mikudagur 26. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 142 - 26. juli 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mikudagin tann 26. juli
fyllir Christian Olsen, leiðari
á Norðoya Kunningarstovu í
Klaksvík, seksti ár.
Christian varð føddur tann
26. juli 1946 í Fuglafirði.
Foreldrini vóru Heini Olø
sen úr Klaksvík (Heini hjá
Hans Eriki) og Solby Árna
Thomsen ættað úr Fugla
firði.
Christian er elstur av
fimm systkjum og vaks upp
á Selheyggi í Klaksvík. Tá
hann varð liðugur við real-
skúlan, fór hann í bankalæru
í Føroya Banka.
Í 1968 giftist Christian
við Sólfríð Svabo Sørensen,
dóttir Søren Svabo og Jan
hild Ulrikku Sørensen. Tey
eiga fýra børn, Heini, Jan
hild, Søren og Solby. Abba
børnini eru fimm í tali: Jord
an, Jack, Lily, Petur Martin
og Kristian.
Miðskeiðis í sjeytiárunum
bygdu Christian og Sólfríð
hús á Gørðum í Klaksvík,
har tey búgva enn.
Flestu
klaksvíkingar
munnu minnast Christian frá
tíðini á matvøru- og provi
anthandlinum, Seglhúsið,
har hann arbeiddi í 17 ár,
inntil hann í 1984 tók við
starvi sum stjóri á Nordafar
A/S í Føroyingahavnini í
Grønlandi.
Í 1989 fór hann í starv
hjá Smyril Line umborð á
Norrønu sum goymsluleið
ari og seinni sum pursari.
Sum flest øllum kunnugt
var Norrøna eitt tíðarskeið
“flóttafólkaskip” og lá
við Islandsbrygge í Keyp
mannahavn vetrarhálvurnar,
og var Christian eisini ein
partur av manningini hesa
tíðina.
Í land aftur komin tók
Christian við starvinum
sum leiðari av Norðoya
Kunningarstovu, sum varð
endurstovnað 1. mars 2001,
og røkir hann framvegis
hetta starvið.
Christian Olsen hevur eis
ini luttikið nógv innan før
oyskan fótbólt. Hann bleiv
valdur inn í fótbóltsdeild
FSF´s í 1976 og var við til
at stovna Fótbóltssamband
Føroya í 1979, har hann varð
fyrsti formaður sambands
ins.
Í politikki hevur Christian
altíð verið javnaðarmaður,
og hevur hann eisini sitið í
Klaksvíkar býráði umboð
andi flokkin. Hetta gjørdi
hann tvær býráðssetur – frá
1980 til 1988.
Christian hevur altíð verið
ein eldsál, sum brennur fyri
tí, hann arbeiðir við. Tað veri
seg innan dagliga starvið,
politikk ella felagsarbeiði.
Tískil eru feløgini og nevnd
irnar, sum hann hevur verið
uppií gjøgnum tíðina, alt
ov rúgvismikið at nevna
her. At hann eitt skifti varð
kallaður Nevndar-Christian
sigur allarhelst nógv meira
enn ein long ramsa.
Christian Olsen verður
burturstaddur á føðingar
degnum.
Hjartaliga til lukku við
degnum.
Ynskja konan,
børnini, verbørnini og
abbabørnini
Christian Olsen fyllir seksti ár
Hann vaks upp í einum
livandi og altjóðagjørdum
umhvørvi. – Har mátti
okkurt stórt koma burturúr.
Ofta verður sagt, at tú ert
“produkt av tíni samtíð”.
Tað haldi eg ber til at siga
um Oliver Joensen, sum
nú hevur, vit kunnu siga
við hepnari hond, rikið
Norðlýsið nógv longri enn
nakar annar blaðstjóri fyrr
hevur gjørt, hóast teir í so
máta vóru drúgvir.
Oliver, sum nú um dag
arnar fylti 60 ár, vaks upp
í spennandi umhvørvi við
Dávamonnunum og síðani
Petur Juul Samuelsen, Erling
Laksáfoss, Peturi á Hædd,
Bernhardi Brim nakað longur
niðri og Herluf Thomsen.
Skamt frá var bilstøðin hjá
Hjørleif Waag Høgnesen,
har lív var í. – Sum næsta
granna hevði hann Haldur
Holm, sum byrjaði bakarí
uppi í kjallaranum hjá Oluffu
Joensen og so Niels Michael
Knudsen.
