týsdagur 25. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 141 - 25. juli 2006
»Vit vildu ikki lurta eftir Condoleezza Rice«
libanski tingformaðurin
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800 fax 341801
Libanska stjórnin
vísti semings–
uppskotinumn
hjá amerikanska
uttanríkisáðharranum
frá sær.
Vápnahvíld
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Einki
kom
burtur
úr
fundinum millum libanska
tjóðartingsformannin
og
amerikanska
uttanríkis–
ráðharran, tá tey bæði
umrøddu
møguleikarnar
fyri
einari
vápnahvíld
millum Íseal og Hizbollah.
Nabih Berri, tingfor–
maður, segði aftan á fundin,
at USA vil hava eina heims–
umfatandi semju fyrst, og
at partarnir síðani kunnu
tingast um vápnahvíld,
men ta mannagongdina
kann Libanon ikki góðtaka,
segði hann.
Ein ónevndur libanskur
embætismaður segði, at á
fundinum hevði Condo–
leezza
Rice
kravt,
at
Hizbollah skal taka sínar
menn norður um Litaniánna,
sum er einar 20 kilometrar
frá ísraelska markinum.
Har–afturat kravdi Rice,
at ein altjóða herdeild skal
hava eftirlit við markinum,
og at øll tey flýddu sleppa
heimaftur.
Á fundinum við Rice
gjørdu reir libansku sam–
ráðingarmenninir greitt, at
Ísrael skal lata fangar leysar,
so skjótt ein vápnahvíld er
fingin í lag, men hesum
vísti Condoleezza Rice frá
sær.
Vildu ikki lurta
eftir Rice
Í dag hitti Condoleezza Rice ísraelska
forsætisráðharran, Ehud Olmert.
Stutt sagt
Áhaldandi kavarok hevur
stongt fleiri av teimum
týdningarmestu vegunum
á markinum millum Ar–
gentina og Kili.
Nógvir lastbilar koyra
um skørðini og ígjøgnum
tunlarnar
í
Andes–
fjøllunum, men nú vetur
er á sunnaru jarðarhálvu,
er ferðslan ofta nógv
tarnað av kava. Teir
seinastu dagarnar hevur
tað kavað sjáldsama illa,
og sambært argentinsku
myndugleikunum
eru
umleið 1.300 lastbilar
innistongdir í einum tunli
undir Christo Redentor-
skarðinum.
Teir
innistongdu
bilførararnir
hava
lítið at gleða seg til, tí
veðurmenninir siga frá
meiri kava teir næstu
dagarnar. Umfrazmt tann
nógva kavan er tað eisini
ógvuliga kalt og nógvur
vindur á marknaleiðunum
millum rey bæði londini,
skrivar argentinska blaðið
El Clarín.
Leita eftir eftirmanni
Á nýggjárinum skal ST
hava nýggjan aðalskriv–
ara, tí tá rennur starvstíðin
hjá Kofi Annan út..
Í gjár atkvøddi trygdar–
ráðið um fýra evni til
aðalskrivarastarvið,
og
úrslitið varð, at valdi
tvey valevni úr India
og Suðurkorea sum tey
best egnaðu av teimum
fýra.
Suðurkoreanski
uttanríkisráðharrin, Ban
Ki Moon, fekk flestar
atkvøður, og indiski ST-
diplomaturin
Dhashi
Tharoor fekk næstflestar.
Atkvøðugreiðslan hevði
kortini ongan formligan
týdning, og tað er ikki
óhugsandi, at onnur evni
koma upp á tal seinni í
ár.
Tær ferðirnar ST hevur
valt nýggjan aðalskrivara,
hava teir fimm føstu
limirnir í trygdarráðmum
ofta verið ósamdir. Men
tað er neyðugt, at teir
semjast, tí nýtir eitt teirra
sýtingarrættin ímóti ein–
um valevni, kann hesin
ikki veljast.
Kortini tykjast stór–
veldini vera á einum
máli um, at hesaferð skal
aðalskrivarin koma úr
einum landi í Asia.
Kofi Annan fer frá á
nýggjárinum.
Giftur fyri fjórðu ferð
Óváttað tíðindi vilja vera
við, at tann ráðandi mað–
urin í Norðurkorea, Kim
Jong-il, hevur gift seg við
skrivara sínum, sum eitur
Kim Ok. Hon hevur verið
skrivari hjá Kim Jong-il
síðani í áttatiárunum og
ber orð fyri at vera ein
vitug kvinna. Í januar í ár
var hon við, tá Kim Jong-
il var í Kina og vitjaði.
Vesturlendskar keldur
halda seg vita, at norður–
koreanski leiðarin hevur
verið giftur tríggjar ferðir
fyrr. Tann seinasta konan,
sum æt Ko Young-hee,
doyði av krabbameini fyri
tveimum árum síðani.
Kim
Jong-il
eigur
tríggjar synir, men vestur–
lendsku keldurnar vita
ikki, um hann eigur nakað
barn við teirri nýggju
konuni. Hildið verður, at
tann elsti sonurin, sum
eitur Kim Jong-nam, fer
at taka við eftir faðirin,
men BBC veit at siga, at
hann er ikki serliga høgt
í metum, tí hann eina ferð
fór eina stuttleikaferð til
Japan við følskum passi.
Eitt er í hvussu er vist.
Tann, sum skal taka við
eftir Kim Jong-il, verður
í øllum førum í ætt við
hann.
Fastir í kava
Fleiri hundraðtúsund
ísraelsmenn eru
flýddir úr bygdunum
og býunum við
libanska markið. Tí
er trongligt í býunum
sunnanfyri.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í hesum døgum er nógv
meiri fólk í Jerusalem og
Tel Aviv enn vanligt, tí
fólk í hundraðtúrundatali
eru flýdd hagar undan
Hizbollah-rakettunum har
norðuri í landinum. Tey
flestu halda til hjá skyld–
fólki og vinfólki, og tey,
sum ikki vita sær annað,
noyðast á gistingarhús at
búgva.
Ísraelsku myndugleik–
arnir siga, at umleið ein
triðingur av fólkinum har
norðuri í landinum eru
flýdd. Tey, sum eru eftir,
fáa dagliga boð um at
fjala seg í teimum serligu
trygdarrúmunum.
Hizbollah hevur serliga
lagt seg eftir at raka býin
Haifa, og álopini hava
havt við sær, at í dag er
næstan einki fólk at síggja
í gøtunum. At kalla allir
handlarnir eru stongdir, og
tað sama er at siga um
matstovurnar. Haifa er ein
av teimum stóru ferða–
vinnubýunum í Ísrael, men
nú er lítið at díggja til nakra
ferðavinnu har, skrivar
Rreuters.
Í
øðrum
býum
har
norðuri
í
Ísrael
hava
myndugleikarnir
gjørt
tilbúgvingarskipanir,
so
fólk fáa at vita, nær tey
kunnu fara til handils ella á
apotekið.
Ísraelsmenn flýggja