mikudagur 26. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 26. juli 2006
7
tíðindi
– Stættamunurin
er størst í aldur
dóminum, sigur
Jenis av Rana, nú
Miðflokkurin leggur
tvinni uppskot
fram fyri Løgtingið
á ólavsøka. Annað
uppskotið snýr
seg um at hækka
fólkapensjónina, og
hitt snýr seg um løn,
um ein er heima hjá
sjúkum børnum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin
Miðflokkurin hevur lagt
tvinni uppskot fram á ting
borð, tá ið tingið kemur
saman á ólavsøku.
Annað snýr seg um
rætt til løn undir fráveru
vegna sjúku hjá børnum,
og hitt er um hækking í
grundupphæddini til fólka
pensjón.
Jenis av Rana, løgtings
maður fyri Miðflokkin,
sigur, at flokkurin hevur
fingið áheitan frá Havnar
Arbeiðsmannafelag um at
gera okkurt við støðuna hjá
teimum, sum missa løn,
tá børnini eru sjúk, tí júst
Havnar Arbeiðsmannafelag
hevur limir, sum arbeiða
avikavist í bæði tí almenna
og privata sektorinum.
Jenis av Rana vísir á,
at sømdirnar hjá teimum
í almennum størvum eru
munandi betri á hesum
økinum. Hann sigur, at
hetta er eitt beinleiðis átak
frá almennari síðu, og tí
ynskir fakfelagið eisini,
at hinir limir felagsins,
sum arbeiða hjá privatum
arbeiðsgevarum,
skulu
sleppa at vera heima við
løn hjá børnunum, um tey
eru sjúk.
Ikki roknað út enn
Jenis av Rana viðgongur,
at Miðflokkurin ikki hevur
roknað út, hvussu nógv
hetta fer at kosta, men
hann vísir á, at hetta er
eitt uppskot til samtyktar.
Tvs. at Miðflokkurin heit
ir á Landsstýrið um at
kanna, “hvussu man við
lóg kann tryggja øllum
arbeiðstakarum eins rætt til
løn, tá tey eru heima hjá
sjúkum børnum, og at leggja
fram løgtingslógaruppskot
við hesum endamáli”, sum
tað verður orðað í upp
skotinum. Støða er heldur
ikki tikin til, um arbeiðs
gevararnir skulu gjalda
hesa løn til fólk, hvørs børn
eru sjúk, ella um hetta skal
skipast sum ein almenn
veiting. Hetta skal verða
ein partur av kjakinum í
tinginum, sigur Jenis av
Rana.
Spurdur, um hann sum
andstøðutingmaður væntar
undirtøku í tinginum fyri
uppskotinum, sigur Jenis av
Rana, at mundurin á hesum
økinum er so eyðsýndur, at
tað roknar hann við.
Hinvegin
viðgongur
hann, at mangan kann vera
frustrerandi, sum hann
tekur til, at sita í andstøðu
í Føroyum.
Í fleiri øðrum londum
verður roynt at taka and
støðuna við í breiðar semj
ur, men hetta hevur ikki
verið beinleiðis siðvenja
at gera í Føroyum. Jenis
av Rana nevnir uppskotið
hjá Tjóðveldisflokkinum
um uppboðssølu av fiski
loyvum, sum herfyri varð
“jarðað”, sum hann sigur,
av umboðum úr øllum flokk
um í samgonguni. Hinvegin
nevnir
Jenis
av
Rana
avtøkuna av einarættinum
hjá tí almenna at gera
útvarp og sjónvarp og
Løgtingsins umboðsmann,
ið tað tó hevur eydnast Mið
flokkinum at fáa samtykt,
hóast hann var í andstøðu.
Fólkapensjónin hækka
Hitt málið, sum Mið
flokkurin
leggur
fram
fyri tingið á ólavsøku, er
“Uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg
um áseting og javning av
almannaveitingum”. Ella
við øðrum orðum verður
skotið upp at hækka fólka
pensjónina.
Longu 1. januar 2007 skal
fólkapensjónin
sambært
uppskotinum hækka 2000
krónur um mánaðin fyri
støk og 1500 krónur um
mánaðin tann 1. januar
2008.
– Hetta er stórt sæð
ikki annað, enn tað sam
gonguflokkarnir
lovaðu,
sigur Jenis av Rana.
Í mun til tað fyrra upp
skotið um løn, tá ein er
heima hjá sjúkum børnum,
hevur Miðflokkurin roknað
út, hvussu nógv eitt slíkt
uppskot fer at kosta. 3 ár
fram í tíðina hevði hetta
kostað 200 milliónir til
samans. Jenis av Rana, at
tað er bert eitt stað, peng
arnir kunnu koma, og tað er
sjálvandi úr landskassanum.
Men hann kallar hetta ein
spurning um umskipan, og
nevnir í sama viðbragdi, at
Føroya banki herfyri valdi
at geva landskassanum eitt
eyka vinningsbýti áljóðandi
600 milliónir.
– Hetta hevði verið nóg
mikið til at fíggja okkara
uppskot 10 ár fram, sigur
Jenis av Rana, ið leggur
afturat, at stættarmunurin
er nógv størri í ellisárunum
enn í teimum árunum, tá
fólk eru virkin á arbeiðs
marknaðinum. Hann sigur,
at hetta uppskotið ikki líkist
tí, sum landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, Bárður
Nielsen hevur tosað um í
seinastuni, har nevnt hevur
verið, at fólk skulu gjalda
umleið 15 % til at fíggja
pensjónina
í
ellisárum
við, tí uppskotið hjá Mið
flokkinum snýr seg um
pensjón úr landskassanum.
