týsdagur 25. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 141 - 25. juli 2006 ]
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
Ítróttur
SAMBAND
jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Stutt sagt
Hóast mótstøðuliðið
í annaðkvøld telist
millum tey heilt stóru
í Europa, so royna
teir í B36 at taka
avbjóðingina sum
eina uppliving
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skuldi tað hent seg, at B36
kemur hampuliga heilskapað
úr dystinum í Istanbul í
annaðkvøld, so stendur eitt
heilt herlið av løgreglufólki
til reiðar at hjálpa føroyska
ferðalagnum av stadion.
Tað er ein av veruleikunum,
sum, spælarar og leiðarar hjá
B36 royna at venja seg við,
nú teir gera seg út til helst
størstu uppgávuna, sum nak
að føroyskt lið hevur havt.
Móti einum av teimum fel
øgum, sum standa til reiðar
at koma upp sonevnda G-
14 samstarvið, sum er eitt
samtak av veruligu risunum
í Europeiskum fótbólti. Eitt
samtak, sum í verandi líki
telur lið sum Real Madrid,
Manchester United og Bay
ern München.
Og tá hópurin telur fleiri
av teimum, sum fyri fýra
árum síðani vunnu HM-
bronsu, umframt bæði fransk
ar og brasilskar landsliðs
kandidatar, stendur teimum
flestu greitt, at talan er um
óvanlgia sterka mótstøðu.
Mansvardir av
miðlunum
B36 var eisini í 1999 á
vitjan í Turkalandi, tá teir
spældu UEFA-Cup dyst
móti Ankaragucu. Í dag er
eingin av spælarunum frá
teirri ferðini við í hópinum,
men venjarin, Sigfríður S.
Clementsen, var tá millum
spælararnar, eins og Kristjan
á Neystabø eisini ta ferðina
var leiðari hjá hópinum.
Men upplivingin í 1999
kann als ikki sammetast
við tað, sum B36 upplivir í
hesum døgum, sigur Kristjan
á Neystabø.
– Vit høvdu nokk ikki
ánilsi fyri, hvussu stórt
hetta felagið er, áðrenn vit
komu til Istanbul. Hvørja
einastu venjing eru hópur
av mynda- og tíðindafólki
og hyggja at okkum, og sjón
varpsstøðir fylgja mest sum
hvørjari rørslu hjá okkum.
Felagið hevur eisini egna
sjónvarpsrás, og teir vóru í
hølunum, tá vit í gjár vóru á
ferð runt í Istanbul.
– So tað eru nógv viður
skifti, sum vit als ikki eru
vanir við, sum gera seg gal
andi, men tað tænir spæl
arunum til rós, at teir als ikki
tykjast nervaðir av hesum.
Nú síggi eg sjálvandi ikki,
hvat fyriferst í tonkunum
hjá teimum, men tað tykist,
sum taka teir hetta sum eina
velduga uppliving.
Skilja ikki avrikini
Tá tosað verður um føroysku
útlitini, sigur Kristjan, at
hjá teimum er setningurin
greiður. Verjuskipanin skal
rigga optimalt, og so er at
vóna, at spælararnir hóra
undan trýstinum.
Og hóast turkiska stór
felagið er risa-stórur favor
ittur undan uppgávuni, so er
ikki sørt, at lokalu miðlarnir
hóast alt eru eitt sindur
imponeraðir av B36.
– Tað sigur teimum kanska
ikki so nógv, at vit í fjør vunnu
á ÍBV, og at vit í ár hava bast
maltesisku meistarunum.
Tey siga, at tey kenna støðið
á føroyskum fótbólti, og tí
ivast tey ikki í, at Fenerbache
vinnur. Men ein spurningur,
sum støðugt verður reistur,
er, hvussu vit fyri sjey árum
síðani megnaðu at spæla
næstan upp til Ankaragucu.
Hóast turkiskur fóbtbóltur
fyrst og fremst snýr seg um
Fenerbache, Galatasary og
Trabsponzor, so er tað eitt
avrik, sum veruliga hevur
vakt ans. Og megna vit at
endurtaka tepra 1-0 tapið frá
teirri ferðini, stendur óivað
væl til hjá okkum, heldur
Kristjan.
Hitin ikki ræðandi
Vanliga er veðurlagið ein av
heilt stóru mótstøðumonn
unum, tá føroysk lið ferðast
suðureftir, men hóast heitt,
so tykist hetta ikki vera
heilt so ræðandi hjá B36
hesaferð.
