týsdagur 25. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 141 - 25. juli 2006
tíðindi
Veðrið skikkaði sær allan
dagin, tá børn í hópatali
hildu leikumarknað í mið
býnum í Havn leygardagin.
Børn og foreldur høvdu
ruddað væl út í kømrum,
kjallarum og á loftum og
savnað saman tær leikur,
sum ongin í húsinum spæl
ir við longur. Foreldrini
hjálptu til við at rigga borð
og stólar til, og restina av
degnum sótu børn líka úr
6 ára aldri og seldu, prutt
aðu, prísásettu, roknaðu,
tóku í móti peningi og góvu
aftur. Og hugaligt var at
síggja, tá eitt lítið barn
nærkaðist einari sølubúð
og peikaði sær ein hvønn
lut út.
– Hvat kostar handan
bamsan?
– Tíggju krónur.
– Hasa vil eg gjarna
hava.
– Ger so væl.
Og tað vóru ikki bara
børnini sum frøddust um
tiltakið. Foreldrini vóru
eisini sera nøgd við at
sleppa av við nakað av
skrambli, samstundis sum
at børnini sluppu at keypa
sær okkurt fyri ein sámi
ligan prís.
Hjá summum børnum
bleiv dagurin meira umbýti
av leikum, tí tey fóru heim
aftur við líka nógvum, sum
tey komu við um morgunin,
meðan onnur goymdu sær
forvunna peningin í einum
skríni ella posa, kanska at
brúka á ólavsøku ella til
eitt hvørt annað. Óansæð
hvat – eitt sera gagnligt,
stuttligt og læruríkt tiltak,
sum semja er um at
endurtaka skjótt aftur.
Børn og foreldur
hugnaðu sær óført á
leikumarknaðinum
leygardagin. Onkur
forvann sær nøkur
oyru, meðan onnur
keyptu sær leikur fyri
sámiligan prís.
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Pengarnar takk!
Børn
spældu
handil
Tveir læknar í práti, Oddmar Færø og Sølvi
Winther Olsen
Oddmar Færø, sum er barnalækni á
landssjúkrahúsinum gjørdi sær nakrar tankar
um tiltakið.
– Hetta er óført. Hugaligt og forvitnusligt.
Børn hava altíð spælt handil og munnu vit ikki
øll hava havt eina lítla kjallarabiks ella kiosk
onkuntíð? Bara tað at fáa pengarnar niður í
pengakassan at telja og at gera upp er akkurát
nakað fyri bæði gentur og dreingir. Vit spældu
eisini handil, tá eg var drongur, men tá seldu
vit fliður, seyðabløðrur og lutir úr horni. Eisini
er tað hugaligt at síggja útlendsk ferðafólk
sum lata til at vera ikki sørt bergtikin av at
síggja, hvussu hugnaligt tað kann vera her í
miðbýnum, tá veðrið er gott.
So bíða vit bara
eftir kundunum