mikudagur 26. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 142 - 26. juli 2006
Stutt sagt
Løgreglan í Kolombia ber
ótta fyri, at onkur fer at
royna at beina fyri landsins
forseta, Alvaro Uribe, áðr
enn hann skal takast í eið
tann 7. august.
Tað seinasta samdøgrið
hevur løgreglan funnið 200
kilo av spreingievni tætt
uttan fyri høvuðsstaðin
Bogota, og tveir mans eru
handtiknir. Gusto Mata
moros, talsmaður hjá
herinum, sigur við AP, at
fólk, sum hava so nógv
spreingievni, kunnu ikki
hava aðrar ætlanir enn
at brúka tað til yvirgang.
Løgreglan hevur leingi
havt illgruna um, at ein upp
reistrarfelagsskapur hevur
lagt ætlanir um at myrða
Alvaro Uribe, men tað er
ikki greitt, um teir báðir
tiknu menninir eru limir í
felagsskapinum.
Alvaro
Uribe
varð
afturvaldur á forsetaval
inum herfyri, og myndug
leikarnir hava sett sær
fyri at forða fyri, at tað,
sum hendi, tá hann varð
valdur fyrru ferð í 2002,
skal endurtaka seg nú. Tá
royndi tann vinstrasinnaði
FARC-uppreistrarherurin
at søkja at forsetaborgini,
og 21 fólk lótu lív.
Týska stjórnin hevur í dag
skrivað undir eina avtalu,
sum gevur fólki atgongd
til fleiri milliónir skjøl frá
nazi-tíðini. Tað eru tó í
fyrsta lagi granskarar, sum
fáa atgongd til skjølini.
Higartil hava bara offur
fyri jødatýningini hjá naz
istunum havt atgongd til
skjølini, og týsku mynd
ugleikarnir hava leingi
hildið uppá, at teir kundu
ikki lata onnur sleppa at
hyggja í tey, tí tað hevði
verið í stríð við landsins
lógir um persónsverju.
Men eftir áhaldandi trýst
hevur Týskland játtað at
lata skjalagoymslurnar
upp. Tað eru serliga eftir
komarar hjá offrum frá
nazi-tíðini, sum hava lagt
trýst á Týskland, tí tey
halda uppá, at tey hava rætt
til at fáa at vita, hvat hendi
teirra forfedrum.
Ellivu lond hava verið
uppi í samráðingunum um
tey loyniligu skjølini, og
sambært avtaluni skulu øll
londini staðfesta semjuna,
áðrenn hon kemur í gildi.
Kunngera naziskjøl
Tann góði oljuprísurin
kemur sum vera man olju
feløgunum væl við, og tað
sást eisini í roknskapinum
hjá Norsk Hydro fyri annan
ársfjórðing í ár, sum felagið
kunngjørdi í gjár.
Roknskapurin vísir, at
felagið hevði góðar fimm
milliardir krónur í avlopi
í apríl-ársfjórðingi, og tað
er heili 51 prosent meiri
enn í sama ársfjórðingi
í fjør, tá avlopið var 3,4
milliardir krónur. Fram
gongdin stendst bara av
príshækkingini, tí Norsk
Hydro hevur vunnið minni
olju í Norðsjónum í apríl-
ársfjórðingi í ár enn í fjør.
Sambært AFP var meðal
oljuprísurin 67,9 dollarar í
apríl-ársfjórðingi í ár ella
36 prosent hægri enn í
sama tíðarskeiði í fjør. Í
seinastuni hevur kreppan í
Miðeystri gjørt, at prísurin
hevur verið heilt uppi á 78
dollarum fyri tunnuna.
Norsk Hydro ger kvetti
Stúra fyri morðroynd
–~Eg eri skelkaður av álopinum, sum eftir øllum at døma var
tilætlað
(Kofi Annan)
útlond
Ísraelska stjórnin
hevur biðið ST um
umbering, men Kofi
Annan, aðalskrivari,
er í øðini um álopið
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
ST-støðin, sum varð rakt,
er í Khiam-økinum tætt við
markið millum Ísrael og
Libanon. Sambært teimum
fyrstu frágreiðingunum vóru
fýra eygleiðarar úr Finnlandi,
Eysturríki, Kanada og Kina
inni, tá ísraelsk flogfør skutu
rakettir eftir støðini. Álopið
var so ógvusligt, at allur
bygningurin rapaði.
