mikudagur 26. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 26. juli 2006
17
Parkina. Og hann var eisini
komin, hóast sjúku og takk
aði læknanum, ið hevði
givið honum stóra sproytu
í endan, so hann kom fyri
seg.
Og allan vegin millum
løgini undirhelt entertain
arin Williams.
Og tað var sanniliga eitt
tyssi av hittum, ið rungaðu
í donsku summarluftini;
Millennium,
Back
for
good, og Feel, fyri at nevna
nøkur. Og eisini hevði
hann ein viðsangara á palli
og saman nærkaðust teir
swingtónleikinum
eina
løtu, nakað, íð eg hevði
vónað, og tað riggaði.
Og tó at tað ikki var heilt
frítt, at Robbie var heilt
greiður yvir, at har stóðu
eini 70% av fólkinum í
eginleika av forelskaðum
konufólki, so var hann góð
ur á palli. Men sjálvandi
spældi hann uppá hetta, sum
t.d. tá hann ”uppdagaði”
eitt hol í buksunum framm
an har lørini hittast. Og
meðan hann gjørdi vart við
tað, greiddi hann frá, at
tvinnir vóru kostirnir, antin
at halda fram ella at fara
av pallinum at finna einar
nýggjar buksur....
Og sjálvandi rópti fjøld
in, at hann skuldi ongan
veg fara, men syngja og
undirhalda í júst hesum
buksunum.
Williams og
Schmeichel
Og hóast góða konsert
við eisini rúgvu av hittum
og góðari framførslu, so
gjørdust fólk bilsin, tá
Robbie kunngjørdi, at ein
gestur nú kom á pall; He
is a great dane. He is a
fucking legend...
Og mín sann. Á pallin í
Parkini kom ongin annar
enn Peter Schmeichel og
ein hugsaði, at hvat kundi
fótbóltsglaði Robbie nýta
hann til í hesum høpinum?.
Skuldi hann eisini sparka
áskrivaðar fótbóltar út í
mannamúgvuna, eins og
Robbie hevði gjørt fyrr í
konsertskránni?.
Men so var als ikki, tí
Schmeichel sessaðist við
tangentarnar og eyðkendu
tónarnir í lagnum Feel
hoyrdust!!!
Jú mín sann. Ein kann
ikki annað enn undrast,
hóast lítli djevulin aftast í
tilvitskuni alla tíðina gjørdi
vart við, at helst sat onkur
annar aftanfyri leiktjaldið
og spældi fyri hann og í
minsta lagi var helst onkur
annar leikari, ið stóð til
reiðar, um hetta nú fór heilt
av kós.
Men tað var eftir øllum
at døma Schmeichel, ið
spældi, og hví skuldi hann
ikki tað? Og hann kom væl
frá tí.
Let me entertain you
Nú var tyssið við hittum
hentað og fólkið kravdi
eykaløg, eftir at Robbie
hevði takkað fyri seg og
takkað pápa sínum, sum
taldist millum lurtararnar
hetta kvøld.
Let me entertain you,
Angels og Kids ljómaðu
og Robbie fann ein lítlan
drong í fremstu røð, og
mammu hansara, og beyð
teimum upp á pallin at
vera, meðan hann avgreiddi
síðstu løgini. Og fegin og
kensluborin tóktust tey at
njóta hvørt sekund.
Robbie hevði sagt; Let
me entertain you, og tað
gjørdi hann, so tað stóð
eftir í.
Fin konsert við Robbie,
ið bara tykist vinna meira
og meira, tá umræður unga
popparan úr Take That, ið nú
er ein rættur gentlemaður,
ið ferð eftir ferð prógvar, at
hann dugur síni ting. Hann
er ikki bara ein sangari,
hann er entertainari, og tað
er sum kunnugt eitt lítið
sindur meira, enn tey flestu
við góðari samvitsku kunnu
skriva á sítt kort.
Robbie Williams í stuttum
Fødder í Bretlandi tann 13. Februar 1974.
Byrjaði sololeiðina í 1996.
Áðrenn tað limur í drongjabólkinum Take That. Ein
av fimm limum í bólkinum. Sagt verður, at Robbie
hóskaði ongantíð í heildini í bólkinum, m.a. tí
hann rætt og slætt var “harðari” enn hinir.
Tað kom tí ikki óvart á , tá hann í 1996 fór úr
bólkinum fyri at royna seg á egnum beinum.
Hóast heldur tunga byrjan, so byrjaði at gangast
betri í 1997, tá hansra fyrsta veruliga fløga kom
út. Av fløguni er m. o. lagið Angels kent.
Í 1998 gongst betri og betri og í somu takt
flytir Williams seg mótvegis klassiska bretska
gentleman útsjóndini - a la James Bond, og statur
vil tá eisini verða við, at hann er upp á tal sum ein
komandi James Bond leikari.
Seinni syngur Robbie eisini jazz og swing og m.a.
synger hann løg hjá Sinatra.
Í dag hevur hann staðfest seg millum teir
fremstu á heimspallinum, bæði sum sangsari og
entertainari.
Fløgur: (solo)
Life Thru A Lens (Chrysalis - 1997)
I’ve Been Expecting You (Chrysalis - 1998)
Sing When You’re Winning (Chrysalis - 2000)
Swing When You’re Winning (Chrysalis - 2001)
Escapology (RW / Chrysalis - 2003)
Live Summer 2003 (Live) (Chrysalis - 2003)
Greatest Hits (samling) (Chrysalis - 2004)
Intensive Care (EMI - 2005)
FAKTA
mynd: Dagfinn Olsen
ummæli