Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 141 - 25. juli 2006 tíðindi Á ólavsøku verður ein framsýning í Havn av tveimum spildurnýggjum Galeon stuttleika­ bátum. Tað er P/F Bátatænastan sum skipar fyri hesi framsýning Bátar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo At tað eru alt fleiri í Før­ oyum, sum keypa sær stutt­ leikabátar, sæst aftur við bátabryggjarnar í Havn og aðrastaðni kring landið. Á ólavsøku sýnir P/F Báta­tænastan í Havn fram tveir Galeon stuttleikabátar í luksusklassanum. Galeon bátarnir, ið eru gjørdir í Pólandi, verða sigldir úr Gdansk í Póllandi til Dan­ markar og síðan allan vegin til Føroyar. Talan er rættuligir dreyma­ bátar við allari hugsandi útgerð. Galeon gera bátar í nógvum ymiskum støddum. Í nýggjastu útgávuni av enska bátamagasininum “Motor Boat” fekk Galeon 330 toppkarakter sum besti bátur í sínum klassa. Hesir Galeon 330 kosta um­leið 1,5 millión v.mvg í Føroyum. Tað er sum at búgva á fyrsta klassa í Galeon 390, sum verða sýndir fram á ólavsøku. Har er køkur við komfýri, køliskápi og mikroovni. Eisini eru og wc og brúsa. Ikki minni enn trý sovirúm eru umborð, og 6-8 fólk kunnu búgva umborð á bátinum. Innan er alt teak, og leðursetrini eru hondseymaði. Bátarnir hava akker, akkersspæl, oljufýr, ljós­ motor og 8-persóna bjarg­ ingarbát. Hvør bátur hevur tveir Volvo Penta common- rail dieselmotorar við 310 hk hvør, tað vil siga tilsamans 620 hk og kunnu sigla 35 sjómíl. Annars fáast hesir motorar í støddum frá 280 til 435 hk. Til framdriftina eru tríggir ymiskir møguleikar at velja ímillum: vanligur aksil við skrúvu, drev, ella tað nýggjasta IPS-systemið. Annar av hesum bátun­ um hevur drev og hin hevur IPS, ið er eitt sera framkomið system, har bát­ urin kann sigla aftur og fram og til síðurnar, alt eftir hvussu skrúvurnar venda. Á sama hátt sum Galeon 390 Fly: Framsýning av marglætis stuttleikabátum á ólavsøku Innan er alt teak, og leðursetrini eru hondseymað Tað er sum at búgva á fyrsta klassa umborð á Galeon 390