mikudagur 26. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 26. juli 2006
21
bilar
Tann 1. august kemur
nýggj frálæru- og
dømingarskipan til
vanligt koyrikort
í gildi. Frálæran
leggur upp til at geva
næmingunum ein
góðan hugburð og
atburð í ferðsluni -
og at hava fyrilit fyri
øðrum, serstakliga
veikum ferðandi, so
sum børnum og eldri
fólki
Koyrikort
Tá ferðslulógin, á sumri í
2000, varð broytt, var ætl
anin, at ein nýggj koyri
kortkunngerð skuldi gerast.
Av tí, at føroyska ferðslu
lógin liggur tættast upp at
donsku ferðslulógini, var
skilabesta loysnin at gera
føroysku kunngerðina við
støði í tí donsku, sum er
grundað á eitt ES boðskriv
um koyrikort.
Mett verður, at donsku
frálæruætlanirnar til allar
koyrikortbólkar eru tær,
sum neyvast áseta, hvønn
kunnleika, dugnaskap og
atburð koyrinæmingur skal
hava fyri at kunna útvega
sær koyrikort.
Eisini byggir skipanin á,
at frálæran í teori og verki
skal samskipast og fylgja
uppsetingini í lesiætlanini,
sum er gjørd við støði í
frálæruætlanini. Hetta verð
ur mett at vera tann besti
pedagogiski hátturin at
læra.
Gamla skipanin
Galdandi skipan byggir á
gomlu norsku skipanina,
sum við tíðini er bøtt og
nútímansgjørd, uttan at
føroyingar rættiliga hava
megnað at fylgt við. Gald
andi teoriroyndirnar eru
grundaðar
á
sokallaðu
”multiple choice” skipanina,
har tríggir svarmøguleikar
eru í hvørjum spurningi.
Næmingurin skal so taka
støðu til, hvat av teimum
trimum er rætta svarið.
Teoriroyndirnar,
sum
higartil hava verið nýttar,
eru í einum bóklingi, sum
næmingurin skal lesa spurn
ingarnar burtur úr. Hann
skal taka støði í einari
lutfalsliga lítlari mynd ella
tekning, samstundis sum
hann eisini skal krossa av á
einum oyðublaði.
Henda
skipan
hevur
víst seg at verið trupul
hjá næmingum, sum eru
lesiveikir og eldri fólkum,
ið hava ilt við at hava yvirlit
við fleiri viðurskiftum í
senn.
Tað hevur verið trupult
hjá teimum at klára gald
andi teoriroynd fyrstu ferð.
Ikki tí, at tey ikki duga
ferðsluteoriina nóg væl,
men heldur orsaka av, at
tey ikki megna at umseta
skrivaða tekstin í verki og
tí taka skeiva støðu.
Nýggja skipanin
Nýggja skipanin byggir
á, at næmingurin fær eina
ferðslustøðu við einari
mynd á telduskermin. Hann
upplivir støðuna, sum hann
sær hana, tá hann situr aftan
fyri róðrið í bilinum.
Harnæst verður, í hátalara,
givin upplýsing um myndina
ella ferðslustøðuna. Síðani
verður næmingurin, eisini
í hátalara, spurdur tríggjar
ella fýra spurningar um
ferðslustøðuna. Nú skal
hann, á telduskerminum,
svara ”ja” ella ”nei”. Tað
vil siga, at hann skal taka
støðu til, hvat skilabest er
at gera í støðuni. Sostatt er
ongin tekstur at taka støðu
út frá, sum tað er í galdandi
royndum.
Lesiætlan
Talan er um eina skipaða
frálæru, við einum minst
ásettum tímatali fyri teori-
og verkliga koyrifrálæru, fyri
hvønn koyrikortbólkin sær.
Gjørd er ein lesiætlan fyri
hvønn koyrikortbólk, sum
fylgir neyvt uppsetingini í
frálæruætlanini.
Tað vil siga, at næm
ingurin altíð veit, hvar
hann er staddur í frálæru
tíðarskeiðnum, og koyri
lærarin hevur eitt gott
amboð at undirvísa eftir.
