Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 25. juli 2006 25 lýsingar Lærarastørv í Fuglafjarðar skúla Hesi tíðaravmarkaðu størv verða lýst leys til setanar: Starv 1 • 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml. 0,7) frá 14. august til 19. desember 2006 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Starv 2 • 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml. 0,7) frá 14. august til 6. oktober 2006 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Starv 3 • 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá 16. oktober 2006 til umleið 5. mai 2007 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Stórur møguleiki er fyri, at sami persónur verður settur í starv 2 og 3 Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • eru stundisligir og nærlagdir Harafturat skulu lærararnir kunna átaka sær hesar tímatalvur: Starv 1: Flokslærari í 4. a, 4. a í náttúru/tøkni, tilevning og føroyskum, 8. abc í lívfrøði og 8. b í kristnikunnleika Starv 2: Floksærari í 9. c, 9. c í føroyskum, 5.6. í tilevning og heimkunnleika. Eisini eru 9 t/v í bókasavnsarbeiði Starv 3: Flokslærari í 4. b, 4. b í støddfrøði, náttutu/tøkni, kristnikunnleika og tilevning, 3. b. í tilevning og 8. 9. 10. fl í handarbeiði Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestnaður ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. august kl. 10. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 214087. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: suni@ffs.fo Fuglafjarðar skúli Postboks 9 FO-530 Fuglafjørður Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 335 næmingar í 19 flokkum. Við skúlan fara at starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1 húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo Leiðari til dagstovnin Látipípuna Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin Látipípuna hjá Vestmanna Kommunu. Stovnurin er normeraður til 22 børn í útibarnagarði og til børn úr 1. og 2. flokki í frítíðarstovu. Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og starvið verður sett frá í seinasta lagi 1. oktober 2006 at rokna. Dámar tær væl at skipa fyri og at vera úti í náttúrini, er hetta møguliga nakað fyri teg! Lønin er sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagog– felag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maluna Stórá á Dagstovninum Látipípuni, tlf. 470146 ella 230145. Umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum um mælum skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta laagi 21. august 2006, kl. 12.00. Vestmanna Kommuna Møtlar Vit seyma møtlar og hava nakrar á goymslu. Krista Poulsen Tlf. 424599, 215599 ella 217599 Lesið - so eru tit við