mikudagur 26. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 142 - 26. juli 2006 ]
Katrin
hugsar
um HM
Meðan flestu heimligu
rógvarar helst hava
tankarnar vendar móti
ólavsøkuni,
hugsar
Katrin Olsen nakrar
vikur longri í so máta.
Tann 20. august skal hon
nevnliga verða partur
av HM-kappingini í
rógving, har hon og
hinar í danska dupult-
fýraranum aftur í ár
medda høgt.
Í fjør heyst gjrødist
talan fyri fyrstu ferð um
heiðursmerki til donsku
kvinnumanningina
í
hesi bátastøddini, og
sjálvt staðfestir Katrin,
at tær avgjørt ikki ætla,
at nakar skal taka heið
ursmerkini frá teimum
uttan víðari.
– Enn vita vit ikki,
hvussu nógvir dupult
4’arar koma til HM.
Vónandi koma fleiri
enn í Japan, har tað bara
vóru 7 bátar. Kinversku
kvinnurnar eru nokk
tær, sum vit skulu ansa
mest eftir. Tær vóru
ikki vi› í Japan, men
tær vunnu HM í 2003
og 2004, og tær hava
staðið seg serstakliga
væl í ár í dupult-
scullara í Munchen og
Poznan. Men vit ræ›ast
tær ikki, og ætla ikki
at lata tær ella nakran
annan sleppa fram við
okkum, eru boðini,
sum Katrin hevur sent
umvegis teldupost.
Í næstum fer Katrin
saman við liðfeløgunum
á venjingarlegu í Eystur
ríki, og har er ætlanin,
at formurin veruliga
skal fínpussast, sigur
Katrin, áðrenn hon at
enda letur heilsa og
ynskir øllum her heima
eina góða ólavsøku.
-mørk
Úttøkukapping til NM-róður
Róðrarsambandið hevur nú gjørt av, hvussu berast skal í bandi,
tá bestu føroysku innandurarógvararnir skulu finnast.
Drekin.fo veit at siga, at skipað verður fyri serstakari
innandurakapping í vetur, har bestu rógvararnir kunnu vinna
sær pláss í norðurlendsku kappingini. Íalt hava Føroyar
fingið átta pláss í kappingini, og lítil ivi er um, at hetta
verður stór gularót hjá sterkastu føroysku rógvarunum, nú
uttandurarógvingin fer í hálvt ára frí eftir ólavsøkuna.
-mørk
5-mannafør, dreingir
1 Blikur
2 Strípan
3 Havfrúgvin
4 Kollur
5 Ritan
6 Jallurin
7 Sílið
8 Drekin
6-mannafør, kvinnur
1 Hvessingur
2 Riddarin
3 Jarnbardur
4 Lómur
5 Smyril
5-mannafør, gentur
1 Dúgvan
2 Firvaldur
3 Havfrúgvin
4 Blikur
5 Hvassi
6 Frúgvin
7 Drekin
8 Ørnin
9 Sílið
5-mannafør, kvinnur
1 Báran
2 Drekin
3 Junkarin
4 Sílið
5 Ørnin
6 Ritan
7 Jallurin
8 Tjaldrið
9 Blikur
6-mannafør, menn
Kollfirðingur
Lómur
Gongurólvur
Hósvíkingur
Sundabáturin
Sølmundur
Jarnbardur
Smyril
Páll Fangi
Víkingur
Árnfjarðarbáturin
8-mannafør
1 Nevið Reyða
2 Argjabáturin
3 Knørrur
4 Ørvur
10-mannafør
1 Nólsoyingur
2 Havnarbáturin
3 Klaksvíkingur
4 Eysturoyingur
5 Vestmenningur
6 Skálabáturin
7 Vágbingur
– Hetta hevur verið sum ein
marathon-renning, men nú
renna vit seinastu rundurnar
inni á sjálvum stadion.
Sammetingin,
sum
formaðurin í Kappingar
nevindini hjá FSF, Høgni í
Stórustovu, kemur við, er
kanska ikki heilt av leið, nú
málið um spæliloyvið hjá
Páll M. Joensen er farið um
teir fýra mánaðirnar.
Fyri triðu ferð er málið
endað í Kappingarnevndini,
og hóast formaðurin er
staddur uttanlands, so metir
hann, at nevndin loksins
kann avgreiða málið.
– Eg siti her í góðveðrin
um og gjøgnumgangið tey
skjøl, sum eru innkomin,
nú vit aftur skulu viðgera
málið. Tá tað er gjørt, so
meti eg, at vit kunnu hava
ein telefonfund um málið,
og tað verður ætlandi innan
ólavsøku. Antin í kvøld ella
í morgin, staðfesti Høgni,
tá vit í morgun hittu hann
á orðið.
Tá málið – vónandi –
verður endaliga avgreitt,
stendur enn eftir at finna
útav, hvussu kappingin
um løgmanssteypið skal
avgreiðast. Røddir hava róð
framundir, at finalan neyvan
kann avgreiðast, fyrr enn
tað aftur fer at vára, men í
løtuni vil Høgni ikki gera
stórvegis viðmerkingart til
tann spurningin.
– Tað mugu vit taka, tá
vit koma hartil, men tað er
greitt, at nógvir lutir skulu
ganga upp. Nú stendur ein
NM-kappingin fyri framm
an, og umframt hana, so
skal atlit eisini takast til
Formula-kappingina, sum
helst ikki skal órógvast ov
nógv. Samstundis mugu vit
ansa eftir, at arbeiðið kring
A-landsliðið ikki verður
órógvað, og so er tað eisini
veðrið. Tað kann jú hava
sítt at siga, so talan er um
eitt stórt putlispæl, sum
vit nú mugu fáa at ganga
upp, sigur formaðurin í
Kappingarnevndini
hjá
FSF.
-mørk
HB-málið avgreitt innan ólavsøku
Startrøðin á ólavsøku
Seinasti FM-róðurin stendur fyri framman, og hóast nakrar kappingar
longu eru avgjørdar, so er spenningurin enn stórur. Bæði tí enn eru fleiri
meistarar eftir at finna, og ikki minst, tí tignin á ólavsøkuróðrinum er
somikið stór, at tað nærum er at sammeta við FM.
Startrøðin til ymsu róðrarnar er greiðm, og hon verður hendan:
Róðrarveitsla á Rex
Kappróðrarárið 2006 endar fríggjadagin um fimm tíðina, tá 10-mannaførini
fara fyri seinastu fer um málið. Bátarnir verða drignir í neystið fyri árið, og
rógvarar fara at halda kærkomna ólavsøku eftir eitt strævið róðrarár.
Heimasíðan Drekin.fo fer sum nakað nýtt, at skipa fyri stórari róðrarveitslu
sunnudagin á ólavsøku. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 190 um tú keypir
atgongumerki ígjøgnum heimasíðuna. Tú kann eisini keypa atgongumerkir
eftir 10-mannafarsróðurin á ólavsøku, men tá er kostnaðurin kr. 240.
Veitslan byrjar klokkan 23:00 sunnukvøldið og varir so leingi fólk orka.
Seinasta freist at keypa atgongumerki ígjøgnum heimasíðuna er hósdagin
á midnátt.
mynd: www.drekin.fo