Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 15 tíðindi Pizzakokkar í aðrari verð Ynskir tú tær hatta? Familjan Johannesen úr Havn. Petur og Elisabeth, við børnumum Dánjal (3) og Símun Petur (9). – Hetta er stuttligt og vit skulu heilt sikkurt vera við, um tað verður aftur næsta ár. Børnini spæla so stutt við leikurnar, os gott er, at onnur kunnu sleppa at keypa tær fyri ein bíligan pening. Vit vóna veruliga, at tiltakið verður afturvendandi. Nærum 500,- krónur komu í kassan og teir skulu brúkast til lummapening á einum túri til Danmarkar. Kári Annan Berg og sonurin Rógvi (3) – Hetta tiltakið er genialt, millum annað tí, at her ber til at fáa leikur fyri bíligan pening. Rógvi hevur glett seg síðani tíðliga í morgun og hann hevur keypt sær ymiskt, sum hann hevur ynskt sær, eitt nú hesar gulu grav­kýrn­ar. Eini 40 básar vóru í at velja.