mikudagur 26. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 142 - 26. juli 2006
Stríðið millum Ísrael og Hizbollah stendur við og
versnar. Einki røkist fyri nakrari loysn. Seinasta
hendingin, har ísraelskar rakettir hava rakt eina ST-
støð og dripið fýra fólk, hevur fingið sjálvan ST-
aðalskrivaran at skuldseta Ísrael fyri við vilja at hava
gjørt seg inn á ST-deildina. Ovasti leiðarin í Saudi
Arabia hevur eisini tikið blaðið frá munninum og sigur,
at tað verður stórkríggj í øllum Miðeystri, um Ísrael
ikki gevst við at bumba Libanon.
Her er eftir øllum at døma bert eitt at gera. Tað er,
at Trygdarráðið hjá ST leggur upp í og samtykkir at
senda ST herdeildir til Suðurlibanon. Uttan at spyrja
teir stríðandi partarnar. ST hevur heimild til sjálvboðið
at senda friðardeildir til Suðurlibanon og skilja sundur
partarnar. Og harvið sleppa sivila fólkinum báðumegin
markið undan at skula liva í ótta fyri lívinum.
Trygdarráðið hjá ST, sum fevnir um USA, Rusland,
Kina, Frakland og Bretland, eigur tí alt fyri eitt
at taka neyðuga stigið. Hetta er einasti mátin at
steðga ørskapinum. Og verður hetta ikki gjørt heilt
skjótt kann henda, at eingin fer at hava tamarhald á
útviklinginum.
Tað er sera hugstoytt, at USA, sum ynskir at gjøgnumføra
demokrati kring heimin, ikki letst um vón, men heldur
dregur støðuna út. Tað sær ikki mætari út enn, at tað
hóvar Bush og hansara heykum væl, at Ísrael heldur
fram við at berja niður Hizbollah eins og Hamas. Hetta
passar sum fótur í hosu í amerikonsku útleggingina av
altjóða terrorismuni. Aftur og aftur hoyra vit Bush tosa
um bardagan móti terrorismuni, tó at vit vita, at bæði
Hamas og Hizbollah hava stóra undirtøku í fólkinum,
har Hamas vann eitt demokratiskt val og har Hizbollah
er umboðað í fólkavalda tinginum í Libanon.
Tíverri tykist tað sum at serstakliga valdselitan í USA
brúkar altjóða vígvøllin til at sæta sær og sínum.
Tað passar í terrrorpolitikkin hjá Bush at halda lív
í ísraelsku álopunum á sínar grannar, nú tað skjótt
verður val aftur í USA til bæði Kongressina og
Umboðsmannatingið.
Heldur USA fram við einvíst at halda hondina yvir
Ísrael, kann hetta fáa katastrofalar fylgjur fyri ikki
bert Miðeystur men eisini fyri allan Vesturheimin.
Fara oljuprísirnir at hækka enn meira, orsakað av
krígnum, fer tað at raka allan Vesturheimin. Vónandi
fær ST lagt uppí, áðrenn Hizbollah kennir seg so nógv
hótt, at tað við møguligum stuðuli frá bæði Sýrialandi
og Iran sendir rakettir móti Tel Aviv. Tá kenna vit
øll reaktiónina frá ísraelskari síðu, og tað verður
endaligi neistin til eitt ragnarrok í øllum Miðeystri.
Trygdarráðið hjá ST og her serstakliga USA eigur
lykilin til eina loysn á verandi stríði og bara tey kunnu
forða einum blaðbað.
Sosialurin
ST má leggja uppí
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Trupult verður tí hjá Injector at gera
endurgjaldskrav ímóti Rock í Vági
Hans J. Joensen
SAMBAND
eirikur lindenskov@
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Eftir eitt ógrundað og
ljótt álop á meg persónliga
og felagið sum eg havi
leiðsluna av, í Sosialinum
mánakvøldið, verði eg
noyddur at geva fólki eina
sakliga viðmerking av
tí, sum harra Jan Allan
Müller leggur okkum
undir
Eg
fari
tó
fyrst
at
heita á journalistin frá
Sosialinum um at kon
takta Helga Larsen per
sónliga og spyrja hann
um hann hevur teknað
SEA-BAT modellið?
