týsdagur 25. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 141 - 25. juli 2006
tíðindi
Blaðteknarar á G!
Donsku blaðteknararnir Bob Katze Nelson og Lars Andersen gjørdust so bergtiknir av
føroysku náttúruni og fólkinum, tá teir vitjaðu Føroyar í sambandi við framsýngina
Blaðtekning & Fólkaræðið, ið var í Norðurlandahúsinum í vár, at teir valdu at halda
summarfrítíðina í Føroyum saman við familjuni sínum. Í vikuskiftinum vitjaðu
teir G!Festivalin. Tá Teitur fór á pallin funnu teir blokkin fram. Teir valdu at lýsa
framførsluna hjá okkara fremsta tónleikara við hesum strikum, ið vit í dag prenta.