Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 5 tíðindi 41 ára gamli sandoyingurin vil ikki avdúka, hvørjar ítøkiligar broytingar eru viðskiftafólkunum í væntu. Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sofus Clementsen er navnið á nýggja stjóranum á Postverki Føroya. Sofus er 41 ára gamal og hevur búð í Danmark í fleiri longri tíðarskeið. Hann er útbúgvin MBA frá Danmarks Tekn­ iske Universitet og HD frá Handilsháskúlanum í Keyp­ mannahavn. Sofus hevur seinastu 10 árini búð og starvast í Dan­ mark, har hann millum ann­að hevur starvast hjá altjóða teldufyritøkuni CSC. Har hevur hann verið programmleiðari í fyri­tøkuni, sum hevur 80.000 starvsfólk um allan heimin. Harumframt starvaðist hann eitt áramál hjá ATP sum verkætlanarleiðari. Sofus Clementsen hevur eis­ ini royndir innan før­oyska vinnulívið, eitt nú starv­aðist hann eitt áramál á Elektron. Nøgd nevnd P/f Postverk Føroya varð um­lagt til partafelag 1. janu­ ar 2005, og nevndin sigur, at postverkið gongur framtíðar avbjóðingum á møti við at leggja dent á tænastumenning og marknaðarføring av tí, ið postverkið kann bjóða kundunum. Og nevndin hevur fult álit á, at nýggi stjórin er tann rætti at lyfta hesa uppgávu saman við starvsfólkunum í post­ verkinum. Sambært nevndini hevði tað týdning fyri valið av Sofus, at hann hevur drúgvar royndir innan samskiftið, starvsfólkaviðurskifti og ikki minst royndir innan verk­ætlanararbeiði. Brynhild Setberg, næst­ forkvinna í nevndini fyri p/f Postverk Føroya sigur, at valið av nýggjum postverksstjóra vónandi fer at merkja, at leikluturin hjá felagnum verður endurskoðaður, og at støðið í størri mun verður tikið í teimum avbjóðingum, sum eru millum annað innan KT-økið. Sofus Clementsen sigur, at hann sær tað sum eina stóra avbjóðing og tað mest spennandi, sum kundi henda í lívið hansara júst nú, at sleppa at ganga á odda fyri at nútímansgera postverkið. Í fyrsta umfari sigur hann tað hava størstan týdning at lagt verður rætt út; at fáa øll við og at kundarnir merkja at postverkið flytur seg. Og hóast hann lovar, at postverkið fer at bjóða fleiri tænastur, vil hann ikki koma nærri inn á, hvat hesar tænastur fara at fevna um. Spurdur hvat slag av leið­ ara hann er, sigur hann, at hann ynskir eitt hóskiligt samsvar millum tað at fáa hugskot, og at fáa tey út í lívið. – Eg ynski, at tað skal vera eitt passaligt flow í tí, sum kemur burturúr. At tað skal vera samband millum hugskot og veruleika og at øll skulu trúgva upp á tað, sum tey gera, sigur Sofus Clementsen, sum tekur við starvinum tann 1. oktober 2006. Hann er ikki leysur av gamla starvinum enn, og so skal hann eisini hava tíð til at flyta familjuna heim til Føroyar. Seks umsøkjarar vóru til starvið. Sambært nevndini vóru allar umsøkjarar væl skikkaðir og til samrøðu. Sofus Clementsen nýggjur stjóri í Postverkinum – Kantaturøðan skal endurspegla felagsskap føroyinga og skal ikki vera ein partapolitisk propagandarøða, sigur Torbjørn Jacob­ sen, sum hevur fingið litið upp í hendi heið­ ur­in at flyta fram stuttu røðuna undir tinghúsinum Ólavsøka Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað verður Torbjørn Jacob­ sen, tingmaður Tjóð­veldis­ floksins, sum fer at røða í gomlu ólavsøkukantatuni, sum ólavsøkukórið fer at framføra á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag. Tað var Jógvan Waagstein, sum á sinnið skrivaði eina røðu inn í kantatuna, og sam­bært Ólavi Hátún, sum stjórnar kórinum í ár, hevur verið vanligt seinastu árini, at heiðurin er latin tingfólki, hóast tað av og á hava verið onnur. – Í ár heitti eg á Tobba um at flyta fram røðuna, sum bert er fýra minuttir til longdar. Eg valdi hann, tí hann er ein festligur og litríkur maður, og hann ger sjálvur av, hvat hann talar um, sigur Ólavur Hátún, sum tó hevur sent Tobba eintak av kantatuni og annars heitt á hann um at tala um tjóðina og samfelagið. – Røðan skal vera til tjóðina og ikki partapolitisk, sigur Ólavur Hátún. Torbjørn Jacobsen sigur við Sosialin, at tað hóskar seg ikki at misnýta eitt slíkt høvi til at føra partapolitiska propagandu. – Men røðan verður heldur ikki so vatndeyv, at maðurin útraderar seg sjálvan, tí man er, sum man er, staðfestir Torbjørn Jacobsen, sum samstundis vissar um, at røðan fer ikki at ganga nøkrum ov nær. – Ólavsøkan er tjóðarhátíð alra føroyinga og tá skal tjóðin savnast. So eg rokni við at taka støðið í tí, sum kantatan snýr seg um, nevni­liga Ólav Heilaga og týdningin hann hevur havt fyri samleika føroyinga. Tað verða Petur Niclassen og Sanna Vaagstein í Brekk­ unum, sum syngja solo í kantatuni. Ólavsøkukórið fer eisini at framføra megnarsatsin hjá danska tónaskaldinum Vagn Holmboe til yrkingina »Gandkvæði Tróndar« eftir J. H. O. Djurhuus, har Ernst Sonsum Dalsgarð syngur solopartin við Tróndi í Gøtu. Tobbi talar undir Tinghúsinum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, ynskir nýggja postverksstjóranum tillukku og vælkomnan