Frálæran í teori og verki
skal samskipast soleiðis, at
tað, tú lærir í teori, skal
roynast í verki, áðrenn far
ið verður víðari í teorifrá
læruni.
Koyrinæmingurin skal so
hvørt leiðast frá lættari til
truplari venjingar, og skal
haraftrat hava møguleika
fyri endurtøku av undan
farnum venjingum, so at
vanda atferðin verður fest
og styrkt.
Tað eru tó altíð fyrst og
fremst viðurskifti og evni
hjá tí einstaka næminginum,
ið eru avgerandi fyri,
hvussu nógvar skúlatímar
– útyvir teir í minsta lagi
ásettu skúlatímarnar – næm
ingurin skal hava, áðrenn
hann kann fara upp til
roynd.
Kelda: www.akstovan.fo
Pocket-bikes eru
smáar motorsúkklur
ætlaðar børnum
niður í 10 ára aldur.
Hetta er lívshættisligt
leikutoy, ávarar
Ráðið fyri Ferðslu
trygd. Hóskvøldið í
farnu viku kostaði
ein túrur á eini
slíkari súkklu
einum níggju ára
gomlum smádreingi í
Stavanger lívið
Ferðslutrygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd
heitir á foreldur um ikki at
lata børn koyra á Pocket-
bikes ella í smáum el-
bilum.
Hetta eru sera vandamikil
leikutoy, sum kunnu føra
til álvarsamar vanlukkur.
Hóskvøldið
í
farnu
viku hendi ein syndarlig
vanlukka í Stavanger í
Noregi, tá ein nýggju ára
gamal smádrongur, við
Pocket-bike sínari, stoytti
saman við einum lastbili.
Drongurin doyði á stað
num.
Ætlanin við Pocket-
bikes og el-bilunum er óiv
að, at koyrast skal uttan
fyri alfaraveg, og tey
verða heldur ikki skrásett
í akfaraskránni. Sambært
ferðslulógini skulu akfør,
sum koyra á vegunum
verða skrásett, og tað
er tí ólógligt at koyra á
alfaravegi við hesum motor
súkklum og bilum.
Veruleikin er tó, at børn
ini, hóast tað er ólógligt,
koyra á vegunum, bæði á
Pocket-bikes og í smáu el-
bilunum.
Politi’ið, Akstovan og
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hava vent sær til politiska
myndugleikan, við áheitan
um at forbjóða innfluttningi
av Pocket-bikes í Føroyum.
Men enn er einki hent, og
tað er framvegis loyvt at
innflyta hesar súkklur.
Tað er ikki óvanligt
at síggja børn súkkla og
koyra við Pocket-bikes og
el-bilum úti á alfaravegi,
til stóran vanda fyri bæði
tey sjálvi og onnur.
Nevndu partarnir, ið
varða av ferðslutrygdini,
halda, at tað er ein spurn
ingur um tíð, áðrenn tað
fær álvarsamar avleiðingar
fyri hesi børn ella onnur,
um einki verður gjørt fyri
at venda gongdini.
Slíkt má ikki henda hjá
okkum, og tí má einhvør
nýtsla av Pocket-bikes og
smáu el-bilunum forbjóðast
í Føroyum, sigur Ráðið
fyri Ferðslutrygd.
Kelda: www.ferdslutrygd.fo
Koyrikortið – nýggj og betri frálæra
Lívshættisligt
leikutoy
Hóast tað er ólógligt, eri ikki óvanligt at síggja børn koyra á
vegunum á Pocket-bikes og í smáum el-bilum. Tey, ið varða
av ferðslutrygdini, halda, at tað bert er ein spurningur um tíð,
áðrenn hetta óskil fær álvarsamar avleiðingar
Framyvir skal koyrikortfrálæran
samskipast soleiðis, at tað, tú lærir
í teori, skal roynast í verki, áðrenn
farið verður víðari í teorifrálæruni
Mynd: Bárður Lydersen