Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 141 - 25. juli 2006 tíðindi Tað var ikki bara tónleikur og ball, sum myndaðu ársins útgávu av G! festivalinum. Eitt rættiliga forkunnugt tiltak í drúgva vikuskiftinum í Gøtu var eitt bókmentatiltak, sum Kim Simonsen og Outsider Magazin høvdu tikið stig til BÓKMENTATILTAK Orð & myndir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Bókmentatiltakið byrj­ aði klokkan hálvgum trý leygardagin uppi í teimum sonevndu bactstage­høl­ unum, sum er høllin oman fyri Töting. Tað vil siga, at hølini lógu nakað uttanfyri sjálvt festivaløkið, og tað var als ikki nakað býtt hug­skot, tí soleiðis høvdu fyrireikararnir syrgt fyri full­komnum friði og at onki var, sum órógvaði upp­ lesturin. At siga onki var, sum órógvaði friðin passar ikki heilt, tí meiri enn einaferð ringdi onkur telefonin, og tað er beinleiðis forargiligt, at fólk ikki kunnu vera so mikið at sær komin, at tey sløkkja ljóði á far­ telefonini. Eitt annað, sum fyrireik­ ararnir heldur ikki kunnu vera fullnøgdir við, var, at sera fá ung vóru møtt til tiltakið. Talið av áhoyrarum var ikki lítið, men eitt av endamálunum við tiltakinum var at savna ungdómin til upplesturin, og hetta riggaði ikki heilt. Tað er spell, men kanska er høvuðsorsøkin tann, at tað ikki er vanligt við tiltøkum av hesum slag á festivalum, og at tað tí skal upparbeiðast ein siðvenja fyri hesum. Upplesturin Tað var norðmaðurin Johan Harstad, sum byrjaði lestrarløtuna við at lesa brot úr nýggju skaldsøgu síni, Buzz Aldrin, sum í høvuðsheitum gongur fyri seg í Føroyum í dag. Júst tað gjørdi tað ógvuliga áhuga­vert at lurta eftir Johan Harstad, tí tað er ikki á hvørjum degi at ein tílík skaldsøga kemur út. Og upp aftur meiri áhuga­ vert er tað, at tað er ein norðmaður, sum hevur skrivað skaldsøguna. Men tað er ikki bara í Føroyum, at bókin hevur vakt ans, tí hon verður týdd til tíggju ymisk mál. Har í millum føroyskt, men hóast arbeiði við at týða hana er byrjað, er enn ikki greitt nær hon kemur út á føroyskum. Umframt at verða týdd til nógv ymisk mál, skal skaldsøgan eisini ger­ ast til sjónvarpsrøð, og meginparturin av upptøk­ unum verða gjørdar í Før­ oy­um. Ein ætlan, sum sam­ bært samrøðu við Johan Hartstad blaðnum í gjár kann koma at kosta 20 milli­ ónir krónur. Johan Harstad var einasti luttakarin, sum bara las brot úr eini skaldsøgu. Hann las bæði væl og longi, men hóast talan var um frálíka áhugavert tilfar, so gjørdist tað kanska í so tungt hjá moyrum festivalvitjandi at lurta eftir í so rúma tíð. Aftaná upplesturin hevði Kim Simonsen eina samrøðu við Johan Hartstad. Tað var eitt frálíkt hugskot og gjørdi heildarupplivingina av upplestrinum frá Johan Hartstad lættari. Í blaðnum hósdagin verð­ ur drúgv samrøða við Johan Harstad. Næstur á skránni var Einar Már Guðmundsson. Hann las bæði eldri og yngri yrkingar fyri áhoyranunum og endaði við at lesa brot úr skaldsøguni Alheimsins einglar, sum eisini er týdd til føroyskt. Serliga vóru tað yrking­ arnar, sum sótu ómetaliga væl og áhoyrarunum dámdu, og var talan um sera livandi og fangandi upplestur frá íslendinginum, sum millum annað segði, at uppgávan hjá skaldskapinum er at geva okkum veingir á heilan. Síðani slapp danin Thom­ as Boberg til orðanna. Hann las upp brot úr eini ferðaskaldsøgu og nakrar yrkingar. Hansara upplestur var als ikki eins livandi sum tann hjá Einari, men var Thomas Boberg avgjørt ikki keðiligur at lurta eftir. Hann hevði bara ein heilt øðrvísi og meiri dempaðan hátt at lesa uppá. Thomas Boberg endaði við at lesa upp tað, hann kallaði “stikord til en salme”. Hann segði, at tekst­ urin á ongan hátt var ein sálmur, og at hann als ikki visti um tað nakrantíð fór at verða til ein, men í sínum skapi sum hann var nú, var tað heldur ikki ein yrking. – Men derfor vil jeg gerne læse den op, segði Thomas Boberg argandi. Var