Veðurkortið staðfestir, at
hitin í løtuni er um 30 stig,
og tá B36 spælir klokkan 21
lokala tíð, verður talan helst
um nøkur og tjúgu hitastig.
Síðani sunnudagin hava
spælararnir vant tvær ferðir
um dagin, og enn hevur hitin
ikki darvað, verður sagt úr
leguni. Skaðar kenna tey
einki til enn, og verður
sæð burtur frá leikbannaða
Mikkjal Thomassen, eru
allir spælarar tøkir til upp
gávuna.
Løgreglan stendur
klár fyri B36
Hóast miðlarnir í turkiska milliónbýnum mest sum mansverja B36-liðið, so tykjast spælararnir ikki órógvaðir av hesum, sigur
Kristjan á Neystabø
Tað eydnaðist føroyska
U15 landsliðnum í dreingja
fótbólti at standa ovastir
á skamlinum, tá finalan
í Aberdeen International
Football Festival varð spæld
um vikuskiftið. Hóast Før
oyar hava verið fastur partur
av kappingini í 12 ár, so er
hetta fyrsta ferðin, at eitt
føroyskt lið vinnur, so tað
var ikki løgið, um bæði
spælarar og venjarar vóru
ernir á heimferðini.
Finalan varð spæld móti
Ross County úr Skotlandi,
og tann dystin vunnu Før
oyar 2-0. Føroysku málini
í dystinum skutu Hallur
Hansson og Helgi Sams
son.
Til
samans
spældi
føroyska liðið seks dystir
á ferðini, og allir seks end
aðu við føroyskum sigri.
Og við eini samlaðari
málúrtøku upp á 41-1 var
eingin ivi um, at fleiri av
liðunum vóru alt ov veik
til hesar dystirnar. Talan
var tó eisini um harðar
dystir, og serstakliga stóð
nógv á í fjórðingsfinaluni,
sum føroysku spælararnir
akkurát vunnu 1-0 móti liðn
um hjá Dundee United.
Føroyingar áttu eisini
besta málskjúttan í kapp
ingini, og var hesin Helgi
Samson, sum stóð fyri 12
av føroysku málunum.
Venjarar hjá føroyska
liðnum á ferðini vóru Eli
Hentze og Mathias David
sen. Álvur Hansen var fysio
terapetur, meðan Jákup
Simonsen var liðleiðari.
-mørk
Gull til U15-liðið
Danska
meistaraliðið,
FCK, missir í næstum
eitt av sínum vandamestu
álopskortum. Álvaro San
tos, sum seinastu tvey
árini hevur verið partur
av liðnum, hevur gjørt sátt
mála við franska Auxerre,
og dysturin hjá FCK móti
finska MyPa verður hansara
seinasti fyri felagið.
Flemming Østergaard,
nevndarformaður, tykist
tó ikki vera nervaður av
hesum yvirhøvur. Seinnu
árini hevur hann bygt FCK
upp til at vera avgjørt fíggj
arliga sterkasta felagið í
Danmark, og hann hevur
við miðlarnar sagt, at Ståale
Solbakken, venjari, bara
skal peika á tann spælaran,
sum hann helst vil hava, tá
hópurin skal styrkjast.
-mørk
Santos til Auxerre
Michel Platini hevur sein
asta árið framt eitt miðvíst
lobby-arbeiði í royndunum
at gerast næsti forsetin hjá
UEFA. Eitt lobby-arbeiði,
sum eisini innibar eina
Føroya-vitjan fyri ikki so
langari tíð síðani.
Og nú er so alment
boðað frá, at Platini fer
at bjóða svenska Lennart
Johanson av, tá UEFA um
ikki so langa tíð fer at hava
aðalfund.
Sjálvur hevur 76 ára
gamli Johanson sagt, at
hann er sinnaður at taka
eitt tørn afturat, soleiðis at
hann verður 81 ára gamal,
tá hansara skeið er runnið,
og tí bendir alt á, at talan
verður um stríðsval.
Eisini
týski
Franz
Beckenbauer hevur sýnt
áhuga fyri sessinum, men
nú talan longu er um tveir
kandidatar, hevur hann
sagt, at eingin orsøk er hjá
sær at stilla upp.
Nú er Platini uppstillaður
»Vit eru vónbrotin og staðfesta, at viðhvørt stemmar tað ikki«
Paul á Krákusteini