Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 26. juli 2006 15 Ein flokkur við 20-25 æðum hevur hildið til í Vágsbotni, men í oljudálkingini í seinastu viku doyðu næstan allar æðurnar, bert ein æðublikur er eftir á lívi. Í einum húsum í grannalagnum, royna eini hjún at halda lív í honum Dálking Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo “Í nøkur ár hevur ein flokkur við 20-25 æðum hildið til á sjónum við Müllersbrúgv. Fólkið í grannalagnum og tey, sum arbeiða á Skipasmiðjuni, hava givið æðunum breyð. Tær vóru vorðnar heilt tamar, hóast tær í kappróðrartíðini kundu vera eitt sindur styggari”, greiðir Absalon Hansen frá, meðan hann pettar eitt sindur av einum pylsubreyði niður á flisarnar, framman fyri neyðarsliga æðublikinum: “Í gjárkvøldið tá eg kom oman at geva teimum breyð, var einans hesin blikurin eftir, hann kom til mín, meira deyður enn livandi, so eg tók hann heim við mær.” Absalon Hansen og konan hava bæði hundar og kettu, og fleiri ferðir hava tey tikið sær av æðum, ið eru komnar illa fyri av nógvu dálkingini í Vágsbotni. Kona Absalon lenar seg út gjøgnum gluggan á hugnaligu gróthúsunum og sigur frá, at í fjør høvdu tey eina æðu inni í 14 dagar, áðrenn hon var nóg birg at verða sloppin út aftur. “Hon kom sjálv niðan til garðin hjá okkum, eg veit ikki, um djór kenna fólk aftur, men tað virkaði, sum um hon vildi hava hjálp”, greiðir hon frá og leggur stillisliga afturat: “Fólk siga kanska, at tað er bara ein æða, men tað er tað ikki fyri øll, t.d. koma tey gomlu av Ellisheiminum oman og seta seg á ein bonk, tá er tað hugnaligt, at æður svimja í sjónum” Absalon væntar, at hetta er síðsti æðublikurin í flokk­inum, ið fyri fáum døg­um síðan taldi 20- 25 æður,”Hinar eru nokk deyðar”, sigur hann og greiður frá, at hann veit um onkran, sum hevur kipt onkra æðu seinastu dag­ arnar, tí hendan var so illa fyri, eins og Absalon sjálvur hevur gjørt fleiri ferðir áður. Tá hann tók hendan æðublikin upp í gjár var skilið eisini so mikið ringt, at hann væntaði, at hann fór at verða noyddur at kippa hann, men í morgun er hann heldur birgari. Absalon tinn­ ur hundasjampo við vatni, og brúkar hetta til at vaska æðunum við. Trupulleikin er, at tá æðurnar verða olju­ dálkaðar missa tær førleikan at torna, tí doyggja tær av kulda, greiðir Absalon frá. Bæði hann og konan eru sera ónøgd við skilið við allari hesi dálkingini. “Eg ringdi til politiið, tá eg sá dálkingina handan morgunin(mikumorgunin blðm.), men tey søgdu, at tey høvdu fingið boð kvøldið fyri, men høvdu staðfest, at her var bert talan um fiskafeitt. Men tað er týðiligt, at hetta ikki bert er fiskafeitt.”, sigur Absalon Hansen. Hetta kundi sløkki­ liðið eisini staðfesta, tá tey tóku 1.800 litrar av olju upp í Vágsbotni seinni á degnum. Absalon Hansen er sera harmur um hetta, tí løgreglan hevði møguleika at steðga dálkingini longu kvøldið fyri, og sostatt minka munandi um skaði­ ligu árinini. tíðindi Absalon Hansen hevur givið æðublikinum breyð og vaska honum við tintum hundasjampo Mynd: Niels Uni Dam Roynir at bjarga tí síðsta æðublikinum Æðublikurin er heldur stinnari í dag Mynd: Niels Uni Dam