Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 19 tíðindi Ein heldur linlig Makrel framførsla 21. jul 2006, 18:45 Tað er eftirhondini sjáldsamt at hoyra okkara yndis makrelur spæla konsert. Síðan limirnir spjaddust í ymisk lond, hava konsertirnar verið færri og færri í talið. Tískil var fram­førslan á G! eitt kærkomið høvi hjá fjepparum at hoyra bólkin aftur. Eg veit ikki, um tað vóru teir nógvu timburmenninir, men har var líkasum onki veiggj í áhoyrarunum. Hetta smittaði eisini uppá limirnar í bólkinum, sum eisini tóktist eitt sindur spakir. Men hóast hetta, so spældu teir eina fína konsert, sum innihelt tey flestu hittini hjá bólkinum. Tey sum høvdu leitað sær oman á sandin, fingu eina hugnaliga løtu saman við bólkinum. Sum ikki einaferð, vóru tað teir báðir Ári og Rasmus, sum í stóran mun stýrdu framførsluni trygt í havn. Tað hoyrdist annars, at bólkurin ikki er eins væl samanspældir, sum tá ið teir á seinasta prixnum veruliga vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Onkrir smáir feilir vóru at hoyra, og tónleikurin livdi ikki eins væl og hann hevur gjørt. Fyri meg var hæddarpunktið tað síðsta lagið. Tað var ein frumframførsla av eini vakrari baladu, sum er væl títtari enn vælkenda “Forever and Beyond”. Hetta lag verður óivað eitt hitt millum Makrel- fjepparar. Alt í alt; ein fín framførsla frá Makrel. Heldur keðiligur deyðsmálmur 21. jul 2006, 16:52 Ílatnir svartar hettutroyggir og allir uttan sangarin í gass­maskir, spældu tónleik­ ararnir í Still­birth eina í støðum heldur óinn­ blásta konsert, ið tyktist dekan ov langdrigin. Stillbirth er ivaleyst ein fínur bólkur, og tónleikurin, ið onkur helt minna um Dimmu Borgir, er eitt slag av ferð-, rusk- og deyðsmálmi við eini ferili av symfoniskum ísletti. Løgini vóru sum heild rættiliga góð. Tó keddist eg skjótt av framførsluni. Bólkurin, ið legði fyri sum eitt ódnarveður við nógvari orku, misti spakuliga orkuna, soleiðis at framførslan eftir nøkur løg tyktist óinnblást og í longdini keðilig. Tað var ikki fyrr enn bólkurin fekk at vita, at tíðin var um at vera uppi, og lagið Dawn Of War kom á skránna, at neistin aftur tendraðist, og bólkurin rokkaði væl og harðliga. Nýggja orkan sást eisini aftur millum áskoðararnar, sum knappiliga vóru ordiliga við. Bólkurin vildi illa av aftur pallinum, og spældi hóast Árni Gregersen hevði takkað teimum fyri konsertina, eitt eykalag. Hetta var tó eitt vónbrot og gjørdi endan eins líkasælan, sum størsti parturin av konsertini hevði verið. nud Rætting Í planet.fo blaðnum í Sosialinum í gjár, var myndamaðurin komin skeivt fyri, myndirnir av Lama Sea á forsíðuni og á síðu 7 eru ikki tiknar av Ólavi Frederiksen men av Róki Jákupsson Jakobsen. Mynd: Ólavur Frederiksen Mynd: Niels Uni Dam