mikudagur 26. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 142 - 26. juli 2006
tíðindi
Tað er ikki bara at
siga tað, tá skipast
skal fyri tiltaki, har
eini 10.000 fólk
kunnu væntast.
Men hjá Tórshavnar
kommunu halda tey
seg í øllum førum
hava gjørt sítt, so alt
kann ganga skjótt og
væl fyri seg
ólavsøka
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á midnátt ólavsøkudag stend
ur felagssangur á skránni
niðri á vaglinum. Tiltakið
hevur síðani byrjanina vaks
ið seg alsamt størri, og í
dag man hetta fyri mong
vera eitt hugnaligt punktum
fyri tjóðarhátíð okkara. Ikki
minst, tá tað eftir sangin
verður trivið í Ormin langa
og okkurt annað av føroysku
kvæðunum við.
Men hóast løtan hjá teim
um flestu bara er hugnalig
– og einki annað – so er tó
eisini eitt stórt arbeiði, sum
skal gerast, tá skipast skal
fyri slíkum tiltaki.
Tí arbeiðinum stílar
kommunali myndugleikin
fyri, og Heðin Mortensen,
borgarstjóri, sigur, at tey nú
eru komin undir land við
hesum.
– Vit halda, at alt er klárt til
sjálvan sangin. Sangheftini
eru prentað, og longu nú
ber til at avheinta hesi, men
mest týðandi fyri okkum er,
at trygdin er í lagi.
– Tað er jú so skjótt, at
okkurt kann henda, og tá
er gott, at alt trygdarliðið
er til reiðar. Vit hava gjørt
tað so, at vit hava trý lið
av samarittum, sum standa
við Løgtingshúsið, gamla
Apotek og við Ráðhúsið,
og helst skal bera til at fáa
fatur á teimum. Harumframt
standa bæði sløkkiliðs- og
sjúkrabilar klárir beint uttan
fyri Miðbýin, soleiðis at hesir
alt fyri eitt eru á staðnum,
gerst hetta neyðugt. Og í
Ráðhúsinum hava vit eitt
slag av yvirlitsposti, har
fólk støðugt heldur eyga við
mannamúgvuni, so at møgu
ligir tilburðir av ymsum
slag kunnu uppdagast alt
fyri eitt.
– Og lat meg so leggja
dent á, at hetta er ikki tí,
at vit síggja nakran vanda í
stóru løtuni. Men sum sagt,
so er umráðandi at hava hesi
viðurskifti í lagi, tá manna
múgvan er somikið stór,
sigur Heðin.
Ansið eftir børnunum
Er tað nakað, sum Heðin tó
staðiliga heitir á fólk um at
gera, so er tað, at tey fyri
alt í verðini ikki mugu hava
børn ella barnavognar við,
um tey ætla sær heilt oman
á Vaglið.
– Eitt er, at tað er trupult
at koma burtur, ert tú komin
oman við barnavogni. Men
hartil skal hugsast um, at tá
fólk standa stúgvað saman,
so er at kalla eingin luft í
teirri hæddini, sum børn
ganga í. Og tá kann tað ger
ast heilt hættisligt. Í aðrar
mátar er bara at nýta vanligt
vit og skil. So ivist eg ikki
í, at alt gongur júst so, sum
tað skal, sigur borgarstjórin
at enda.
Alt er klárt til
felagssangin
Sangirnir
Sangheftið til felagssang
in er prentað í 10.000
eintøkum, og kann av
heintast í Snarskivuni, á
Ráðhúsinum og á Kunn
ingarstovuni. Tey hefti,
sum eru eftir ólavsøkudag,
verða býtt millum fólk
uttan fyri Býráðssalin.
Tað verður Martin
Mouritsen, sum fer at
standa fyri sanginum,
meðan Petur Olivar í Hoy
vík er skipari, tá kvøðið
verður.
