Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 142 - 26. juli 2006 Hendingar í Havn Í “Sosialinum” hin 31. mars í ár hevði eg frásøgn, sum Jákup Nolsøe, bróður Nólsoyar Pálls, hevði skrivað um hendingar í Havn í árinum 1808, har m. a. verður sagt frá síðstu fráferð Nólsoyar Pálls av Havnini. Til hesa frágreiðing havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar og okkurt ískoyti. Viðmælisbrævið Í “Føroya søgu” av Hans Jacob Debes, 3. bind, verður sagt um hesa ferð á blaðsíðu 76 – 77: “Frá Brillumanninum hevði hann fingið viðmælisbræv til bretskar flotaskiparar um at sigla ótarnaður.” Jákup Nolsøe sigur hinvegin í síni frágreiðing, at passið ella viðmælisbrævið til bretskar flotaskiparar um at sigla ótarnaður, sum Brillumaðurin hevði skrivað Nólsoyar Pálli, var í varðveitslu hjá Løbner, ovasta og noktaði hann at flýggja honum tað tá ið siglt varð av Havnini hin 29. juni í 1808. Brillumaðurin Hompesch barónur, Brillu­ maðurin, hevði samkenslu við føroyingum og tí vána støðu sum Føroyar vóru í. Tí skrivar hann Nólsoyar Pálli viðmælisbræv og vónar at hann kann bøta um støðuna. Helst hevur hann verið ein hampamaður. Sí Fróðskaparrit 17. bók, 1969, har J. F. West, doktari hevur grein hann nevnir: “Brillumanninum til verju”. Um sama mundið sum Brillu­ maðurin er í Føroyum, herjar bretski herhøvdingin Wellington á Pyrineisku hálvoynni. Aftaná hvørt vunnið stríð loyvdi hann hermonnum sínum, sum siður var, at ræna og neyðtaka vanlig fólk í tí býi ella øki sum hevði givið seg yvir. Í Havn svav Brillumaðurin í landi til at byrgja fyri at manningin á “Salaminu”, sum var skipið hjá honum, skuldi gera seg inn á havnaborgarar. “North Star” gongur burtur Helst tí at Royndin einki pass hevði, varð hon tikin av bretum áraka Skagen, tá hon var á veg til Danmarkar. Hvat ið seinni hendi við Royndini er ikki heilt greitt, men Nólsoyar Páll og manning endar í hvussu so er í London har bretar veita honum annað skip, 54 tons stóra North Star, og farm at fara til Føroyar við. Men framvegis hin 17 november í 1808 er Nólsoyar Páll í London. Tá skrivaði hann undir eitt skjal í rættinum, har hann var vitni í einum trætumáli millum Hompesch og Baugh, skipara. Tað var Baugh, skipari, sum við skipi sínum “Clio” tók skansan í Havn. Henda undirskrift er síðsta lívsteknið frá Nólsoyar Pálli. Onkuntíð aftaná hin 17. november fer North Star úr London. Á túrinum hvarv skipið við mann og mús. Komið var út á veturin og vetrarstormar í Norðsjónum eru ikki at spæla við. Kunnleiki er til fleiri stormar henda veturin og kanska hevur skipið, teir fingu, ikki verið í besta standi. At teir verða liggjandi so leingi í London kundi bent á at har var nógv at taka hond í. Sostatt kann roknast við at “North Star” gekk burtur í ódnarveðri í Norðsjónum á vetri í 1808. Kanska í landsynningsódnini sum herjaði síðst í november. Neyvan søkt í bardaga Sjálvur sigur Jákup Nolsøe at “North Star” varð søkt í bardaga við tveir orlogsmenn, sum handilin hevði sent úr Bergen at taka teir. Illa kann hetta hugsat at vera rætt. Um so er at tvey skip fóru úr Bergen at leita eftir “North Star” Hava tey neyvan funnið hana sjálvt um tey kunnu hava ligið beint sunnanfyri Suðuroynna og lúrt. Á vetrardegi er dagurin stuttur og veðrið ofta sjaskut, so líkindini fyri at finna “North Star” hava verið sera lítlar. Hinvegin kann tað vera rætt teir norsku orlogsmennirnir heldur ikki komu afturíaftur, men eisini hvurvu. Teir kunnu vera gingnir burtur í sama illveðri sum “North Star”. Løbner hevði ábyrgdina av deyða Nólsoyar Pálls Um ikki beinleiðis so óbeinleiðis kann tó sigast at Løbner hevði ábyrgdina av deyða Nólsoyar Pálls. Við at sýta fyri at geva Nólsoyar Pálli fríbrævið sum Hompesch barónur, Brillu­ maðurin, hevði skrivað honum, var hann helst orsøkin til at “Royndin fríða” varð tikin og sostatt orsøkin til at Nólsoyar Páll gongur burtur á veg úr London til Føroyar í endanum av novembur ella í byrjanini av desembur í 1808. Hvørki á Ríkisskjalasavninum ella á Landsskjalasavninum havi eg funnið fríbrævið. Tað vildi veri tyngjandi fyri Løbner at varveitt eitt slíkt skjal og hevur hann tí helst forkomið tí. A. Guttormur Djurhuus Deyði Nólsoyar Pálls Einasta mynd av Brillumanninum, sum funnin er, er ein keiputekning frá 1811