Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 142 - 26. juli 2006 Konsertupplivilsi Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Væntandi, at 95 % av lurt­ arafjøldini vóru kvinnur, var eg ein teirra, ið hevði játtað at fara við unnustuni á konsert við Robbie Willi­ams í Parkini í Keyp­ mannahavn. Heilt ærligt! Ein unglingi, sum byrjaði í einum dreingja­bólki! Men soleiðis hongur verðin ikki saman. Robbie Williams hevur ment seg til ein av fremstu sangarunum í heiminum í júst hesum árunum og væntandi eigur hann enn nøkur góð ár, inn­ an hann møguleiga endar í vandabólkinum, har leti, fiti gera um seg, so yrkisleiðin fær undanbrekku. Og hóast kvinnurnar tald­ ust í størri tali enn menninir í Parkini hetta kvøld, so var greitt, at Robbie eisini hevur mannligar fjepparar. Og tað er skiljandi, tí hann hevur megnað at flyta seg frá tíðini í Take That, sum hekk í plakatformi á hvørjum gentuloftskamari í Føroyum og aðrastaðni við, og fram til í dag at vera eitt veruligt mannfólk, soleiðis sum heimurin helst sær ímyndina. Í hvussu er, um talan skal vera um ein harra, ein gentleman, ið dugir at snúgva sær og at sjarmera – og so dugir hann jú eisini at syngja! Jønke Umleið 46.000 fólk høvdu leitað sær í Parkina í danska góðveðrinum. Og fleri vóru tey, kvinnur og menn, sum uttanfyri Parkina royndu at ogna sær atgongumerki, tí tey eftir øllum at døma høvdu verið ov sein á sjóvar­fallinum. Og tá er bert eitt at gera; at fáa sær skilti um hálsin, har tú gert vart við støðuna, at hava nógvan pening tøkan, og so vóna, at onkur eigur eitt atgongumerki í lummanum, sum ongin brúkari er til. At fara á konsert er nakað heilt serstakt. Og ikki minst í Parkini. Talan er um sera nógv fólk á einum stað. Og ein frálíkur summardagur í Keypmannahavn í nærum 30 hitastigum er jú ikki at blaka burtur – konsert ella ikki. Innan konsertina er at møta í hampuligari tíð, so ein hevur stundir at køla seg av við køldum drykki, hvørt tað so er øl frá køldu øltangunum í sølu­ tjøldunum ella annað. Jú, tað er nakað heilt serstakt at uppliva konsert og so við einum av teimum heilt stóru júst nú, og ikki – sum so ofta – við onkrum, ið hevur sæð síni bestu ár. Meðan vit í okkara ”ferða­lag” soleiðis høvdu funnið okkum tilrættis mitt á vøllinum í Parkini, og sótu og hugnaðu okkum við práti, meðan bíðað varð eftir konsertbyrjanini, fjaraði í gløsunum. Leiðin mátti aftur haldast yvir í sølutjøldini. Meðan vit so­leiðis standa í bíðirøð varnast vit, at við síðuna av okkum stendur ongin annar enn Jønke. Kendi danski rockarin, sum á sinni skeyt Makrelin. Og enn einaferð vóru allar hugsanir um, at Robbie bert hálaði kvinnuliga áhoyr­ arafjøld í Parkina burtur. Er Jønke veruliga Robbie fjeppari? Her stóð hesin hampuligi og vælklæddi maðurin púra friðarligur og prátaði, með­ an vit eygleiddu, men við størsta varsemi, tí ein vil jú ikki verða skuldsettur fyri at gløða – í hvussu er ikki av Jønka. Hóast hann í dag er líka kendur sum fyrilestrahald­ ari og barnabókahøvundur, so er tað tó sum rockarin og drápsmaðurin, at hann hevur skrivað seg í søguna og í vitskuna hjá dønum og føroyingum við. Ja, her stóð ein og hugsaði, um ein ikki skjótt mundi hitta onkran føroying, men so varð tað hesin fýrurin, ið ein kom at standa í bíðirøð við. Eg meini tað! Basement Tað var Basement jaxx, ið hitaði upp. Feitir disco- og funktónar og feitar, littar sangkvinnur, ið veruliga dugdu sítt kramm. Og tað gjørdu tónleikararnir eisini. Men eftir eini 3 ella 4 løg var tað tó, sum at ein hevði hoyrt hetta, og at nú var nóg mikið, tí alt líktist eini endurtøku. Og so stakk hugsanin seg upp; man tað vera so, at stóru nøvnini í veru­leik­ anum finna sær ein upp­ hitingarbólk, sum er heilt ok, men sum tó ikki megnar at taka myndina heilt. Og at hetta verður gjørt við vilja? Basement Jaxx riggaði væl, men ov einstáttað, tá talan varð um fleiri løg. So kom stundin til handa So kom løtan, har Robbie kom á pall. Sjálvur hevði eg væntað, at nú gjørdist ljóðið við eitt nakað heilt annað, tí tað havi eg upplivað áður í Parkini. Til upphitaran heldur vánaligt ljóð, tá ein hugsar um ta útgerð, ið teir óivað hava tøka, men tá høvuðsnavnið kemur, so sigur tað ”klikk” og ljóðið er nærum sum á fløgu. Soleiðis var til dømis til konsertina hjá Tinu Turner í Parkini fyri nøkrum árum síðani. Men hetta hendi ikki hjá Robbie, tíverri. Ljóðið var ikki vánaligt, als ikki, men gott var tað heldur ikki og gjørdist tað ongantíð. Men Robbie dugdi. Hann hevði frá fyrstu stund samband við okkum 46.000, ið komin vóru í The Entertainer Robbie Williams hevði konsert í Parkini tann 7. Juli og hann parkeraði allar vandahugsanir burtur, sum møguliga høvdu sníkt seg í hugaheimin hjá mannligu lurtarunum, og sum snúðu seg um, at hetta kanska gjørdist ein ”diddukonsert”, har villar smágentur í øllum aldri skríggjandi royttu seg og kanska vinkonuna hvørjaferð Robbie so mikið sum royndi at syngja. Nei, so varð ikki, tí entertainarin trein á pall og livdi upp til eykalagið, har hann sang Let me entertain you. Ein konsert, har eisini Peter Schmeichel fekk víst seg sum tónleikara Schmeichel sessaðist við tangentarnar og eyðkendu tónarnir í lagnum Feel hoyrd­ust!!! ” ummæli