Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 17 tíðindi t.d. á strandfaraskipinum Teistanum. Hetta er sera hent, tá báturin skal leggja at, har sum lítið pláss er. Eisini er vendidiameturin munandi minni enn á bátum við drevi ella vanligari skrúvu. Eisini hevur báturin eina aðra framkomna skipan ið nevnist “Forward Looking Phased Array Scanning Sonars”. Við hesi skipan ber til at fylgja heilt neyvt við á einum skíggja hvussu landslagið er undir sjónum. Hetta er sera hent, tá siglt verður millum sker, og ivasamt er, hvussu djúpt tað er undir, har sum báturin siglir. Prísurin á Galeon stutt­ leikabátunum byrjar við kr. 980.000,- v.mvg, tá er talan um ein Galeon 280. Umframt Galoen bátar og Volvo Penta bátamotorar umboðar P/F Bátatænastan eisini onnur merkir innan útgerð til arbeiðs- og frí­ tíðarbátar sum t.d. Mariner, Simrad, Lorenz, C-map, Humminbird og Baltic. Galeon 390 Fly Motorar 2 x 5,5 litur 6 syl turbodiesel við 310hk v. commonrail innspræning og intercooler og sjálvstillandi ventilum Longd 11,76 m Breidd 3,72 m Hædd (yvir vatnlinjuni) 3,79 m Eginvekt 9.281 kg Totalvekt 12.285 kg Prísur frá kr. 2.300.000,- v.mvg Søluumboð P/F Bátatænastan Gr. Kambansgøta 4 FO-100 Tórshavn Tel. 311735 www.batataenastan.fo FAKTA Á ólavsøku sýnir P/F Bátatænastan í Havn fram Galeon stuttleikabátar í luksusklassanum Við framkomnu skipani, ið nevnist “Forward Looking Phased Array Scanning Sonars”, ber til at fylgja heilt neyvt við á einum skíggja hvussu landslagið er undir sjónum IPS er eitt sera framkomið system, har báturin kann sigla aftur og fram og til síðurnar, alt eftir hvussu skrúvurnar venda Brøðurnir Alfred og Birgir Johannesen hava meira enn 30 ára royndir við sølu og tænastu av Volvo Penta bátamotorum