Talsmaðurin hjá ST-eyg
leiðarunum í Libanon,
Milos Strugar, segði í morg
un, at ísraelsmenn hildu á
at skjóta eftir teimum rap
aðu húsatoftunum, og tí
var ikki hugsingur um hjá
bjargingarliðunum at leita
eftir teimum fýra eygleiðar
unum.
ST-aðalskrivarin, Kofi
Annan, var í øðini, tá hann
frætti tíðindini um álopið.
– Eg eri skelkaður og sera
harmur um álopið, sum eftir
øllum at døma var tilætlað,
sjálvt um Ehud Olmert, for
sætisráðharri, hevur vissað
meg um, at Ísrael fór ikki at
søkja at ST-støðunum, segði
Kofi Annan í nátt.
Tað heldur óvanliga orða
lagið hjá tí annars so siðiliga
aðalskrivaranum
fekk
ísraelska ST-sendiharran,
Dan Gillerman, at svara,
at eftir hansara tykki var
aðalskrivarin lopin framav.
Seinni kunngjørdi ísraelska
stjórnin, at Ehud Olmert,
forsætisráðharri, hevði ringt
til Kofi Annan og biðið um
umbering fyri álopið, men
at hann eisini hevði sagt seg
harmast um, at aðalskrivarin
hevði lagt ísraelsku flogførini
undir at hava bumbað ST-
støðina við vilja.
Ísraelska stjórnin segði í
morgun, at tilburðurin í gjár
skal kannast til botns.
– Vit hava ongar ætlanir
um at raka starvsfólk hjá ST,
og vit hava alla tíðina lagt
okkum eftir at sleppa undan
mistøkum sum hesum. Hesin
syrgiligi tilburðurin verður
kannaður væl og virðiliga,
segði talsmaðurin hjá ísra
elska uttanríkisráðnum,
Mark Regev.
Eygleiðarar siga, at
ísraelska álopið á ST-støðina
fær uttan iva ávirkan á
ráðstevnuna um Miðeystur,
sum byrjar í Rom í dag. Teir
siga seg eisini bera ótta fyri,
at tilburðurin fer at gera tað
uppaftur torførari at finna
eina semju um vápnahvíld.
Finnast at Ísrael
Fleiri hjálparfelagsskapir
finnast tú at ísraelsku krígs
førsluni í Libanon. Hans
Marten Haugen hjá norsku
Kirkjuneyðhjálpini sigur
við NTB, at tað ísraelska
hervaldið er eirindaleyst,
og at tann stóra valdsnýtslan
kann ikki elva til annað enn
hatur.
Hann ivast ikki í, at Hiz
bollah er líka eirindaleyst
sum Ísrael, men vísir tó
á, at Hizbollah hevur ikki
jagaraflogfør, stríðstyrlur,
herskip og stríðsvognar.
Knut Kaspersen, sum
starvast á altjóða deildini
hjá Reyða Krossi og Reyða
Hálvmána í Libanon, sigur
við NTB, at ísraelska flog
vápnið hevur søkt at sjúkra
húsum og sjúkrabilum. Eitt
nú søktu flogfør at einari
hjálparstøð í gjár. Støðin
er beint við eitt sjúkrahús,
og einki hernaðarligt mál er
nær námind sjúkrahúsinum,
sigur Knut Kaspersen.
Hann vísir á, at sambært
Geneve-sáttmálanum hevur
Ísrael skyldu til at verja
støðir og starvsfólk hjá
Reyða Krossi og sjúk og
særd, sum felagsskapurin
hevur um hendi.
Ísrael bumbaði ST-støð
í Libanon
Hjálparfelagsskapir halda, at Ísrael fer alt ov harðliga fram í Libanon
SAMBAND
æArni Joensen
xxxxxx@sosialurin.fo
tlf 3418xx