At hann gjørdist okkara
Maxwell og Murdoch
var einki at siga til í tílík
um livandi og altjóða,
spennandi og mennandi
umhvørvi. Hann mátti gerast
víðskygdur, hóast lokalur.
Tað skal ikki lítið til, at
geva lokalblað út viku eftir
viku, mánað eftir mánað og
ár eftir ár. Tað hevur hann
evna, gløggur sum hann er.
Útbygdi
tíðindatænastuna
Samstundis skal sigast, at
seinastu tíðina er blaðið
komið út ikki færri enn tvær
ferðir um vikuna, samstundis
sum heimasíðan er ein hin
mest upplýsandi og ein tann
mest vitjaða í landinum.
Verður tíðum endurgivin av
Útvarpi Føroya, Rás 2 og av
øðrum fjølmiðlum.
Mong eru lokalbløðíni,
sum hava sæð dagsins ljós,
men eru givin á hendur, tá
ein tíð er fráliðin. Soleiðs var
eisini fyrr, áðrenn Oliver tók
við sum blaðstjóri og ognaði
sær blaðið, tá vóru í fleiri
umførum uppiløgur, men
hann hevur verið áhaldin. Tað
var ofta tikið til, at: “Norðlýsið
kemur altíð aftur”.
Fyri Klaksvík, hevur Norð
lýsið havt stóran týdning,
hevur styrkt um samanhaldi
bæði í vinnu, mentan, á
politiska pallinum og so
sum serstakur táttur verður
skrivað nógv um ítrótt.
Eina tíð helt Rás 2 til á
Norðlýsinum, haðani mang
ar áhugaverdar sendingar
komu
Av og á havi eg sagt við
Oliver, at kiloprísurin á Norð
lýsinum er nakað hægri enn
á New York Times, men fyri
lokalsamfelagið í Klaksvík,
hevur tað sanniliga eisini havt
so mikið størri týdning.
Eisini er nokk so nógv
stuttligt, sum er komið
fyri í blaðnum. Eitt dømi,
ta Norðoyastevnuna, út
móti hægstu summartíð,
tá Norðlýsið setti eina
heilsíðulýsing av misgávum
í hjá JFK – Heilsølu, har
Heilsølan ynskti øllum
eini gleðilig jól og eitt gott
nýggjár.
Tílíkt kann altíð koma
fyri, tá ferðin er nógv.
Hugsar nátúrliga nýtt
Olivur elskar at vera úti í
náttúruni, er innløgumaður
bæði við byrsu og snøri.
Møguliga var tað hetta, sum
fekk hann at taka stig til,
tað sum allar Føroyar tos
aðu um, nevniliga at halda
Sjómannadag. Hann legði
lunnar undir henda fyri før
oyingin viðkomandi dag í
fjør og fekk aðrar at hjálpa
sær soleiðis, at hetta í ár
gerst ein upp aftur størri og
meiri upplivingarríkur dagur
í august mánað. – Heilt nát
úrliga liggur hesin dagur í
Klaksvík.
Góða familju
Oliver fekk eina góða
konu, Elsu, sum er dóttir
Jancy og Jacob Biskopstø.
Tey eiga fýra børn, John
William, Jastrid, Jacobina
og Hannefía, sum øll hava
áhuga fyri grafiska- og
fjølmiðlaøki, og tvey hava
fyribils halga sær henda tátt.
Umframt at kenna seg heima
her, hava tey veruliga gjørt
vart við seg á hesum øki.
Lat meg bert til seinast siga
– tað er ikki lætt at skriva um
ein so úthaldandi blaðstjóra
– at vit, Klaksvík, tað veri
seg politiska skipanin her,
vinnan, mentanin, hand
ilsskapurin og ikki minst
ítrótturin hevur so nógv at
takka tykkum fyri.
Hjartaliga tillukku við
60 ára føðingardegnum og
mong góð ár á knøttunum og
eina hjartaliga tøkk fyri tann
týdning tú og tíni hava havt fyri
Klaksvík og Norðoyggjum.
Tit siga sannleikan “vit eru
lokalir”.
Jógvan við Keldu
Oliver Joensen 60 ár