Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 142 - 26. juli 2006 Kunngerð um ferðslu á Ólavsøku 2006 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag 28. og 29. juli frá kl. 1400 til næsta morgun kl. 0800 verða hesar broytingar í ferðsluni: Bilferðsla er ikki loyvd, eftir Kopargøtu, á Áarvegnum og niðan á Vaglið, í N. Finsensgøtu frá Vaglinum og niðan til AUTO, ella í Mylnugøtu. Parkering er heldur ikki loyvd á hesum økjum. Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjarabrekka/Steinatún, undantikið eru hýruvognar, Buss- og Bygdaleiðir. Um hetta vegamót gongur støðugt nógv fólk, tí má koyrast við størsta varsemi. Í Niels Winthersgøtu, í Steinatúni og í Bøkjarabrekku er loyvt hýruvognum at søkja hýru. Meðan kappróðurin fer fram Ólavsøkuaftan, er Eystara Bryggja stongd fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncksgøtu frá kl. 1400 til kl. 1900. Á parkeringsøkinum á Bursatanga er ikki loyvt at parkera frá 27. juli kl. 2000 til 29. juli kl. 0900. Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn er stongd fyri vanligari bilferðslu. Ólavsøkudag, frá kl. 1000 til kl. 1400, verður øll ferðsla um Vaglið órógvað og ikki kann roknast við, at koyrandi verður eftir Mylnugøtu, Áarvegnum um Vaglið v.m. Vegna skrúðgongu úr Føroya Løgtingi í Dómkirkjuna og aftur Tórshavn, hin 25. juli 2006. Politiið lýsingar http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo