandi hitt mannin, sum hann hevði kamar saman við í skúlaárinum ´61 til ´62. Aðalfundurin verður í kvøld í hand­ ils­skúlanum í havn HÁSKÚLI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Skúlin opnaði í 1947, og hann er virkin enn. Talan er um ein háskúla, har ið tú hevur møguleika at taka ymsar linjur. Tað eru næmingar úr øllum norðanlondum, sum ganga á skúlanum. Tó kemur tað eisini fyri, at tað eru onkrir næmingar úr øðrum londum. Ein av næmingunum, sum gekk á skúlanum, var Elberg Klettheyggj. Hann gekk har í skúlaárinum frá 1961 til 1962. Hetta árið vóru seks næmingar úr Føroyum. Til­ samans munnu einir 2000 føroyskir næmingar hava ver­ ið á skúlanum, metir Elberg. Vit fingu nógvar vinir. Tey flestu vóru úr norðanlondum, men onkur var frá meira fjarskotnum londum. Til dømis var ein úr USA, ein úr Ísrael og ein annar frá Ghana, sigur Elberg. Kendi kamarfelagan aftur Elberg var kamarfelagi við ein finna. Hóast Elberg hevur havt samband við nógvar næmingar øll hesi árini, so hevur hann einki samband havt við kamarsfelagan. Men hann er við ferðalagnum í Føroyum nú. – Tey komu at eta døgurða í Sandvík, og tá hitti eg hann eftur eftir øll hesi árini. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi. Hóast eg ikki havi sæð hann í 45 ár, so kendi eg hann aftur beinanvegin, tá ið hann kom úr bátinum, sigur Elberg. Føroyingar hava eitt næm­ ingafelag, sum er fyri gamlar næmingar á skúlanum. Páll Danielsen er formaður í næmingafelagnum í Før­ oyum. Næmingafelagið varð stovnað til tess at stuðla skúlanum og at styrkja saman­ haldið millum tey, sum hava gingið á skúlanum. – Skúlin er fyri ung. Tað eru ymsar linjur, ið tú kanst velja. Har er m.a. drama, miðlar og vísulinja. Av teim­um, sum hava gingið á vísulinjuni, kunnu nevnast Niels Midjord, Helgi Midjord og Hanus G. Johansen. – Aftur í ár eru føroyskir næmingar. Vit lýsa onkuntíð í bløðunum eftir næmingum, og vit vóna, at fleiri føroyingar fara á skúlan. Skúlin bjóðar føroyingum helvtargjald, so treytirnar eru góðar, sigur Páll Danielsen. Gomlu leggjast afturat Hákunn Torkhildshøj var við til at stovna næmingafelagið. Hann sigur, at felagið styrkir um samanhaldið, og tað er eisini við til at marknaðarføra skúlan. Tað er tvær ferðir um árið, at tað er høvi hjá gomlum næmingum at hittast. Ofta eru nakrir føroyingar við. Aðalfundurin gongur uppá skift millum norðanlondini. 10. hvørt ár verður hann hildin í Føroyum. – Tað hava verið føroyingar á skúlanum hvørt ár uttan eitt. Tað eru millum ein og seks næmingar hvørt ár. Mest vanligt er, at tað eru tveir føroyskir næmingar, sigur Hákunn. Hákun hevur verið við í nevndini frá byrjan. Nú kennir hann tað tó sum, at onkur annar skal koma í hansara stað. – Tað vísir seg sum, at tey ungu gerast ikki so ofta limir í næmingafelagnum beint eftir, at tey hava verið á skúlanum. Tey fara undir víðari lestur og fáa børn osfr. Tað er ikki fyrr enn tey koma upp í árini, at tey leggjast afturat, sigur Hákun. Møtti kamarsfelaganum aftur eftir 45 ár Ferðalagið er í Sandvík til døgurða. Við í ferðalagnum eru lærarar á Nordiska Folkhøgskolan og nevndarlimir. Eisini eru onkrir gamlir næmingar úr øðrum norðanlondum Lesið -so eru tit við!