Sangirnir í heftinum
eru hesir: Tað hevur tókt
millum føroyinga gam
an, Í góðum veðri hann
dyrgdi, Meg minnist eina
mynd, Dýrd á vík og vág,
Eg smáttu veit á grønu
ong, Mítt føðiland, Kom
og dansa, Eg elski hitt
gamla, hitt brimbarda
býlið, So vakrar moyggj
ar og knappar menn,
Ein gomul kista av
kamfertræ, Eins og áar
streymur rennur, Land
mítt, Sildavalsurin, Einki
er sum summarkvøld við
strendur, Hvør skuldi
gamlar gøtur gloymt, Nú
nemur náttin við smærur,
Eg minnist úr gomlum
søgum, Boðar tú til allar
tjóðir, Nú dagurin at enda
er
Marknaðarrák
Í síni røðu til senatið í farnu
viku greiddi miðbankastjórin
Ben Bernanke frá, at
búskaparvøksturin í USA í
seinnu helvt í ár og næsta ár
væntandi fer at minka nakað.
Eisini var boðað frá, at teir
nú mettu seg at hava fingið
tamarhald á prísvøkstrinum
og at trýstið nú var mátaligt.
Tískil er meiri sannlíkt, at
rentuhækkingarnar í USA
eru um at vera av á hesum
sinni. Hettar fekk renturnar
at lækka. Hesi tíðindi, saman
við einum fallandi oljuprísi
fingu eisini partabrøv, sum
seinastu tíðina eru lækkaði
av spentu støðuni í miðeystri
og høgum oljuprísi, at hækk
að aftur.
Lánsbrævarentur
lækkaðar eitt sindur
Lánsbrævarenturnar lækk
aðu eitt sindur í farnu
viku. Orsøkin eru útlitini
til minkandi búskapar- og
prísvøkstur í USA. 10 ára
rentan er nú 3,98% ið er
0,07% lægri enn fyri viku
síðan tá hon var 4,05%.
Betri roknskaparúrslit
enn væntað
Roknskapirnir hjá Nokia og
Nordea gjørdust betri enn
væntað. Prísurin á Nordea,
hækkaði 4,9%. Tískil kann
væntast at hinir norður
lendsku bankarnir, sum
kunngerða sínar roknskapir í
næstum, eisini kunnu standa
seg væl. Apple, Google og
Microsoft kunngjørdi góðar
roknskapir, meðal Dell niður
metti síni útlit. Nú 158
fyritøkur av teimum 500 í
S&P 500-vísitalinum hava
kunngjørt roknskap, sæst
at 104 hava størri vinning
enn væntað. 27 fyritøkur
hava verri, meðan restin
var sum væntað. Tær 158
fyritøkurnar hava í miðal
10% meira í vinningi í mun
til í fjør. Um roknskapirnir
framhaldandi vísa góð úrslit,
kann tað stuðla undir, at
gongd aftur kemur á jaligur
partabrævagondina.
Hesa vikuna
Roknskaparkunngerðirnar
halda áfram. Hesa vikuna
standa m.a. oljufeløgini
Exxon Mobil, Shell og Norsk
Hydro fyri tørni. Umframt
roknskapirnar kann serliga
gongdin í miðeystri ávirka
marknaðirnar. Eisini brúk-
araálitistøl úr USA og
Evropa hesa vikuna kunnu
ávirka.
Rentuhækkingarnar um at vera av í USA
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
590,51
-0,9%
Lánsbrøv í DKK
97,60
0,1%
JPY
5,06
-0,4%
GBP
1.093,12
0,9%
Norrøn Partabrøv
106,84
2,6%
NOK
93,74
-0,5%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,9%
4,0%
4,1%
4,2%
18/04
19/05
19/06
1020
1060
1100
1140
1180
1220
18/04
19/05
19/06
Talan er um eina tí hugnaligastu hugnaløtuna, tá
felagssangurin er ólavsøkudag. Vónandi við eini 10.000
sangarum sum luttakarum
Vika 30