Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 142 - 26. juli 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Ellisakfør hjá Auto Service á ólavsøku Á ólavsøku skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri eini áhugaverdari framsýning í nýggju fram­sýningar­høl­ unum hjá Auto Service við Oyggjar­ vegin Tíðindaskriv Áhugafelagið Føroya Elli­ s­akfør hevur við jøvn­um millumbili skipað fyri framsýningum á ólav­søku. Hesaferð verður fram­sýn­ ingin í nýggju fram­sýn­ ingarhølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Talan er um eina av størstu framsýningarhøllum til bilar í landinum. Høllin er yvir 600 fermetrar til støddar og rúmar umleið 25 bilum. Umframt ellisakførini verð­ ur eisini ein áhugaverd myndaframsýning. Saman við atgongu­merk­ inum til framsýningina fáa tey vitjandi eisini seinasta nummarið av blaðnum “Hjólið”, ið er limablaðið hjá Føroya Ellisakførum. Í blaðnum eru nógvar áhuga­ verdar greinar og myndir av gomlum akførum. Í ár fylla Volvo Amazon 50 ár, og 75 ár eru liðin síðan ein kendur arbeiðsbilur í Føroyum, Opel Blitz, kom á marknaðin, og BMW 1602 og 2002 fylla 40 ár. Framsýningin verður opin fríggjadagin, leygardagin og sunn udagin, allar dagar frá kl. 14-19. Eisini verður ókeypis kaffi og okkurt afturvið. Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, og John Allan Midjord, formaður í Føroya Ellisakførum, bjóða øllum at vera vælkomin til framsýningina á ólavsøku Mynd: Magnus Gunnarsson