Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 141 - 25. juli 2006 ] SvF sendir beinleiðis úr Turkalandi Mikukvøldið klokkan 19 skulu føroysku meistararnir møta turkisku meistarunum Fenerbache í Istanbul. SVF fer at senda dystin beinleiðis av heimaleikvøllinum hjá Fenerbache, har við­haldsfólkið hjá turkisku meistarunum er tiltikið fyri at vera á gosi, tá liðið spælir har. Liðini møtast í øðrum undanumfari í Champions League kappingini. Vinnararnir í øðrum undanumfari, skulu spæla eitt umfar afturat, áðrenn bólkaspælið byrjar. Sjálvt um spælararnir hjá Fenerbache ikki eru eins kendir sum teir, sum spæla í ensku kappingini, so er Fenerbache eitt tað sterkasta liðið, sum eitt føroyskt lið hevur drigið. Glasgow Rangers spældi ímóti GÍ, og tað er nokk tað liðið, sum kemur nærmast í styrki við Fenerbache. Upprunaliga skuldi seinni dysturin verið á Tórsvølli 1. august klokkan 19.00, men roynt verður at flyta hann til kl. 18.30 og tann dystin sendir SVF eisini beinleiðis. Nýggjur fastur startur lagdur út Hóast 27 ára gamli fasti starturin fram­vegis er góð­ur, so verður nýggi starturin roknaður at vera stórt framstig Kappróður Jóannes Hansen Hon er trúgv sum trøll­ ið. Lýsingin frá Havn­ ar Róðrarfelag í ólav­ søkuvikuni um, at nú er fasti starturin lagdur út undir Argjahøvda, og at nú skulu skip og bátar halda seg burtur frá startinum. Lýsingin fevnir sjálvandi ikki um kappróðrarbátar, tí teir eru títtir á fasta startinum, sum bátarnir venja seg við. Í ár er spildur nýggjur fastur startur lagdur út. Partar av honum vórðu lagdir út í gjárkvøldið, og í kvøld verður klárt hjá bátunum at royna hann. Tað er Magni Nielsen í Havnar Róðrarfelag, sum er komin við nýggja startinum, sum skal loysa tann av, sum Eigil á Borð og Petur í Heiðunum gjørdu í 1979. Fyrri starturin var samanbundin í planka, sum varð heftur í landið. Nýggi starturin eru trolkúlur, sum í enda eru knýttar saman og í enda heftar inn á land. – Fortoyningarnar eru tær somu, og broytingin er ikki so ógvuliga stór. Men hetta sparir okkum fyri ógvuliga nógv stríð. Træið skuldi vaskast og turkast, áðrenn tað aftur varð lagt í bingju at goyma til næstu Ólav­ søku. Nú nýtist hetta ikki, staðfestir Paul á Kráku­steini, formaður í Havnar Róðrarfelag. U17 taptu finaluna Føroyska U17-landsliðið í fótbólti tapti tepurt, tá liðið um vikuskiftið spældi finalu í stóru kappingini, sum liðið var partur av í Aberdeen. Í finaluni spældu Føroyar móti einum ghaneskiskum liði, og her gjørdust okkara akkurát ov teprir. Í innleiðandi dyst­in­um tapti Føroyar 1-0 fyri ghanesunum, og úrslitið í finaluni var neyvt tað sama. Sum skilst, so var talan um ein uppibornan sigur til Ghan­es­iska liðið, sum á flestum økjum var besta liðið í kappingini skilst. Næsta takið hjá U17 liðnum verður longu í komandi viku, tí 31. juli fer NM-kappingin, sum verður hildin í Føroyum, ígongd. -mørk Hóast hetta róðrar­ árið hevur verið millum tey lakastu hjá vertunum fyri ársins síðsta kappróðri, so vísir formaðurin staðiliga aftur, at tey hava mist mótið í Havnar Róðrarfelag Ólavsøka Jóannes Hansen Hóast mjørkin er tjúkkur, so hevur seinastu vikuna sama myndin verið at hóma á Havnarvág, sum er afturvendandi hesa árs­ins tíðina. Frá tíðliga á morgni og út á kvøldið síggj­ast kappróðrarbátar aft­ur og aftur stríða seg av Argj­a­ landinum og framvið Mol­ anum og inn