Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 142 - 26. juli 2006 ] Kæran gav linari revsing Juventus er fram­ vegis í seriu B, men revsingin varð í dag broytt til 17 minus- stig heldur enn 30. Milan sleppur í Champions League, og bæði Fiorentina og Lazio sleppa at halda fram í seriu A fótbóltur Jákup Mørk Somikið nógv linari vórðu dómarnir, tá italski kærudómstólurin í gjár gjørdi úrskurð í nógv umrøddu gøluni í italskum fótbólti. Milan er nú aftur partur av Champions League kappingini. Fiorentina og Lazio vórðu upprunaliga dømd at flyta niður, men tey halda so fram í seriu A. Tey bæði byrja tó komandi kappingarárið við minus 19 og 11 stig­ um, meðan Milan skal byrja við minus átta stigum komandi kapp­ ingarár. Álvarsamasta kæru­ mál­ið er framvegis tað hjá Juventus, sum í fyrr­verandi forsetanum eisini átti fremsti høvuðs­ persónunum í gøluni um avtalað úrslit. Nú er revsingin, at Juventus missir síni bæði seinastu meistaraheiti, og at fe­lagið komandi ár skal spæla í seriu B, har teir byrja við minus 17 stigum. Umboðsmenn fyri Juventus siga tó, at eisini hendan avgerðin verður kærd, tí teir vilja í minsta lagi hava, at felagið alt fyri eitt kann stríðast um uppflyting til seriu A. Og um neyðugt, so verður málið kært til sivil-rættin siga teir. So er spurningurin bara, hvat FIFA sigur til tær ætlanirnar. Her í Føroyum hava vit í øllum forum staðfest, at tað ikki er nakað, sum fellur í góða jørð hjá altjóða fótbóltssamgonguni. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 »Vit ræðast tær ikki, og vit ætla ikki at lata tær – ella nakrar aðrar – sleppa framvið okkum« Katrin Olsen um vónirnar til HM í rógving Ferðalagið hjá Skála fór úr Føroyum við kós móti Kristiansand týsdagin. Ferðin varð gjørd umvegis Stavanger, og eftir tríggjar tímar í bussi var ferðalagið komið upp á pláss. Fyrstu venjingarnar stóðu á skránni mikudagin. Men higartil hava spælararnir í øllum førum staðfest, at umstøðurnar at búgva eru framúr, har hópurin býr á hotellið við havnarlagið í Kristiansand. Sjálvur dysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 19 lokala tíð, og lítið er at ivast í, at Skála fær sína søk fyri í hesum. Ikki minst tí veðrið í Kristiansand hevur verið framúr seinastu dagarnar. Um dagin eru hitastigini um 30 í tali, og roknað verður við, at talan verður um 25 hitastig, tá dysturin skal spælast. Hartil kemur eisini, at tey í Start nú hava størri álit á liðnum, enn tey hava havt. Dysturin á Svangaskarði varð seinasti dysturin hjá Tom Nordlie, og við nýggja venjaranum eru úr­slit­ini vorðin munandi betri, enn tey hava verið. So­mikið stórur er munurin, at áskoð­ararnir nú tosa um bronsu­merki og europiskan fótbólt heldur enn botn­stríð og niður­flyting. Úr Kristiansand veit ferðaleiðarin hjá Skála, Svein­ur Tróndarson, at siga, at hópurin er í góðum standi. Onkrir leikarar ganga enn við snuddum og verða tí ikki við, men tað er ikki nakað sum kemur óvart á. Bjarni Jørgensen, Poul N. Poulsen og Borgar Kristiansen høvdu allir snuddir, áðrenn farið varð heimanífrá, men annars tykj­ast allir menn at vera tøkir. Tað vil siga, at Bárður Danielsen, sum ikki var tøkur seinast, er tøkur til henda dystin. -mørk Nógvur hiti í Kristiansand Eftir 2-1 tap á úti­ vølli móti lettiska Ventspils, eru vónir­ nar fyri víðari luttøku hjá gøtumonnum ikki heilt ongar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóskvøldið klokkan 18.30 tekur GÍ móti lettiska Ventspils á Svangaskarði. Talan er um dyst í UEFA- Cup kappingini, og hóast eysturevropisk lið sjáldan hava hóvað føroyskum fe­løgum serliga væl, so eru vónirnar hjá GÍ ikki heilt ongar. Hóast trýst frá heima­ lið­num, so komu GÍ úr Ventspils við teprum 2-1 tapi í viðførinum, og sum útgangsstøði er tað avgjørt ikki at forkasta. Serstakliga ikki, tí mál á útivølli eru so sera týðandi í evropiskum uppgerðum. Gunnar sjúkur Stóri spurningurin í Gøtu í løtuni er, hvussu verður við framherjanum, Gunnar Nielsen. Argentinski bólt­ snilllingurin hevur verið sjúkur størsta partin av hesi vikuni, og enn er óvist, hvørt hann verður tøkur til dystin. Og skal GÍ standa seg, so er helst umráðandi, at sterkasta álopskortið kann vera við á vøllinum. Hartil hevur Símun Louis Jacobsen eisini drigist við skaða, men roknað verður tó við, at hann er klárur at tørna til hóskvøldið. Skulu standa rætt Um uppskriftina til dystin, sigur liðskiparin hjá GÍ, Sám­al Joensen, at hon neyv­ an verður so øgiliga nógv øðrvísi, enn hon vanliga er hjá føroyskum liðum í altjóða dysti. – Tað ræður sjálvandi fyrst og fremst um at standa rætt, og soleiðis sleppa undan nøkrum óneyðugum mistøkum. Sum støðan er, so er nóg mikið hjá okkum at skora eina ferð, um vit samstundis megna at halda tætt. Og tí vóna vit sjálvandi, at vit kunnu skora upp á onkran av møgu­ leikunum, sm heilt víst fara at koma. – Hinvegin, so fer Ventspils neyvan at leggja so nógv fyri, sum teir gjørdu í heimadystinum. Hóast okkara útgangsstøði kundi verið verri, so eru teir framvegis á odda, tá dysturin byrjar, og tí vilja teir helst fyrst og fremst halda fast. So talan kann gerast um eina varna uppgerð, so leingi einki mál er k­omið, heldur Sámal. Gøtumenn ætla sær víðari Stóri spurningurin hjá gøtumonnum er, hvørt Gunnar Nielsen verður tøkur til eitt av álopsplássunum á liðnum