Eg haldi eisini, at tað er
djarvt, at fara út at krevja
endurgjald frá einum,
sum man farmmanundan
skyldar langt yvir eina
millión til.
Flótitrolslemmarnir Sea
Bat, hjá Rock í Vági, og
Stealth hjá Injector ApS.
eru heilt ymiskir.
Leygardagin visti Sosial
urin at siga frá, at nýggju
flótitrolslemmarnir, sum
eru mentir og framleiddir
á lemmavirkinum Rock í
Vági, eru óvanliga góðir,
og hartil spara í túsundavís
av krónum í oljunýtslu
um dagin. Hetta greiddi
Sonni Johannsen, skipari á
Ennibergi, frá í samrøðu
við
Sosialin.
Suðurrás
hevði eisini 1. mai í ár grein
um
flótitrolslemmarnir
Sea Bat, og var tá eisini
samrøða við Sonna Johanne
sen í sendingini Viðurgerði,
sum varð send sama dag.
Umframt at samrøða eisini
var við undirritaða, stjóra
á Rock, sum saman við
Johannes Andreassen á
Rock, hevur ment flóti
trolslemmarnir Sea Bat.
Lemmavirkið Rock hevur
gjørt hesar lemmar til m.a.
Enniberg og Finnur Fríða.
Sosialurin blandar tveir
ymiskir flótitrolslemmar
saman.
Í Sosialinum í gjár (mána
kvøld) vil Jan Allan Müller,
stjóri á Injector, verða við, at
nýggju flótitrolslemmarnir
hjá Rock eru eftirgjørdur
eftir flótitrolslemmunum
Stealth, sum Helgi Larsen
hevur ment. Men við at
samanbera tekningar av
lemmunum báðum og hartil
myndir sæst, at talan er um
hvør sítt design.
Tveir ymiskir flótitrols
lemmar.
Niðanfyri eru tekningar
av
flótitrolslemmunum
Sea Bat (Rock) og Stealth
(Injector). Hesar tekningar
vísa greitt, at lemmarnir
báðir eru heilt ymiskir
(pílurin vísur frammeftir á
lemminum).
Sea Bat (vinstrumegin)
er samansett av 9 plátum,
meðan
Stealth
(høgru
megin) hevur 12 plátur.
Ongin pláta er eins á lemm
unum báðum.
Báðir
lemmarnir
eru
“knekkaðir”. Tað eru flestu
flótitrolslemmar
í
dag.
Hetta er bæði galdandi fyri
flótitrolslemmar hjá Rock,
Injector ApS, Thyborøn
Skibssmedie í Danmark,
Hampidjan í Íslandi, og
Egersund Trål AS í Norra.
Eisini myndir av lemmun
um vísa greitt munin – og
her krevst sum so ikki, at
ein er serfrøðingur fyri at
síggja sjónliga munin á
lemmunum báðum.
Tekningar og myndir
vísa greitt, at talan er
um tveir heilt ymiskar
flótitrolslemmar. Trupult
verður tí hjá Injector at
gera endurgjaldskrav ímóti
Rock í Vági, tá talan er um
tveir ymiskar lemmar og
tvey ymisk design.
Í Sosialinum setur Jan
Allan Muller spurnartekin
við førleikan hjá monn
unum á SP/F Rock, til at
tekna og gera eitt sett av
flótitrollemmum. Stjórin
í SP/F Rock hevur góða
útbúgving og hevur fiskað
við og fingist við lemmar í
35 ár, so hann veit allarhelst
hvat er hvat.
Um Helgi Larsen ,saman
við Jan Allan Müller kann
koma á markedið við enn
betri lemmum enn SEA-
BAT , sum eru teknaðir og
gjørdir í Vági , so vilja vit frá
SP/F Rock og undirritaða
bara ynskja teimum góða
eydnu við tí.
Sea Bat og Stealth eru heilt ymiskir
Hans J.
Joensen