undir Skipa­ felagið. Stutta ólavsøkumálið – er bara stívliga 901 metrar – verður róð umaftur og umaftur, og íti verða sett og tøk tald. Fram úr mjørkanum hoyrast reystu røddirnar á stýrimonnunum, sum geva boð. Soleiðis eigur tað at vera, og soleiðis er tað. At ferðslan er stór á Havnarvág boðar eisini frá, at áhugin fyri kappróðri er ógvuliga stórur í høv­uðs­ staðnum. Havnar Róðr­ar­ felag er størsta felagið. Í ár er felagið umboðað í FM kappingini við átta mann­ ingum, og harafturat luttaka teir í barnaróðrinum – bæði hjá gentum og dreingjum. HR er tað felagið, sum til­samans hevur vunnið nógv mest. Hini feløgini í høvuðsstaðnum eru Knørra­ felagið og Argja Róðrarfelag. Fleiri aðrar manningar venja altíð á Havnarvág. Eitt nú Vágbingur, Nólsoyingur og Nevið Reyða. Í hesi vikuni hava bátarnir verið uppaftur fleiri. Tað eru fleiri manningar, ið mest sum kenna tað sum part av fyrireikingunum, at tær skulu til Havnar at rógva málið nakrar ferðir. Oftast eru fleiri manningar hjá Havnar Róðrarfelag við í telvingini um FM heitið. Havnarbáturin hevur vunnið nógv FM heiti, og í HR og høvuðsstaðnum sum heild plagar tað at kennast serligur spenningur, tá ið Havnarbáturin undan síðsta róðrinum hevur verið í kapp­ ing um FM heitið við eitt nú Vestmenning, Nólsoying ella Eysturoying. Soleiðis er tað ikki í ár. Í fjør vann HR tvey FM heiti. Sílið við kvinnum og Gongurólvur við monnum vóru best. Undantøkini hava verið fá, tá ið HR ikki hevur vunnið okkurt FM heitið. Í 1998 og í 2000 vann HR einki FM. Síðani hava tey verið fleiri. Men í ár er aftur øskukalt, tá ið tað ræður um FM heiti. – Vit vóna, at Ørvur og Sílið við kvinnum fara at vinna á Ólavsøku. Eingin onnur manning hjá okkum hevur realistiskan møguleika at vinna. Harvið kunnu vit staðfesta, at talan hevur ver­ið um rættuliga soltið ár hjá okkum, staðfestir Paul á Krákusteini, formaður í Havnar Róðrarfelag. Burtursæð frá onkrum ár­um, tá ið hann hevur verið til skips, hevur hann verið við í Havnar Róðrarfelag, síðani hann fyrstu ferð í 1980 var við til at manna Sílið. Seinastu 7-8 árini hevur hann verið kassameistari og eisini næstformaður. Undantakið var 1998-2000, tá ið hann var formaður í felagnum. Tað er hann aftur nú. – Royndirnar siga, at tað koma sovorðin millum ár. Onkur sigur ivaleyst, at tey eru miseydnað, og tað eru tey í FM heitum. Men vit velja at síggja tað upp á tann mátan, at vit hava sett fólk við, og at hetta heilt víst fer at síggjast aftur í úrslitunum næsta ár og aftur næsta ár, sigur Paul á Krákusteini. Vil tað siga, at tit eru nøgd við úrslitini hjá tykkara bátum? . Umborð á Havnarbátinum eru menn, sum hava vunnið nógv, og sum altíð hava havt rætta hugburðin. Vit roknaðu við, at tað fór at hilnast væl hjá teimum í ár, men skaðar bóru mistreysti og harvið útskiftingar við sær. Umborð á Gongurólvi er miðal aldurin 17 ár. Allir kundu teir havt róð við Sílinum, men teir vildu sleppa umborð á 6-mannafarið. Hetta verður heilt víst íløga í komandi ár hjá teimum, vónar HR for­ maðurin, sum eisini veit at siga, at allir umborð á Ørvi longu hava gjørt av at vera við til at manna bátin aftur næsta ár. HR ætlar sær at telja gull um eitt ár Hóast 2006 ikki hevur roynst nakað serligt, so ivast formaðurin í Havnar Róðrarfelag ikki í, at felagið eisini í framtíðini fer at teljast millum tey meira sigursvandu Mynd: Álvur Haraldsen