Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 141 - 25. juli 2006 lýsingar N O R Ð U R L A N D A H Ú S I Ð Norðurlandahúsið í Føroyum SUMMARFRAMSÝNING 2006 Í Klingruni, dansistovuni, og í forhøllini Við verkum hjá, Sigrun Gunnarsdóttir, Tita Vinther, Hans Pauli Olsen, Guðrið Poulsen, Kári Svensson, Edward Fuglø, Eyðun av Reyni og Astri Luihn. Húsið er opið hesar tíðir um Ólavsøkuna: Ólavsøkuaftan 28. Juli 14-20 Ólavsøkudag 29. Juli 14-20 Sunnudagin 30. Juli 14-18 Í Borðkrókinum er høvið at keypa breyð við føroyskum og útlendskum viðskera, køkur, kaffi, te, øl, sodavatn, vín o.a. Telefon +351351 Norðurlandahúsið í Føroyum Fax +351350 E-mail: nlh@nlh.fo; http://www.nlh.fo Adventistaskúlin sóknast eftir lærara 1. august 2006 Okkara skúli er ein frískúli, sum hevur virkað í 40 ár. Hann hevur 116 næmingar frá 1. til og við 7. flokk. Vit eru 8 lærarar í føstum starvi og ein skúlaleiðari. Vit eru ein kristin skúli, ið leggur dent á samanhald og felagsskap, har tað einstaka barnið fær stuðul til at mennast. Vit royna at skapa eitt heildarsamstarv millum heim og skúla, soleiðis at foreldrini uppfata skúlan sum ein longdan arm hjá heiminum og øvugt. Tað gera vit m.a. soleiðis: * Morgunsangur við søgu hvønn dag. * Tætt samstarv millum starvsfólkini. * Stutt frá hugskoti til verk. * Vit síggja skúla okkara sum ein felagsskap, ið byggir á tryggleika, opinleika og álit millum øll, ið starvast her. Vit vænta at tú: * Hevur eina kristna lívsáskoðan. * Ert góð/ur við børn. * Kanst laga teg til ein fjølbroyttan gerandisdag. * Hevur hugflog og áræði. * Ert opin fyri nýggjum avbjóðingum * Hevur hug at taka lut í menningini av skúlanum. Vit bjóða tær: * Gott arbeiðslag millum góðar starvsfelagar, og góð foreldur at samstarva við. Áhugaði kunnu venda sær til: Janne Schantz Johnsson, skúlaleiðara, tel. 225054 ella Tórunn Holm, stýrislim, tel. 210473 Venjingarskúlin Søkt verður eftir stuðulsfólki til næming í 4. flokki við serligum tørvi. Talan er um 25 tímar um vikuna. Løn eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Fyrimun hava umsøkjarar við pedagogútbúgving og/ella royndum í mennandi stuðulsarbeiði. Umsóknin við avriti av møguligum próvskjølum/ viðmælum má vera skúlanum í hendi seinast 9. august 2006 á middegi. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skúlastjóran (313089/213502). Venjingarskúlin Handan Á 14 100 Tórshavn Viðareiðis skúli FO-750 Viðareiði Tlf. 588052 · Teldupostur: vid@skulin.fo Lærarastarv í Viðareiðis Skúla Skúlaárið 2006/2007 er eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar leyst at søkja. Undirvísingartímatalið er umleið 16 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. Søkt verður eftir lærara, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar skal taka lut í dagliga arbeiði skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • er við í arbeiðinum áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í : • føroyskum í 2. og 3. flokki • ítrótti í 1. og 2. flokki • næmingi við serligum tørvi Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Løn Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggja­ dagin 4. august kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðara á tlf. 58 80 52. Roknskaparfólk søkist Søkt verður eftir roknskaparfólki 3/4 tíð at byrja skjótast til ber og fyribils til 1. august 2007. Møgu­ leiki er fyri leingjan. Starvið umfatar alt vanligt bókhaldsarbeiði og aðrar fyrisitingaruppgávur. Kunnleiki til Navision Attain og LøttLøn er ein fyrimunur, umframt roknskaparførleika og ­royndir. Talan er um sjálvstøðugt, fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini sunnari fyritøku. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sjúrður Holm, stjóra, tlf. 210830 ella Duritu Djur­ holm, roknskaparfólk, tlf. 580833. Tað ber eisini til at senda teldupost til busetur@busetur.fo Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu sendast til Búsetur sp/f, Reynsgøta 14, 160 Argir. Læknaskrivari Á Oyrna-nasa-hálsadeildini á Skurðdeplinum er eitt starv sum læknaskrivari leyst at søkja til setan 1. september 2006 ella eftir avtalu. Starvsbrøkur 0,75 ella 1,0. Førleikakrøv: •útbúgving sum læknaskrivari •tænastusinni •dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi •góð samstarvsevni •góður røkjuskapur •teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Oyrna -nasa-hálsdeildina, tlf. 304510. Umsóknarfreistin er 15. august 2006 kl. 12:00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn www.sosialurin.fo