Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 26. juli 2006 9 tíðindi Ætla at fylgja fólka­ atkvøðuni Bygdaráðini fara at hava fólkaatkvøðu um kommunusaman­ leggingina í september. Fólkaatkvøðan er einans vegleiðandi, men Hans Mourits væntar, at teir fara at fygja fólkaatkvøðuni Úrslitið av fólka­atkvøð­ uni verður helst avgerandi fyri, hvat vit víðari gera. Fólkaatkvøðan er veg­ leiðandi, men tað hevði verið merkiligt, um vit ikki fylgdu henni. Tí gangi eg útfrá, at fólkaatkvøðan verður avgerandi fyri, um samanleggingin verður veruleiki. – Um úrslitið er sera tep­urt, so veit eg ikki heilt, um vit kunnu taka eina tílíka avgerð uppá ein tepran meiriluta. Men mín fatan er heilt vist, at fólk út báðum bygd­um er sera jalig um samanleggingina, sigur Hans Mourits. - HeiniK Íløgur fyri framman Tað verður nógv tosað um visjónir í hesum døgum, og Hans Mourits hevur eisini nógvar visjónir fyri Gøtu Kommunu. Hann leggur dent á, at bygdaráðið er samt um hesar ætlanir, og undangongumaður hansara hevur lagt alt út í kortið – Páll Isholm hevur ver­ ið ein frálíkur borgarstjóri, og tað eru nógvar ætlanir, sum longu eru lagdar út í kortið. Fyrst og fremst er tað økið í Dalinum, sum skal gerast klárt. Har verður eitt stórt ídn­ að­arøkið, har m.a. ein handilsmiðdepil skal byggjast. Arbeiðið byrjar ein av næstu døgunum, sigur Hans Mourits. – Eisini ætla vit at byggja eitt nýtt hús niðri við vøllin, sum skal vera eitt ítróttahús og eitt bygdarhús. Vit fara at byggja eina nýggja vøggustovu til 60 børn. Vit ætla eisini at stykkja út í øllum bygdunum. Tað eru fleiri norðoyingar og havnarfólk, sum hava víst áhuga í at flyta her til, sigur hann. - HeiniK Gøtu kommuna er í brennideplinum í løtuni. G! festivalurin hevur akkurát verið, GÍ liggur ovarlaga í Formuladeildini og vinnulívið blómar í bygdini. Tað stendur væl til á barna- og eldraøkinum. Hans Mourits Foldbo verð­ur nýggjur borg­ ar­stjóri í Gøtu. Sosi­ alurin hitti Hans Mourits til eitt prát um visjónir, ætlanir, G! og kommunu­ saman­leggingar NÝGGJUR BORGARSTJÓRI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Hans Mourits Foldbo byrj­ ar sum borgarstjóri í Gøtu tann 1. august. Nú­verandi borgarstjórin Páll Isholm leggur frá sær, tí at borgarliga starvið hjá honum sum skúlastjóri á handilsskúlanum krevur so nógv. Hans Mourits er leirvík­ing­ ur, sum býr í Gøtu. Hann er spentur uppá at byrja sum borgarstjóri. – Tað síggi eg sum eina spennandi avbjóðing. Eg varð valdur í býráðið síðsta val. Tað var fyrstu ferð eg stillaði upp. Nú verði eg so borgarstjóri fulla tíð. Útlærdur lærari og sálarfrøðingur Hans Mourits hevur verið lærari í nógv ár. Hann var útlærdur í 1984 og hevur verið lærari á Toftum og í Gøtu. í 1997 gjørdist hann 1. lærari í Gøtu. Í 2000 fór hann niður at lesa sálarfrøði. Hann var niðri í tvey ár og kom síðani heim aftur at undirvísa á læraraskúlanum. Seinasta hálva árið hevur Hans Mourits arbeitt í einum bólki undir Almannastovuni, sum arbeiðir við einum stovni fyri umsorganarsvikin børn. Leirvíkingur sameina Gøtu og Leirvík Sum nevnt er Hans Mourits leir­víkingur. Gongst sum ætlað, verða Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna lagdar saman í nærmastu fram­tíð. Sostatt eru sannlík­ ind­ini stór fyri, at ein leir­ víkingur fer at leiða Gøtu Kommunu í eitt samstarv við heimbygd sína. Tað er rættiliga upplagt, at kommunurnar báðar leggja saman. Við einari samanlegging kunnu vit veita betri tænastu og fáa meira fyri pengarnar, sigur Hans Mourits. Vit sleppa undan dupult- íløgum. Um til dømis báðar bygdirnar hava ov lítlan bátahyl, so haldi eg ikki, at tað er neyðugt, at báðar gera størri bátahyl. Tað er so stutt ímillum bygdirnar, og vit kunnu vera felags um tænasturnar. Hetta fer at gera, at vit fáa meira fyri pengarnar, sigur hann. Fólk eru sera positiv um samanleggingina. Í roynd og veru hava eg einans hoyrt positivar viðmerkingar um tað, so eg gangi út frá, at fólk stuðla samanleggingin sigur Hans Mourits Eysturoyggin ein kommuna – Eg haldi, at tað er eitt gott hug­ skot at leggja saman, tí at so fáa allir partar meira burturúr pengunum. Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna skulu, við atliti til møguliga sam­anlegging, beinan vegin byrja at sam­starva um størru íløgurnar. Tekniska umsiting er longu felags fyri báðar komm­unurnar. Hans Mourits sær fyri­­mun­ ir­nar í at leggja komm­unur saman. Men hvørjar møguligar komm­unusamanleggingar sær Hans Mourits fyri sær longri frammi í tíðini? – Eg haldi, at tað er natúr­ ligt, at vit byrja við at leggja saman við Leirvík. Annars haldi eg, at tað er upplagt eina ferð í framtíðini, at vit eisini fara at samstarva við Fuglafjarðar Kommunu og síðani kommununnar runt Skálafjørðin. – Klaksvíkar Kommuna er eitt sindur meira avskorin frá okkum, so eg rokni við, at Norðoyggjar fara í eitt kommunusamstarv. Bygd­ irnar vestanfyri Norð­skála­ tunn­ilin fara helst í eitt sam­ starv við kommununnar í Sunda­lagnum. G!øtu-samleikin Gøta er kend sum tann bygd­ in í Føroyum, sum hevur kanska ríkastu mentan og søgu í Føroyum. Eisini tykj­ast gøtufólk at hava ein sterkan samleika, og tey eru stolt av at vera gøtufólk. – Ja, eg haldi, at gøtufólk eru errin av at vera gøtufólk. Tey eru góð við bygdina og fara væl um. G! festivalurin styrkir samanhaldið. Tað er stuttligt at síggja, at 8000 fólk kunnu samlast til eitt tiltak í Syðrugøtu. Eg haldi ikki, at tað var eitt húski í allari kommununi, sum ikki hjálpti til í fyrireikingunum til G! Festivalin. – Tílík tiltøk styrkja um samleikan. Eisini hevur Gøta eina ríka søgu, og her er nógvir vinnulívsmenn. Framgongdin er stór, sigur Hans Mourits. Hans Mourits var sjálvur til festivalin, og honum dámdi væl, hóast ikki allur tónleikurin var júst hansara stílur. Eg eri kanska meira til fólka­tónleik og tílíkt. Men mær dámdi sera væl The Holmes Brothers. Teir vóru framúr! Eisini dámdi mær væl Høgna Lisberg. Selja ikki fyri løtuvinning Gøta er kend fyri at hava nógvar vinnulívsmenn, og serliga eru tað nógv skip við heimstaði í Gøtu, sum klára seg væl. Men mentanar- og ítróttalívið halta ikki aftaná. – Vit vilja ikki einans skapa karmar fyri vinnulívið. Tað er týdningarmikið, at vit veita karmar til tónleikararnar og ítróttarfólkið. Eisini eru vit væl fyri á eldraøkinum nú eldrasambýlið er komið. Har eru enn tóm pláss eftir, og tí kunnu tey eldru kenna seg væl í kommununi langt frameftir. – Vit vilja fegin leggja dent á trivnaðin hjá íbúgvunum, og tí nýta vit pengar til at skapa teimum karmar. Summ­ ar kommunur nýta mestsum allan peningin til at skapa vinnulívinum karmar, men tær gloyma at stykkja út, og tí fáa tær ongan ágóða av blómandi vinnulívinum. Tey eldru verða eisini gloymd, og tey mugu sendast til aðrar kommunur at fáa búpláss. – Her royna vit at skapa karmar fyri vinnulívinum og tí vanliga borgaranum. Her eru nógvir stórir vinnu­ menn í bygdini, og teir eru idealistar. Teir selja ikki teirra skip og fiskiloyvi fyri løtuvinning sum aðrir gera, hóast teir kundu vunnið sær milliardir. Teir velja heldur at hava skipini í Gøtu. Ágrýtni lærarin sær fram til at koma í borgarstjórasessin tann 1. august. Havi her bert lagt 2 setn saman og sagt til ”møguliga” samanlegging Nýggjur borgarstjóri í Gøtu: Leirvíkingur skal sameina Gøtu við Leirvík Navn: Hans Mourits Foldbo Útbúgving: Lærari og sálarfrøðingur Aldur: 46 ár Hjúnarstøða: Giftur við Herborg Guldbrandsdóttir Foldbo Frítíðarítriv: Íðkar ítrótt og spælir gittara til húsbrúk FAKTA Hans Mourits Foldbo er leirvíkingur, sum er búsitandi í Gøtu. Hann skal nú væntandi leiða Gøtu Kommunu í eina samanlegging við Leirvíkar Kommunu ( Mynd: Heini S. Kristiansen)