mikudagur 26. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 142 - 26. juli 2006
Sunneva Thomassen, fødd Gøthe, ættað
úr Norðagøtu, búsitandi í Klaksvík, andaðist
týsdagin 25. juli, 88 ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum hósdagin kl. 18.00 í Christianskirkjuna.
Jarðarferðin verður Christianskirkjuni fríggjadagin
kl. 13.30
Andlát og jarðarferðir
26. juli verður Preben Han
sen 60 ár. Preben er dani –
føddur og uppvaksin í Keyp
mannahavn – men hevur nú
búð meira enn helmingin
av lívi sínum í Føroyum.
Foreldur hansara vóru Svea
Majken Hansen (ættað úr
Svøríki) og Edwin Ove Han
sen. Umframt Preben fingu
foreldrini eisini Karinu, ið
er 2 ár eldri.
Eftir at Preben var blivin
tekniskur assistentur fór hann
at lesa verkfrøði í Horsens.
Har leyk hann prógv í 1970
við framúr góðum úrsliti.
Eftir hetta starvaðist hann
hjá Momberg & Thorsen
frá 70 til 72.
Momberg & Thorsen var
partur av Danish Arctic
Contractors, og í hesum
sambandi fór Preben í
mai 1972 til Marmorilik í
Grønlandi at arbeiða. Eftir
at hava starvast í Grønlandi
í 8 mánaðar helt hann fram
í starvi hjá Momberg &
Thorsen í Danmark.
Í Danmark hitti Preben
havnagentuna Ernu Háberg
og giftust tey í mai 1974.
Tey fluttu til Føroya í juli
1975 og starvaðist Preben at
byrja við hjá Lamhauge &
Waagstein.
Seinastu 24 árini hevur
Preben kortini rikið egið
ráðgevingarvirki og hevur
hann sum ráðgevi verið við
til at framt nógvar stórar
verkætlanir. Ein av teimum
stóru í nýggjari tíð er havnin
í Ánunum, sum Klaksvíkar
kommuna hevur gjørt.
Í 2000 varð Preben
við til at stovna kristnu
útvarpsstøðina Lindina.
Preben hevur verið ein eld
sál í hesum arbeiði. Hann
hevur verið nevndarlimur
og virkað sum leiðari øll
hesi árini.
Erna og Preben eiga
børnini Høgna og Maiken,
umframt ommu- og abba
dóttrina Rúnu.
Føðingardagin heldur
Preben í “móðurlandi” sín
um Svøríki, har systurin
Karina eisini er búsitandi.
Preben Hansen 60 ár
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara kæra mamma og omma
Sofía Hansen f. Kristiansen á Eiði
(vanliga nevnd Fía, kona Olivur Hansen)
andaðist leygardagin 22. juli, 94 ára gomul.
Jarðarferðin verður frá Nykøbing S. Kirke
leygardagin 29. juli kl. 13.
Vegna tey avvarandi
Kathrina og Kári
Krúndiamantbrúdleyp
Hósdagin 27. juli hava Noomi og
Hans Petur Øregaard á Frederiksberg
krúndiamantbrúdleyp. Tey eru ikki við hús.
Dagurin verður hildin saman við næstu
familjuni.
Dagurin í morgin
27. juli. Marta
Eitt av systkinunum í Betániu; hon sum gjørdi sær stríð
og ónáðir av mongum. Halgisøgan sigur, at Marta saman
við systkinum sínum fór til Marseille í Fraklandi, har hon
stovnaði eitt kleystur, sum hon livdi í í 30 ár.
Aramáiskt navn, sum merkir húsfrúgv.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu sam-
kenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Kathrina (Káta) Mortensen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum sum vóru um hana hennara
síðstu tíð, eisini vilja vit takka fyri troystarík
orð í kapellinum, í Betesta og á grøvini.
Børnini við familjum
Týsdagin 25 juli verður
Finnur Johannessen 65 ár.
Finnur er føddur og upp
vaksin í Skopun. Sonur Elli
og Kinnu úr Skopun. Tey eru
fýra systkin Birgit, Erling,
Bergtóra og Finnur.
Finnur er útbúgvin málari
og hevur starvast víða í
norðanlondum, men best
trívist hann á skúlavegnum
við penslinum og góða
gamla Fiatinum.
Vit systkin við børnum
og familju takka fyri alt tú
er fyri okkum og ynskja
tær hjartaliga tillukku við
føðingardegnum, við ynskj
um um alt gott í komandi
tíð.
Vinarliga vit í Skopun,
Norra og Danmark
Finnur Johannessen
65 ár
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum,
at okkara góða mamma, omma og langomma
Sunneva Thomassen
f. Gøhte - ættað úr Norðagøtu
búsitandi í Klaksvík
andaðist 25. juli 88 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum 27. juli kl. 18.00.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 28. juli
kl. 13.30 úr Kristianskirkjuni.
Familjunnar vegna
Ørvur, Einar, Kjartan og Marianna
veitst tú ikki tað?