sunnudagur 30. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 143 - 27. juli 2006
tíðindi
Á middegi í gjár
kyknaði eldur í einum
sethúsum í Hvalba.
Eftir 20 minuttir, var
eldurin longu sløktur.
ELDUR
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Løgreglan
á
Tvøroyri
váttar, at eldurin kyknaði
í hjallinum, sum er fastur
í
sethúsunum.
Eldurin
breiddi seg tíbetur ikki inn
í húsini, sum tó hava fingið
stóran vatn- og roykskaða:
- Enn vita vit ikki við
vissu, hví eldurin kyknaði,
men vit vænta, at skammlop
var orsøkin til tess, sigur
løgreglan á Tvøroyri.
Eingin mannskaði stóðst
av hendingini.
Eldur í einum
sethúsum í Hvalba
Fólkafundur
á Doktara–
grund
Aftur í ár skipar Unga
Tjóðveldið fyri fólkafundi
á Doktaragrund. Í fjør
var fundurin so væl
vitjaður, at ikki øll, sum
vitjaðu fundin sluppu til.
Forkvinnan í Unga Tjóð–
veldinum, Barbara Holm,
sigur, at skráin ár verður
nakað tann sama sum í
fjør, og at tey tí rokna við
nógvum fólki.
Í høvuðsheitum verða
tað røður, tónleikur og
skemt, sum fara at merkja
fólkafundin.
Carl Jóhan Jensen fer
at lesa upp sama prosa–
verk, sum hann gjørdi
á
bókmentatiltakinum
á G! Hetta stykkið, um
tilvitan
føroyinganna,
var ógvuliga væl umtókt
millum áhoyrararnar á
bókmentatiltakinum, og
tí hevur Unga Tjóðveldið
heitt á Carl Jóhan Jensen
at lesa sama stykkið
upp á fólkafundinum á
ólavsøku.
Men Carl Jóhan Jen–
sen verður ikki einasti
røðarin. Formaður Tjóð–
veldisfloksins,
Høgni
Hoydal, fer eisini at siga
nøkur orð, umframt at
onkur røðari verður aftrat.
Annars verður bæði
skemt og tónleikur á
skránni. Uni Debes úr
GoGo Blues fer at spæla
tónleik, meðan tað enn
ikki er endaliga avgreitt,
hvør skal taka sær av
skemtinum, tí har eru so
nógv boðið.
Fólkafundurin,
Unga
Tjóðveldið skipar fyri,
verður á Doktaragrund
leygardagin kl. 19.00.
-rwd
Fólkafundur
á
Háskúlanum
Árligi fólkafundurin á
Háskúlanum á ólavsøku
verður fríggjadagin kl.
17.30 - aftan á kapp–
róðurin.
Tað verður Fríðfinnur
Johnsson, formaður í Há–
skúlastjórnini, sum fer at
bjóða fundarluttakarunum
at
vera
vælkomin
á
fund. Felagssangur ver–
ður og Bergur Rønne
Moberg, sum er annar av
blaðstjórunum á Outsider
Magazin, fer at halda eina
røðu.
Aftan á verður farið
upp á gólv, og annars
verður opið hús og ein
drekkamuður at fáa.
-rwd
Lions Club Tórshavn skipar
aftur í ár fyri teirri væl–
umtóktu listaframsýningi
í
Müllers
Pakkhúsi
á
Ólavsøku.
Í ár verða umleið 30
framsýnarar við og lista–
verkini verða omanfyri 100
í tali.
Hendan framsýning hevur
vunnið sær pláss sum fastur
táttur í hugaheiminum hjá
fleiri ólavsøkugestum, tí
talið av vitjandi veksur
støðugt og vóna vit sjálv–
andi eisini at so verður í ár.
Seinastu
árini
hevur
framsýningin verið í Mül–
lers Pakkhúsi, og tað verður
hon eisini í ár.
Listaframsýningin letur
upp Ólavsøkuaftan 28. juli
kl. 14.00
Opið er eisini Ólavsøku–
dag og sunnudagin 30. juli.
Latið verður upp kl.
14.00 og latið verður aftur
kl. 20.00 allar dagarnar.
Atgongumerkini eru við
í lutakastinum um ein mál–
ning, sum borgarstjórin í
Tórshavn, Heðin Mortensen
hevur málað og latið sum
gávu til Lions.
Avlopið av listafram–
sýningini, fer eins og
allur peningur, ið Lions
Club letur til vælgerandi
endamál.
Listaframsýning í
Müllers pakkhúsi
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tá freistin var úti
mánadagin at luttaka
í búmerkjakappingini
hjá Løgtinginum,
høvdu 32 fólk sent
uppskot inn
Herfyri skrivaði Løgtingið
út búmerkjakapping, og tá
freistin var úti mánadagin,
høvdu 32 fólk sent uppskot
til kappingina.
Ætlanin er, at eitt búmer–
ki skal lýsa arbeiðið og
uppgávurnar hjá tingi–
num, og í dómsnevndini
sita
formansskapurin
í
Løgtinginum, Palli Gre–
goriussen, arkitektur, Ingi
Joensen, grafiskur de–
signari, og Hansina Iversen,
listakvinna.
Løgtingið tilskilar sær
rætt til at velja frítt, um
vinnarauppskotið verður
brúkt til endaliga búmerkið,
og av Løgtingsskrivstovuni
verður sagt, at tey vænta, at
vinnarin helst verður funnin
skjótt.
32 sent uppskot inn
til búmerkjakpping
hjá Løgtinginum
Eins og undanfarin ár
skipar
Kristnastova
í
Keypmannahavn
fyri
sangløtu
á
Bryggjuni
ólavsøkuaftan kl. 19, har
m.a. sangbólkurin Sela og
Arnvør á Torkilsheyggi,
kend frá bólkinum SALT,
koma at luttaka
Á ólavsøku í Havn eru
kristiligir útifundir partur
av skránni, og evangelisku
sangirnir plaga at hoyrast
við megi á havnargøtum.
Soleiðis verður tað nokk
ikki á ólavsøkuhaldinum í
Keypmannahavn, men tó
verður aftur í ár ein sang–
løta við andaligum sangum
hildin uppi á loftshæddini í
bygninginum á Bryggjuni
ólavsøkuaftan kl. 19.
Tað
er
Kristnastova,
sum skipar fyri hesari
sangløtu, og á skránni
eru bæði felagssangir og
sangir, ið verða framførdir.
Sangbólkurin Sela fer at
luttaka, og harumframt fer
Arnvør á Torkilsheyggi,
kend frá bólkinum SALT,
at syngja einstakar sangir.
Síðani ólavsøkan byrjaði
á Bryggjuni í 2004 hevur
hendan sangløtan verið
fastur partur av skránni, og
tey eru mong, sum undan–
farnu ár hava leita inn í
høllina í erva - bæði fyri
at lýða á og at syngja við.
Og fyrireikararnir vóna, at
hetta tiltak enn einaferð fær
góða undirtøku.
Kristnastova við sangløtu á Bryggjuni