Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 26. juli 2006 27 lýsingar Pedagogur Vit søkja eftir 1 Pedagogi Søkt verður eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna, at byrja skjótastgjørligt ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-5 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni. • Er røkin, nærlagdur og álítandi. • Nýhugsandi og ígongdsetandi. • At tú heldur tað verða spennandi og mennandi. Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara– felagið Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen. TLF. 317878 Umsókn við avriti av prógvið og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 16. august 2006 Barnagarðurin á Konmansmýru Barnagarðurin á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO-100 Tórshavn Sjúkraflutningstænastan Á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahús– inum er eitt starv leyst at søkja til setan 1. september 2006 ella eftir avtalu. Talan er um fast starv við eitt ára royndartíð á starvsbrøki 1,0. Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði, harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum. Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 35 fólk. Deildin hevur 13 bilar, íroknað 9 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða á støðini í Tórshavn í skiftandi vaktum og fær neyðugu upplæring í samband við starvið. Førleikakrøv: · Vera tænastusinnaður, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni · Kunna síggja avbjóðingar fram um avmarkingar · Evni til at orða seg bæði munnliga og skrivliga · Taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt · Telduførleiki á brúkarastøði er ein fyrimunur. Løn og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Atla Simonsen, varaleiðara, telefon 304502. Skrivlig umsókn merkt ”umsókn til starv” við avriti av prógvum v.m. verður at senda til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 11. august kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini innan freistin er úti. Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh. fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk” Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Læknaskrivari Á Medisinska deplinum eru 2 føst størv sum læknaskrivari fulla tíð leyst at søkja til setan 01.september 2006 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • góður teldukunnleiki Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 24. august 2006 kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Umsitingarligur leiðari FS Vágar søkir eftir fólki til umsiting felagsins. www.fsvagar.fo FS Vágar er fótbóltsfelag, ið leggur stóran dent á at menna fótbóltin í vesturøkinum. Í tí sambandi søkir felagið eftir fólki í parttíðarstarv til at røkja umsitingarligar uppgávur. Vit vænta at tú ert nærløgd/lagdur og álítandi, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eisini, at tú dugir at arbeiða við bókhaldi. Vit kunnu bjóða eina spennandi avbjóðing í einum spennandi starvi, sum tú saman við nevndini kemur at menna eftir tínum og felagsins tørvi. Løn og setanarviðurskiftir vera eftir avtalu. Meira fæst at vita við at ringja á 533053. Møguligar umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 15. august 2006. FS Vágar v/ Albert Ari Thomassen Postboks 51 FO-370 Miðvágur