Jenis av Rana metir heldur
ikki,
at
Samhaldsfasti
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunnurin kann brúkast
sum undanførsla, tí hesar
pengarnar eiga fólk sjálv,
sigur Jenis av Rana, ið heldur,
at vit á pensjónsøkinum
eru afturúrsigld í mun til
okkara grannalond.
Løgtingið kemur
sum vant saman
ólavsøkudag, og
løgtingsformaðurin
væntar, at nógv
stórmál verða
viðgjørd hesa
tingsetuna
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Ólavsøkan nærkast, og
sambært tingskipanini skal
Løgtingið koma saman ólav
søkudag kl. 13, tá næsta
tingseta byrjar.
Edmund Joensen, løg
tingsformaður,
væntar,
at nógv stórmál skulu
viðgerast og avgreiðast í
heyst.
Tingsetan byrjar sum
kunnugt við, at løgmaður
heldur sína árligu løgmans
røðu. Av góðum grundum
vita vit ikki, hvørji mál,
løgmaður og hansara lands
stýri hava valt at seta út í
kortið, tí undan ólavsøku
sita løgmaður, umsiting
hansara og tey ymsu ráðini
og viðgera tey mál, sum
skulu við í løgmansrøðuna,
ið skal snúgva seg um
samfelagsgongdina, útlit,
ætlanir og tílíkt.
Løgtingsformaðurin kenn
ir tí enn ikki øll málini,
ið helst verða løgd fram
fyri tingið, tá tingsetan
byrjar, men hann hevur
hoyrt um nøkur mál í fjøl
miðlunum, sum hann tekur
til. Hann fær tó ein lista
frá Landsstyrinum eftir
løgmansrøðuna við hesum
málum.
Visjón 2015 og
fiskidagar
Sjálvur væntar Edmund
Joensen, at nøkur av stór
málunum, sum koma at
fylla nógv í tingsetuni
verða tillagingarmál ella
lógartillagingar í sambandi
við Visjón 2015. Eftir at
løgmansrøðan er viðgjørd
mikudagin og hósdagin
í næstu viku, verður 1.
viðgerð av uppskoti um
vinnuligan fiskiskap. Her
verða tann nógv umrødda
fiskidagaskipanin viðgjørd,
og hetta fer helst at taka
fitt av tíð. Um viðgerðin
av løgmansrøðuni ikki er
liðug eftir hetta, verður
hon helst tikin upp aftur
eftir orðaskiftið um fiski
dagarnar. Somuleiðis hev
ur landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum,
Bárður
Nielsen, róð framundir,
at pensjónsskipanir skulu
broytast. Eitt nú hevur
verið frammi, at heili
15 % skulu gjaldast til
pensjón, og eitt slíkt mál
væntar Edmund Joensen
eisini fer at fylla nógv í
løgtingsorðaskiftinum.
Harafturat hevur síð
ani 1998 verið arbeitt
við yvirtøkuni av Fólka
kirkjuni, og nú frættist
úr
Mentamálaráðnum,
at
lógaruppskotini
til
hesa yvirtøkuna eru klár
at leggja fyri tingið, og
hetta kann eisini koma
at taka drúgva tíð, metir
løgtingsformaðurin.
Tá slík mál verða løgd
fyri tingið, avtalar for
mansskapurin í tinginum
við Landsstýrið, hvussu upp
býtið av slíkum málum skal
vera, tí um alt kemur í senn,
verður
formansskapurin
noyddur at prioritera.
Mál, ið verða løgd fyri
tingið skulu eisini hava
eina ávísa framløgutíð í
m.a. nevndum.
– Máini skulu vera “ílig
in”, sum Edmund Joensen
tekur til.
Óljóð í tinginum
Onkuntíð hevur verið funn
ist, at tað er heldur nógvur
ófriður í tinginum. Spurdur,
um hetta er nakað, sum
merkir tingarbeiði, sigur
Edmund Joensen, at tað ger
tað hvønn dag, men hóast
tað meira enn so kemur
fyri, at ringt verður við
klokkuni, tá “smáfundir”
eru millum tingfólk, so er
talan um vaksin fólk og tí er
trupulleikin ikki størri enn
so, sigur tingformaðurin.
Hinvegin er akustikkurin í
nýggja tingsalinum øðrvísi,
enn hann var í tí gamla.
Áður var eitt nú teppi á
gólvinum, men nú er bert
træ. Tingsalurin er eisini
harður, av tí at bert jarn
og træ eru í rúminum, so
tað er skjótt, at hvørt óljóð
hoyrist.
Onkuntíð hevur verið
tosað um at útvega ljóð
doyvarar til tingsalin, men
eingin ítøkilig ætlan er tó
um hetta.
Miðflokkurin vil hækka pensjónina
og geva øllum løn um børnini eru sjúk
Um viðgerðin av løgmansrøðuni ikki er liðug eftir ta ásettu tíðina, verður hon helst tikin upp
aftur eftir orðaskiftið um fiskidagarnar
– Fleiri stórmál næstu tingsetuna
- Stættamunurin er
nógv størri í ellisárunum
enn í teimum árunum,
tá fólk eru virkin á
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Jenis av Rana