upplesturin frá danan­ um dempaður, so kom sanni­liga lív í, tá seinni íslendingurin á tiltakinum, Eirikur Ørn Norðdal fór at lesa upp. Hann las fyrstu yrkingarnar á íslendskum og orðini raplaðu úr honum so skjótt, at tað var sera trupult at fylgja við. Tað bilti tó ikki so nógv, tí bara upplesturin í sjálvum sær var ein fragd at lýða á. Seinnu yrkingarnar frá Eiriki Ørn vóru á enskum. Tá slakkaði hann eitt lítið sindur av, og tey, sum ikki kenna nakað til skaldskapin hjá Eiriki Ørn Norðdal hoyrdu tá, at hann eisini vil nakað við yrkingum sínum og hevur ein boðskap. Tey seinastu fýra at lesa upp, vóru øll føroyingar. Vónbjørt Linjónsdóttir, sum var einasta kvinnan millum upplesararnar á bók­ mentatiltakinum, las tvær yrkingar og síðani komu teir báðir Jóanes Nielsen og Kim Simonsen við nøkrum yrkingum hvør. Carl Johan Jensen stóð síðstur á listanum og las hann eisini nakrar yrkingar, áðrenn hann endaði tiltakið við at lesa eitt prosastykki, sum fall í sera góða jørð millum áhoyrararnar. Feitast í Føroyum Bókmentatiltøk á tón­leika­ festivalum er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hetta er tó fyrsta ferðin at tað verður roynt í Føroyum. Her má sigast at talan var um eina sera væl eydnaða debut. Tiltakið riggaði einastandi væl og talan var um ein vælblandaðan cocktail av ymiskum rithøvundum. Vónandi verður talan um eitt afturvendandi til­ tak, og tey ungu, sum ikki vóru og lýddu á, skulu bara vita til næstu ferð, at bókmentatiltakið á G! í ár var feitasta bókmentatiltakið í Føroyum. 21. jul 2006, 21:45 Konsertin við Gestir var ein sveimandi uppliving. Limirnir í bólkinum eru at meta sum lokalar hetjur, og tað hoyrdist á áhoyrarunum, at tey vóru glað at síggja Gestir aftur á heimavølli. Gestir borðreiddi við spenn­ andi tónum. Tónleikurin hjá Gestir er rættiliga torførur at lýsa. Talan er um eitt slag av rokki, sum er sprotin úr tí før­oyska. Tónleikurin og tekst­irnir eru rættiliga huldu­kendir, og um tú letur parad­urnar falla, verður tú drigin í ein myrkan gandaheim, sum er á tremur við fremmandum vandum. Tað er tó ikki løg, sum tú minnist, tá ið tey eru liðug. Har eru ongi fangandi niðurløg o.s.fr. Talan er um meiri kenslubornan, “skeiv­ an” tónleik, sum situr eft­ ir í kroppinum aftaná fram­ førsluna. Sum tað seinasta lagið, spældu teir lagið “Døgg”, sum mong munnu minnast frá prixnum 2003. Sjálvur haldi eg, at Gestir áttu at roynt at komi longur út um pallkantin. Tað tykist sum um, at teir onkuntíð for­ søma áskoðaran. Teir spæla mestsum fyri sær sjálvum, og geva sær ikki stórvegis far um okkum sum lýða á. Tað er líka millum løgini, at sangarin greiður frá, hvussu løgini eita o.s.fr. Tað hevði verið gleðiligt fyri okkum, um teir góvu okkum okkurt meir at hyggja at; meir enn blundandi eygu. Samanumtikið: ein góð kon­ sert, við einum spennandi bólki. Vit á Planet ynskja Gestir hjartaliga tillukku við nýggju fløguni. RJJ 22. jul 2006, 15:56 Fyrsta G!konsertin leygardag var á lítla pallinum, tað var álendski bólkurin Skrå, ið fekk heiðurin at lata festivalin upp í dag. Hetta komu teir fýra ungu álendsku dreingirnir væl frá. Skrå spælir spælimanstónleik bæði heima­ gjørdan og tónleik hjá øðrum, bæði siðbundnan og nýggjari, tað vóru ikki nógv fólk og lurtaðu, men tey sum vóru komin saman fingu eitt skot av góðum lag. Glaði og hugnaligi spælimanstónleikurin gav áskoðarunum smíl á varrarnar og legði ein góðan botn til enn ein spennandi dag á G!. Konsertin var hugnalig og stuttlig, teir spældu eini 40 minuttir, og sum konsertin leið móti endanum savnaðist rættiliga fitt av fólki frammanfyri pallinum, og hýrurin gjørdist so góður, at Skrå vóru róptir upp at spæla eykalag. Myrkur, hugtungur fjallarokkur Ungur og stuttligur spælimanstónleikur Bókmentatiltak við bit í Johan Harstad og Einar Már Guðmundsson hugtóku á hvør sín hátt við upplestri sínum