Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 13 Fólkavøksturin fer at steðga um nøkur ár. Hetta vísa nýggjar framskrivingar, og fer tað at fáa avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin og almennu útbyggingarnar komandi árini. Hetta stendur millum annað at lesa í nýggjastu útgávuni av blaðnum Frøði. Útbúgving og gransking Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nýtt Frøði: Nógv okkara hava havt ta fatan, at fólka­talið í Føroyum fer at vaksa komandi árini, tí før­oyskar kvinnur fáa fleiri børn enn kvinnurnar í hinum londunum í Vesturheiminum. Men nú vísa framskrivingar, at hóast kvinnur í Føroyum fáa lutfalsliga nógv børn, eru tær ov fáar. Hetta við­ førir, at fólkatalið í Før­ oyum væntandi ikki verður hægri enn 53.000 og fer hetta at fáa avleiðingar fyri arbeiðsmarknað og al­mennu útbyggingarnar ­komandi árini. Hesum greiðir Magni Laksafoss, búskapar­frøð­ ingur frá í grein í Frøði, sum er komið í handlarnar. Greinin lýsir, hvørjar av­leiðingar henda gongd kann fáa fyri samfelagið, almennu útbyggingarnar og arbeiðsmarknaðin. Føroyskar kvinnur bretskan uppruna Føroyskar kvinnur hava bretskan uppruna, meðan føroyskir menn hava skandi­ naviskan uppruna. Hesar niðurstøður koma fram í kanning hjá Augusti Wang, lækna og psyki­atara. Slík­ ar ílegu­fornfrøðiligar kann­ ingarnar kunnu vera við til at varpa ljós á søguliga upprunan hjá føroyingum. Oljugrein Oljufeløg bora í løtuni eft­ir olju í Føroyum, og útlitini eru áhuga­verd, hóast oljan enn ikki er funnin. Hetta gevur okkum høvi at líta aftur um bak saman við Hera Ziska, jarð­ alisfrøðingi, sum greiðir frá úrslitunum av teimum fýra oljuleitiboringinum, sum higartil eru framdar í føroyskum sjógvi. “Marj­ un”-boringin fann 170m av oljuberandi løgum, men sam­ an­setingin av grótløgunum ger, at framtíðarætlanirnar fyri hendan brunnin ikki eru lagdar enn. Nýggjasta útgávan Føroya Fróðskaparfelag gevur út Frøði í samstarvi við granskingarstovnarnar í Føroyum. Í blaðnum hesuferð eru eisini greinir um, hvussu mytan um brenni­vínsdansin kom við vek­ingarrørslunum, um fornan bjørkaskóg í Klaks­ vík, føðina hjá súluni og lívið hjá tvístertuni. Frøði kostar kr 48 í leysasølu og kemur út tvær ferðir um árið. Tað ber til at gerast haldari fyri kr 85 um árið og fáa blaðið sent. Ólavsøku- framsýningin 2006 letur upp Tann árliga framsýningin hjá Listafelagnum letur upp ólavsøkuaftan kl. 14 og endar sunnudagin 30. juli kl. 17 við lutakasti um eitt verk fyri 5.000 kr. Tíðindaskriv Framsýnararnir eru líka nógvir, meðan verkini á framsýningini eru nakað færri enn í fjør. Tey, ið lótu inn til framsýningina í ár, vóru 34 í tali og innsendu verkini 136. Men í alt verða 19 framsýnarar og 47 verk við á framsýningini í ár. Verkini eru vatnlitsmyndir, akryl og oljumálningar, listagrafiskar myndir, fotomyndir og leirskulpturar. Dentur verður lagdur á, at verkini, sum eru við á framsýningini, fáa gott pláss og framsýningin kennist tí opin og løtt. Smáu verkini kunnu njótast eins væl og tey størru, og geva tey áskoðaranum gott høvi at uppliva hvørt einstakt verk. Tey, sum valdu út millum innkomnu verkini vóru Marita Nattestad, Oggi Lamhauge og Jógvan Biskopstø. Ólavsøkuframsýningin er í Listaskálanum. Ólavsøku­ aftan og ólavsøkudag er framsýningin opin kl. 14-20, sunnudagin 30. juli kl. 14-17. Ov fáar mammur í Føroyum tíðindi